Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-03-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. mars 1991síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 45 — 6. mars 1991 --Tað tók okkum sekundir at sleppa úr aftaná gasspreingingina, siga Tummas Pauli Juul og Sjúrður Andreassen, sum ligga illa brendir á B 5 á landsjúkrahúsinum Á stovu try á BS á landsjúkrahúsinum standa tvær sengur. Í teimum liggja tveir ungir dreingir. Eitt sjónvarpstól og ein videoupptakari stendur við fótalagið og nakrir videofilmar síggjast eisini. A nåttbordinum standa fullar og hálvtómar colafløskur. Vindeyga er opid og landsyningurin ger sjukrastovuna kaldliga. Dreingirnir vóru fyri eini óhugnaligari hending seinasta fríggjadag, men hóast tað er hýrurin góður og teir eru heldur ikki sørir fyri at skemtast av og á, meðan Sosialurin prátar við teir. Tað er týsmorgun og klokkan hevur sligið 11:00. WEEK-END I SAKSUN —Vit ætladu okkum at hava eina stuttliga week- end í Saksun. Vit vóru 11 ungfólk, seks dreingir og fimm gentur. Tó vóru øll ikki komin norður. Ein av okkum hevði lánt sum- marhúsið, sigur Tummas Pauli Juul. --Vit vóru í ferð við at gera húsið klárt til viku- skiftið. Vit høvdu kykað í eini pejs, sum stóð í køkinum, sigur Tummas. -Í húsinum er ein heitvatnsbrennari til gass. Eg hevði verið úttanfyri og sett gassfløskuna til, sigur Sjårdur Andreassen. STODU OG PRÁTAÐU --Vit standa so inni og práta. Vit høvdu roynt at fingid heittvatnshitaran at rigga, men tad bar ikki til. Hesin er riggadur soleidis, at ikki er neyðugt at nýta svávulpinnar, tú trýstur á ein knøtt, so tendrar ein neisti inni í brennaranum, sigur Sjúrður Andreassen. --Meðan vit práta, vit luktaðu einki gass, letur ein hurðina upp ul pejsina, fyri at vita hvussu bren- nur. Og so hendur spreingingin. Alt rúmið stóð í einum loga. Eg og Tummas stóðu ringast fyri og fingu flammuna beint í andlitið, sigur Sjúrður. TRAÐKAÐ NIÐUR --Aftanfyri okkum stóð ein genta sum eitur Mai- britt. Vit vendu okkum so knappliga fyri at sleppa út, at hon varð vaðkað niður. Hetta var heppið fyri hana, tí hóast hon brákaði eitt riv fekk hon lítlan eld- skaða. Ein drongur sum eitur Reinhard brendi nak- að av andlitinum, eitt sindur av arminum og ein onnur genta, Vivian brendi armin nakað, Heidi var stødd á wc-inum, hon fekk ongan skaða, siga Tummas og Sjúrður. AIN BJARGAÐI -Tað tók okkum bert sekundir at sleppa út. Vit runnu beinanvegin til ánna, sum liggur skamt frá húsunum og keldu sárini. Vit halda, at vit tóku tað ógvuliga róliga. Vit fóru beinanvegin at sløkkja eldin og ein rann eftir hjálp. Tað gekk væl at sløkkja eldin. Vit høvdu eitt teppið, eina dýnu, men ongin spann fanst i húsinum. Ein eldsløkkjari var í húsinum, men hann riggaði ikki, sigur Tum- mas og Sjúrður ÓRÓGVAÐU NATTURÐAN Spreingingin hendi um sekstíðina, og so skjótt sum tey høvdu fingið tamarhald á eldinum, runnu tey ul næsta hús. Tummas greiðir frá: -Eg fór ikki í sama hús sum hini. Men eg var væl móttikið. Tey royndu at køla sårini við vatni. Eg stóð nærmast eldinum, og tí var eg ringast brendur í andlitinum. Eg minnist ikki hvussu fólkini kall- aðust sum eg kom til, men eg eri Ogvuliga takk- samur fyri teirra hjålp, sigur Tummas Pauli Juul. —Vit fóru í eitt annað hús og eg minnist heldur ikki hvussu fólkini kallaðust. Har var borðreitt til ein góðan døgverda og eg haldi, at vit órógvaðu húsfólkini. Men tey tóku sera væl ímóti okkum. Tey fyltu beinanvegin baðikarið við køldum vatni og so skiftust vit um at kola okkum av, sigur Sjúrður Andreassen. FYRA TIMAR I VATNI --Skjótt kom sjúkrabilur úr Skálafirði og eisini kom hjálp úr Havn. Í sjúkrabilinum høvdu teir okkurt kalt, sum teir sproytaðu á meg. Eg haldi, at eg mundi hava ligið meir ella minni í vatni í fýra tímar, frá spreingingini og ul eg lá í sjúkrasongini á landsjúkrahúsinum. Og tá var eg kaldur, sigur Sjúrður Andreassen. GOÐ UTLIT --Vit halda, at vit hava tíkið tað ógvuliga róliga síðan hendingina. Vit hava eitt sindur av febri, men pínan er ikki nógv, vit fáa eisini doyvandi heilivág. Læknarnir siga, at vit eru ikki so ógvusliga brendir. Talan er ikki um tridugrads brenning, men fyrstu og ødru. Læknarnir siga, at brunasårini koma ikki at siggjast . Og heldur ikki verdur neydugt at senda okkum niður, siga teir báðir. SJÓNVARPIÐ Tummas er eitt sindur * argur inná sjónvarpið, sum bar tíðindini, áðrenn hansara nærmastu høvdu fingið boð um at hann var brendur. Hava tit kent nakað til "sjokk" aftaná ingina? --Nei, tað halda vit ikki. men sjálvandi, tað er óhugnaligt at hugsa sær, um spreingingin hevði verið verri og vit høvdu verið uppaftur verri brend- ir, Siga teir báðir. ROTTUR —Vit eru ikki greidir yvir, hvat orsøkin var til gasslekan. Men tå vit komu í húsið sóðu vit at hend- rottur høvdu verið uppá spæl. Har lá ein sundur- pettaður pakki við sukurmolum. Ein møgu- leiki er, at rottur hava gnagad hol å gasslanguna, siga Tummarsog Sjúrður. Tummas lærir til bil- mekanikara hjá P/F Vil- heim Nielsen og Sjúrður lærur til bilmálara hjá P/F Wenzel Petersen. Teir takka enn einaferð fólkunum í Saksun fyri hjálpina. jústinus Síða 7 = Tummas Pauli Juul fremst á myndini og Sjúrður Andreassen á BS á landsjúkra- húsinum. --Vit hava góðar vónir, siga teir. Mynd Kalmar Atlantsflog DÐANUR ICELANDAIR SAF $ Faroe Travel Tlf 12600