týsdagur 5. mars 1991síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Postadressa: Postsmoga 78
110 Tórshavn
14720
Útgevari: P/f Sosialurin
Uppseting: P/f Sosiakurin
Prent: P/f Pressan 1981
Bústaður: Argjavegur 26
Argir
11820
Blaðfólk. Randi Jacobsen - Tórfinn Smith -
Ábyrgdarblaðstjóri: Krisjan Dahi
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahi
Telefax:
ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
Telefon:
Eingin flokkur
fyri EEC
TAÐ var einaferð ein sosialt
sinnaður føroyskur loysingar-
flokkur, sum til eitt av teim-
um seinastu valunum legði
størsta dentin á, at talan long-
ur ikki var um vinstra ella
høgra, men bert um loysing
ella samband — fult tjóðveldi
ella amtsstøduna.
HETTA kitiadi so mikið frægt
í oyrunum á onkrum, at flokk-
urin tá slapp styrktur burtur
úr tí valinum.
AT sami flokkur kortini ætl-
aði sær í samstarv við før-
oyska sambandsflokkin varð
orð ikki grett um — heldur
ikki vóru teir nóg ærligir at
viðganga, at lánið, teir í sam-
bandssamgonguni tóku utt-
anlands, var treytað av, at
ongin broyting varð framd i
vidurskiftunum vid Danmørk
tey nógvu árini framyvir. So
mikið um álvaran í tosinum
um loysing ella samband.
MEN viðgangast má, at tað
við hesum práti eydnaðist
flokkinum at »diktera« val-
agitatiónina i åvisan mun.
TAD eydnadist so mikid væl,
at flokkurin kendi seg freist-
adan til at royna somu snildir
til seinasta løgtingsval. Gjørt
varð av, at tað hesu ferð
skuldi snúgva seg um viður-
skifti Foroya við EEC. Uttan
at blunka fasthelt flokkurin,
at einans teir vóru ímóti lima-
skapi og allir aðrir flokkar
fyri.
POLITISKA armóðin var tó tá
so opinlýs, at veljararnir bein-
anvegin skiltu, at hetta vóru
kávalótir — påskot til at
venda kjakinum frá dagligu
trupulleikunum, flokkurin
hevði ført Føroya fólk út í —
og valið royndist flokkinum
hareftir.
AT broytingarnar við fría
EEC-marknaðinum í 92 kunnu
ávirka okkum álvarsliga,
nokta vit ikki fyri. Vit halda
eisini við tjóðveldisflokkin-
um, at tolllætti kann verða ov
dýrt keyptur, at ræði á undir-
grund, fiskatilfeingi og viður-
skiftum okkara annars skal
vera okkara.
HÓAST vit ikki kunnu taka
undir við teirri rættuliga ein-
oygdu og stuttskygdu niður-
stóðum, sum Føroya ldnadar-
felag og umboð peningavald-
sins hava vartað upp við í
seinastuni um viðurskifti okk-
ara við EEC, so halda vit kort-
ini ikki, at hesir einsamallir
hava »framprovokerad«
nógva kjakið um EEC. Hesum
eigur tjóðveldisflokkurin
stóran part av heiðurinum
fyri.
OG á skeivum grundarlagi.
Nevniliga við at skíra allar før-
oyingar, bert ikki tjóðveldis-
fólk, sum forliptar EEC-føroy-
ingar. At hetta er ov bíligt,
skilja vit øli, men okkurt letur
til, at tjóðveldismanna metan
av vanliga føroyinginum ikki
enn er petti frægari enn und-
an seinasta løgtingsvali.
VÍST skulu vit tala um EEC,
víst skulu vit royna at fáa
eina skilagóða handilsavtalu
við henda okkara størsta
marknað. Hvat sáttmálin
skuldi fevnt um, kundi tjóð-
veldisflokkurin og javnaðar-
flokkurin skjótt verið samdir
um, og semja um hvat sátt-
málin als ikki átti at fevnt um,
var enn meira sjålvsøgd.
HETTA gerst bara so nógv
truplari, tá kjakið í tjóðveldis-
flokkinum um EEC enn ikki
snýr seg um annað, enn at
bara tjóðveldisflokkurin er í-
móti EEC-limaskapi.
OKKUM vitandi hevur eingin
flokkur á tingi tikið støðu fyri
slíkum limaskapi, og enn er
ikki so frægt sum nakar
handilssåttmåli at taka støðu
til.
MEN at kreftir í samfelagnum
virka av alvi fyri at fáa okkum
við húð og hár upp í EEC,
skulu vit kortini ikki ivast í.
Hesar fáa vit neyvan fram í
ljósmála við at tiga í hel EEC-
málið, men bert við skilagóð-
um kjaki um EEC-spurningin
sum heild.
