Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-03-01, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. mars 1991síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 42 — 7. mars 1991 Seinasti einvegis ferðaseðilin Siukrakassin rindar ein part Heilsuverkið sleppur endanum so skjótt ein sjúklingur er deyður Tá ein sjúklingur sendur av landssjúkrahúsinum ul viðgerðar í Danmark doyr niðri, er heilsuverkið í Føroyum leyst av honum. Heilsuverkið hevur ikki skyldu á nakran hátt, at syrgja fyri, at deyði sjúklingurin kemur heim- aftur. -Men sjúkrakassin dekkar vanliga ein part av útreiðslunum, sigur Tór- bjórn Mikkelsen, for- maður fyri megin- feløgunum hjá sjúkra- køssunum í Føroyum. --Í Føroyum hava vit fastar takstir fyri hvønn stuðul sjúkrakassin letur tå limir doyggja. Latið verður 1920 krónur til fólk frá 1-8 ár. 2720 nur fyri fólk frá 9-15 ár og 3200 krónur fyri fólk yvir 15 ár, sigur Térbjørn Mikkelsen. --Doyr ein av okkara limum uttanlanda, letur sjúkrakassin í mesta lagi tríggjar ferðir takstin í Føroyum. Tað vil siga, at sjúkrakassin letur til jarðarferðina hjá einum persóni yvir 15 ár sum doyr uttanlanda 9600 krónur, Hetta er treytað av at njótandi limurin ikki skyldar limagjald, sigur Térbjørn Mikkelsen. Tær 3200 krónurnar, sum verða latnar fyri ein persón yvir 15 ár er júst nóg mikið til at rinda kistu og líkverju. jústinus Tórbjórn Mikkelsen, formaður fyri meginfelagnum hjá sjúkrakgssunum. Mynd: kalmar | Skipafelagið Kistur ókeynis Skipafelagið hevur altíð flutt lík til og úr Føroyum ókeypis. Tað kemur rættuliga ofta fyri, at skip hjá Skipafelagnum hava kistur við, ofta fleiri í senn. --Vit flyta kistur úr Danmark og eisini tá fólk doyggja í Føroyum og Skulu jarðast niðri, sigur Annika í Jákupstovu á Skipafelagnum. --Zacharias á Skipafel- agnum plagdi at siga, at teir fóru ikki at taka pening frá deyðum fólki og hendan sið heldur Skipafelagið enn, sígur Annika í Jákupstovu. jústinus Karster Højgård, umsjónarmaður Børusjuklingar bert einvegis ferðaseðil --Men heimferðin verður altíð goldin aftaná viðgerð, sigur hann Karster Højgård, um- sjónarmaður á land- sjúkrahúsinum sigur, at tá sjúklingar verða sendir niður við børu, so verður bert ferða- seðilin niður goldin í fyrstu atløgu. --Hetta kemst av, at ein sjúklingur í børu tekur ty pláss í flog- farinum og tí kunnu vit ikki hava eina bílegging liggjandi, sigur hann. -Hóast ein sjúklingur, sum verður sendur niður ikki longur er okkara sjúklingur, so rinda vit heimferðina, eisini tá hann kemur frískur heimaftur og tå sjálvsagt uttan børu, sigur Karster Højgård. --Men tað er sat, at doyr ein sjúklingur, so er føroyska heilsu- verkið leyst av honum. --Fyrr komu føroy- ingar, sum doyðu niðri annað. Bergmenn eru altíð til reiðar at spæla til veitslur og Njál — Tlf. 19890 heim við skipi. Vit sendu eisini sjúklingar niður við skipi. Skipa- felagið var tá so lagaligt, at tað flutti føroyingar í kistu heim- aftur ókeypis. Men hetta er broytt í dag, nú flogførini hava yvirtikið hendan flutning, sigur Karster Højgård. -Tå vit senda sjúk lingar niður sum ikki tørva børu, so geva vil honum eisini retur- bilettina. Eg veit um, at vit hava fingið peng- arnar fyri ferðaseðilin afturgoldnan frá av- varandi, tá ein tílíkur sjúklingur er deyður niðri, sigur Karster Højgård. --Landsjúkrahúsið keypir kistur og lík- verju, rokningin av hesum verður send teimum avvarandi, sig- ur hann. jústinus