Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-03-02, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. mars 1991síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 43 - 2. mars 1991 Hvíldarheimið Naina, ein móguleiki: 360 inn- R árliga Tá talan er um kostnaðin av innleggingum á sjúkrahúsi, so kostar ein sjúkasong slakar 3000 krónur um dagin. Umframt at útskriva sjúklingar at fara heim til sín sjålvs, og við hjáp av Heilsurgkitini fáa framhaldandi viðgerð, er eisini ein møguleiki at fara á hvíldarheimið Nai- na. Katrin Dahl, leiðari á Naina, sigur við Sosialin, at tey har hava umleið 360 innleggingar, har talan er um sjúklingar sum hava verið í viðgerð á Landssjúkrahúsinum. Tilsamans umleið 7.000 innleggingardagar, sum kosta 420 krónur fyri eitt samdøgur. Sjúklingarnir liggja á Nainu frá 14 døgum til triggjar vikur. Sjúklingarnir koma til okkara einar tveir- tríggjar dagar eftir t.d. skurðviðgerð, og tað hev- ur altíð gingist væl, sig- ur Katrin Dahl. Hóast sjúklingarnir ikki fáa sjúkrargkt á Nainu, men búgva har meðan tey fáa ambulanta viðgerð á Landssjúkrahúsinum, so er altíð sjúkrasystir tek í dagtímunum. Um nåttina er tilkalli- vakt, um sjúkrasystra- . - *;Á får le ;Á hjálp er neyðug. Katrin Dahl: - Eg haldi bert, at møguleikin vid at fara á hvíldarheim eis- ini skal takast við í um- hugsanini, tá tosað verð- ur um, at sjúklingar ver- ða ov tíðliga útskrivaðir. Hesin viðgerðarháttur er nógv nýttur og kostar lítla upphædd í mun til teir kostnadarmiklaru viðgerðarhættirnir. - Vit hava bert gott at siga um samstarvið við Landssjúkrahúsið, og hal- da vit, at ein sjúklingur hevur tørv á at verða innlagdur á Landssjúkra- húsið, so hevur tað ong- antíð verið nakar tru- pulleiki. Hvíldarheimið Naina er sjálvsognarstovnur, sum nýtti 4 mió, krónur til rakstur og umvælingar í fjør. Dagny Hvildarheimid Naina tekur eisini móti sjúklingum, sum hava verið innlagdir á Landssjúkrahúsinum Har kostar tað 420 krónur at búgva eitt samdøgur, móti slógum 3000 krónum á Landssjúkrahúsinum Felags avlúsing á alisteðum - djóralæknatænastan fer nú undir royndir at basa laksalús á alistóðum kring landið Um einar 14 dagar fer Djóralæknatænastan und- ir at avlúsa alistødir ym- sa staðni í landinum. Sunnudagin skipaði Landsdjóralæknin fyri fundi, har alarar úr yms- um plássum í Føroyum hittust at tosa um felag- smál. Orsøkin til henda fundin er tann, at djóra- læknarnir hava ætlanir um at samskipa avlúsing- ina av laksi og sílum á alistóðum kring landið, soleiðis at stórri møgu- leiki verður fyri at basa laksalúsini. Lars Mohr Nielsen: - Ætlanin er at royna fel- ags avlúsing tvær ferðir í einum øki, við millum- bili fýra - fimm vikur tta verðir giørt av t fað ér <o Sandi 10 er so un na nørast og hervid ferdast frå einari alistóð til aðra. Fyri at skipa felags avlúsing, er tað um- ráðandi, at allir alarar taka undir við hesum, sigur Lars Mohr Nielsen. Ætlanin er at byrja í vikuni 18. til 23. mars, tá Sundalagið, Kaldbaks- fjørður, Kollafjørður og Tangafjørdur fáa vitjan av djóralæknanum. Tá avlúsingin er liðug á hesum plássum, verður farið undir næstu við- gerð. Alistødir eru í Suðuroy, Eysturoy, Streymoy, Norðuroyggjum og Vág- unum. Lars Mohr Nielsen: - Um tað skal eydnast royna slik tiltøk. Ein skipað avlúsing er gjørd fyri allar alistødir i Føroyum, og farid verður undir avlúsingina, so hvørt sum eitt øki er liðugt vidgjørt. Av tí at alistødirnar eisini skulu hava møg- uleika alla tíðina at av- reiða fiskin, verður ein tíð løgd millum við- gerðirnar, so møguleiki er til tess. Tað skulu nevniliga ganga 14 dagar frá tí at avlúsingin fer fram, til laksurin kann takast. Nýtt innan djóralækna- tænastuna er eisini, at serkøn fólk fara at ferð- ast kring oyggjarnar og kanna laksalús, so hon verður tikin áðrenn hon Uppá fyrispurning, um tað so fer at eydnast heilt at basa laksalús, sigur Lars Mohr Nielsen, at so er ikki. Vit hava so nógvan alifisk í ringu- num, og kynsbúgvin laksalús ferðast við streyminum frá eini stød til aðra, so tað er neyvan hugsandi. - Vit kunnu í øllum fórum royna at basa laksalúsini við at skipa avlúsingarnar fyri hvert øki sær, og tað vænta vit okkum nógv av. Umframt at vit nú fara at hava orku at ferðast kring oyggjarnar. Tá kunnu vit, ið hvussu so er - forða fyri at laksa- lúsin ikki smittar aðrar alistødir. Dagny Nu fer djóralæknatænastan at skipa fyri felags avlúsing av laksi og silum, men tad er umráðandi fyri úrslitið, at allir alarar taka undir við hesum tiltaki