mikudagur 6. mars 1991síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 45 — 6. mars 1991
Byrjaði
Í eonum
kjallara
Teymavirkið, sum byrjaði fyri
30 árum
síðan í Runavík,
byggir enn einaferð út
So leingi Føroyar bara liva
av fiskivinnuni, er tørvur á
slíkum sum teymum og
línum. Tí skuldi ikki nakar
vandi verið í at bygt eitt
sindur aftrat út nú, heldur
Ove Berg, sum fyri 30 árum
síðan byrjaði við Teyma-
virkinum í Runavík.
Hesi árini hevur fyritøka
hansara spakuliga ment seg.
Hann byrjaði í sínum egna
kjallara í 1961. Tá har
gjørdist ov trongligt, leigaði
hann sær fyrst onnur høli,
og í 1972 bygdi hann niðan-
fyri vegin í Runavík, har
hann bæði hevur virki og
handil við skipsútgerð.
Sumt arbeiði verður
gjørt uttanfyri virkið, at
gera línur til og atrippa
húkar
Krøvini til heilsuumstød-
urnar á slíkum arbeiðspláss-
ini eru stór, og tað er m.a.
orsøkin til, at Teymavirkid
nú byggir út. Arbeiðið vid at
impregnera línur fær harvið
eitt stórt rúm fyri seg.
Ove Berg er ikki ein mað-
ur, ið nýtir stór orð um sína
fyritøku, sum hann hevur
lagt stóra orku í og harvið
hevur ment stútt.
Nakrar av maskinunum
eru bygdar hjáJ. K. Joensen
á Soni í Vágum - eftir
ávísing frá Ova Berg sjálv-
um.
KØN FÓLK
Bara fimm fólk arbeiða á
virkinum, summi teirra
hava verið har í áravís. Tað
ber ikki til bara at taka fólk
inn í slíkt arbeiði. Tað krev-
ur royndir og ávísan kunn-
leika til maskinur eisini.
Familjan hjá Ova Berg
hevur arbeitt við alla tíðina,
og tey arbeiða øll meira enn
átta tímar um dagin.
ARBEIÐI TIL
NOGV FOLK
Virkid hevur kortini arbeidi
til fleiri fólk. Nógv eru tey,
sum sita heima og rippa
húkar og gera línur klárar
fyri Teymavirkið. Serliga
eru tað uppilagstir sjómenn,
og teir eru fegnir um at hava
hetta arbeiði at gera heima.
Haraftrat hevur virkið teir,
sum sita í geglinum, at rippa
húkar fyri seg. O.u. tríggjar
mió. krónur rindar virkið
Síða 5
um árið út í arbeidslønum.
- Hvussu tað gongur?
- Tað veldst um, hvat tú
krevur, er einfalda svarið
hjá Ova Berg.
Línufiskiskapurin = var
einaferð størri enn nú, men
arbeiðið hevur verið ngku-
lunda stútt seinastu 12-13
árini.
Og arbeiðið á virkinum er
eisini tað sama alt árið, tí tað
ræður um at hava nóg mikið
á goymslu.
Teymavirkið í Runavík
og Tog- og Snørisvirkid í
Klaksvík eru einsamøll um
at útgerð bátarnar við línum
og togum. Onkuntíð ímill-
um kemur onkur útlendsk
útgerð á marknaðin, men
tað er fyri tað mesta bara
upplop, sigur Ove Berg.
Eins og fleiri onnur, sum
fáast við at framleiða ídn-
aðarvgrur, hevur hann strítt
sítt stríð við tollvaldið. Í
nógv ár noyddist hann at
gjalda toll av råvørum, með-
an lidnar útlendskar verur,
sum vórðu innfluttar sluppu
inn í landið uttan toll. Tann
spurningurin er tó loystur
nú.
Virki sum Teymavirki
missa ofta pengar, tí reiðarí-
ini, sum keypa, ikki halda
seg til at gjalda. Tað kunnu
blíva til stórar upphæddir, tí
ein línubátur skal hava út-
Ove Berg hevur verið
viðtilatútvikla maskin-
urnar sjálvur
gerð fyri 6-700.000 krónur
ul hvønn túrin. Men tað må
ein bara bíta í seg, heldur
Ove Berg.
randi
Bjørg aftur
til verka
Bjørg, ið er felagið fyri
rørslubrekad, fer nú aftur til
verka. Felagið hevur mest-
sum ligið stilt í fimm ár.
Eingin aðalfundur hevur í
hvussu er verið síðan 1986.
Men månakvøldid varð
aftur aðalfundur hildin á
ALV-skúlanum Við Åir.
Umleið 30 fólk vóru á fund-
inum.
Karolina Petersen er ikki
longur formaður i Bjørg,
men hon heldur fram í
nevndini. Formaður er nú
Brandur Petersen úr Klaks-
vík. Hann er annars lærari á
ALV-skúlanum.
Hinir nevndarlimirnir eru
Katrin Haraldsen á Eiði,
næstformaður, Amy Elias-
sen í Leirvík, kassameistari,
Øssur av Steinum í Kolla-
firði, Monrad Kjelnæs í
Havn og Jonnhild Joensen í
Havn
Øssur av Steinum avloys-
ir Karolinu Petersen sum
umbod hjå felagnum i Meg-
infelag teirra Brekadu i Før-
oyum.
Limatalid í Bjørg er um-
leið 250.
Felagið Bjørg varð upp-
runaliga stovnað í 1972 av
ALV-næmingum, men
seinni varð tað víðkað til
eisint at vera fyri onnur
rørslubrekad.
Felagið er væl fyri
fíggjarliga. Tað eigur m.a.
250.000 krónur í íbúðar-
stovninum hjá Bjørg, og
ætlanin er at fara at byggja
íbúðir til brekað.
randi
Brandur Petersen er nú
formaður í Bjørg
Norðurstreymoyar
Javnaðarfelag
Aðalfundurin
verður
mikudagin 20. mars.
Tíð og stað verður lýst seinni.
Skrá samb. lógini.
Nevndin
LOSS ILL: