týsdagur 5. mars 1991síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Hundur.
deyður I
ferðsluni
- var so illa lóstaður, at løgreglan
avlívaði hann. Hundaeigarin ikki
funnin
tan
løstaour
Bilføranrin, sum ikki kun-
di forða fyri óhappinum,
sendi boð efur løgregluni,
sum kom á staðið.
Hóast hundurin var illa
løstadur, so var liv í hon-
um, tá løgreglan kom
fram.
EINKI HUNDATEKN
Hundurin hevði einki
skelti sum kundi siga løg-
regluni, hvar hann hoyrdi
heima, og av tí at hann
var so illa løstadur, varð
hann avlívaður beinan
vegin.
Kalmar, fotografurin á
Sosialinum kom framvið
av ulvild, tá óhappið hen-
di.
Vaktahavandi á Politi-
garðinum sigur, tá Sosial-
urin vildi frætta, um
hundaeigarin varð tunnin,
at teir hava hópin trá-
greiðingar í døgniråsøg-
nini um hundar.
„Av tí at hesin hundur
ikki hevði hundatekn ella
skelti sum kundi siga
okkum, hver átti hundin,
avlívaðu vit hann beinan-
vegin,. Hann skuldi ikki
pínast óneyðugt, fyri tað
um eigarin ikki kundi
finnast.
HVØR DAGUR SÍNA
HUNDASØGU
- Tað er nærum ikki
dagur, at hundur ikki verð-
ur nevndur í frágreiðingini
hjá Løgregluni.
So er hundur horvin, ein
tík gongur í illum, fólk
ringja tí fremmand-
ur hundur er uttanfyri og
børnini ikki tora út 0.s.fr.
Hóast bilhóppið seinasta
fríggjadag, hevur løgregl-
an einki hoyrt frá teimum,
sum hava átt hundin.
Aðrenn hundaskatturin
varð avukin, skrásettu teir
á Politigarðinum hundar,
sum rindaðu hundaskatt.
Nú hevur Tryggingar-
sambandið yvirtikið skrå-
setingina, á tann hátt, at
fólk boða Tryggingini frá,
um tey vilja tryggja hund-
arnar.
So fara hundaeigarar
sjálvir í skósmiðjur, ið
gera slík skelti, sum
hundar vanliga ganga við.
LØGREGLAN KANN
EINKI GERA
Hevur hundur ikki slíkt
skelti, ber ikki til at finna
fram til hundaeigarnar, og
ti kann løgreglan ikk: boða
frá, tá slík óhapp henda.
Um hundaeigarin lesir
Sosialin í dag, fær hann
vissu fyri, at hunduri
hansara ikki er til longur.
Dagny
Nr. 44 — 5. mars 1991
FS
Tað kann vera so mangt sum er orsøkin til at hundar ganga leysir, men um teir als ikki
hava nakað skelti, sum kann siga, hvaðani teir stava, er torført hjá løgregluni at siga
frá, tá slík ferðsluóhapp sum hetta hendir. Hundurin var so løstadur, at hann varð av-
lívaður beinanvegin, men hesum veit hundaeigarin ikki av, sigur løgreglan
Bokmentafundur við Carl Johan Jensen
Mikukvøldid kl. 19.30 skipar Norrøna
Felagið fyri almennum bókmentafundi
í Norðurlandahúsinum. Carl Jóhan
Jensen fer at reða um kenningar í
kappakvæðunum.
Innan aðalfund Norrena
Felagsins er bert ein
fundur eftir á skránni.
Hesin fundur verður i
Norðurlandahúsinum
mikukveldið hin 6. mars
kl. 1930. Evnið er
bókmentunarligt og fyri-
lestrarhaldari er Carl
Jóhan Jensen.
Fyrilesturin er um
„Kenningar í kappa-
kvæðunum“.
Fyrilesturin viðger ein
tátt í føroysku kappa-
kvæðahevdini, ið lítið
hevur verið havdur á
- lofti í granskingini,
nevniliga tað norrena
myndamálið og serliga
tær sonevndu kenning-
arnar, sum enn finnast í
kappakvæðunum í tí
líki, tey vóru uppskrivað
frá Svabo og fram til 19.
eld.
Í fyriletrinum verður
roynt at greiða frá hverji
eyðkenni hetta norrena
myndamálið hevði og í
hvenn mun tað er
varðveitt i feroysku
kappakvæðahevdini.
Fyrilestrarhaldarin fer
eisini at royna at seta
kvæðahevdina sum heild
í eitt mentanarseguligt
høpi og við stødi í tí, at
gera grein fyri hví og
hvussu hesin norreni
arvurin tók seg upp á
føroyskari grund.
Carl Jéhan Jensen er
føddur i Havn 1957, er
gamalmålsligur student-
ur og leyk 1981 exam.art
prógv i Norðurlendskum
serliga føroyskum máli
og bókmentum. 1988-90
hevuðsgreinarlesandi á
Feroyamálsdeildini á
Fróðskaparsetrinum.
Hevuðsritgerðina = læt
Carl Jóhan úr hondum í
november 1990 og bygg-
ir fyrilesturin nú miku-
kveldið á hesa ritgerð.
Carl Jóhan er eisini rit-
hevundi; hevur givið út
4 yrkingasevn: Skríggj
(1982), Messa á kveldi
og fram undir morgun
(1984), Lygnir (1987) og
Hverkiskyn (1990), sum
varð tilnevnd til norður-
landavirðislonina = fyri
Carl Jóhan Jensen fer at røda um kenningar í
kappakvæðunum.
bókmentir í ár.
Í letuni er Carl Jóhan
tímalærari í norrenum
hjá examart-lesandi á
Fróðskaparsetri Feroya.
Eisini rekir hann
kveldskeið i føroyskum
fyri útlendingar og
stjórnar mentunar-
brævi, sum Norður-
landahúsið sendir út.
Norrøna Felagið
í Feroyum