STÚRAN og iligitingar loysa
ongan samskiftis- og handils-
tørv við stóru verð. Men bert
skulu vit ikki gloyma, at ein
verð er uttanfyri EEC — ein
verð, ið sum frálíður ivaleyst
kann koma at nøkta okkara
útflutnings- sum innflutnings-
tørv. Harfyri kunnu vit tó
royna at fáa so fræga avtalu
við EEC sum til ber — men
treytir valdast sjålvandi
mm sosigaley
Lítil uggi
men
vonandi
ein vilji
Dagblaðið skrivar i odda-
grein um arbeiðsloysi:
Enn eru tølini fyri "ar-
beiðsloysið", tey, ið leita
sær grein 9-hjálp frá Almu
av svíkjandi inntøku, 1.
mars ikki komin. Men
uppgerðin fyri januar
bendir á, at talið á skrá-
settum arbeiðsleysum er
farið upp um 600. Hetta
sammett við gott 300 ar-
beiðsleys undan valinum.
...Arbeiðsloysið er altíð
harmiligt. Einasti uggi í
hesum fóri er, at ikki
fyrrenn at Javnaðarflokk-
urin kom í samgongu á
løgtingi og fekk leiðsluna í
Tinganesi, fór arbeiðs-
X
Xx
Dr
>
| NS 3
Á =
I NSF
loysið at økjast í
himmalflukt. So fáa vit
prógv fyri, at hesin patent-
takari upp á almenna "um-
sorgan" (sum hini skulu
gjalda kostnaðin av), er
akkurát í somu stóðu sum
aðrir politiskir flokkar, tá
fylgjurnar av ábyrgdar-
og sorgloysinum frá 1985-
88 skulu beinast av
vegnum.
Liul uggi er i, at ikki
fyrr enn Javnadarfikkurin
kom í samgongu fór
arbeidsloysid at økjast,
sum Dagblaðið tekur til.
Hinvegin hava vit ta vón,
at Javnaðarflokkurin hevur
evni ul at steðga hesi
syndarligu gongd. Hesi
gongd, sum landsstýrið
við Fólkaflokkinum á
odda, setti ferð á fyri
tveimum árum síðani.
Annars átu tað at sømt
seg betri fyri ein lands-
stýrisflokk sum Fólka-
flokkin, at samvirka við
hin landsstýrisflokkin at
fáa bilbukt við arbeiðs-
loysið, heldur enn brigdan
í bløðunum. Arbeiðsloyri
er meira álvarsligt enn at
vera nýtt sum kegl í blød-
unum.
Urmælingur
á ting
Á 6lavsøku verða fleiri
nýggj andlit at síggja á
tingi. Sum skilst fara
landsstýrisfólkini tá at lata
lingsessirnar frá sær og
lata teimum, sum næst eru
í alkvødum, sessirnar. Ein
av teimum nýggju er
fólkafloksmaðurin Jørgen
Niclasen í Vágunum, sum
kemur á ting fyri Svenmd
Áge Ellefsen. Dagblaðið
hevur tosað við hin 22-ára
gamla Jørgen Niclasen:
-Fyrst er tað málið um
Føroyar sum fíggjarmið-
depul.
Í roynd og veru er tað
eg, sum av fyrstan tíð tók
hetta málið upp í mið-
lunum. Tað tykist sum
eingin annar tordi.
Síðani tók Birgir Dan-
ielsen undir við hesum, við
tí úrsliti, at hetta mål nú
er tikið við í samgongu-
skjalið.
… Hetta málið eri eg
stoltur av at hava fingið
við í samgonguskjalið, tí
eg meti, at eg eigi ein part
í hesum, sigur Jørgen
Niclasen.
Og vit, sum hava hildið,
at tað vóru Birgir Dan-
iclsen ella Poul Michelsen,
sum vóru fadrar at fíggjar-
miðdeplinum, sum bjargað
skal Føroya landi undan
undirgangi.
Tímalgnin
Dagblaðið er farið at
fyrireika seg til kom-
andi sáttmálasamráð-
ingar. Blaðið skrivar, at
vit hava heimsins
hægstu timalønir. Hesar
eiga høvudsåbyrgdina
av nógv fækkaðu ar-
beiðsplássunum, skrivar
blaðið. Tí heldur Dag-
blaðið tað vera heilt
burturvíð, at sáttmálar
verða sagdir upp, tí
annað kann ikki verða
úrslitið, enn at lønirnar
verða settar niður ella
enn fleiri uppsagnir.
Nú fáa vit at síggja
hvussu tað fer at
gangast pørtunum á
arbeiðsmarknaðinum í
samráðingum teirra.
Vónandi fara hesir
partar sjálvir at greiða
Spurningin uttan at tað
verður neyðugt hjá
løgunginum at leggja
uppi.
Men at siga, at vit
hava heimsins hægstu
timalønir er so skeivt
sum tad er sagt.
Vit hava ådur endur-
givid nøkur tøl frå
svenska arbeiðsgevara-
felagnum. Kanningin er
gørd í november 1990
og vísir hvat hvor
arbeiðstími kostar í
nøkrum ávísum lond-
um:
Noreg 137,-
V. Týskland 136,-
Svøriki 130,-
Finland 120,-
Holland 111,-
Danmark 111,-
USA 107,-
Japan 104,-
Italia 102,-
Frakland 93,-
Bretland 82,-
-Og so kemur føroyska
timalønin vid 73,21 kr.
Hugflog skal til at
påstanda, at hin før-
oyska er heimsins
hægsta.