Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-03-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. mars 1991síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Fríggjadagin kl. 19.00: Lívið um tey 30 Tað gongst illa hjá Michael og Elliot í fyri- tekuni. Um tað ikki eydnast at halda fast við ein av sterstu kundum teirra, fara tey á húsagang. Tey royna at fáa Melissu at hjálpa sær. Hon hevur júst fingið sína higartil størstu uppgávu — hon skal av- mynda heimskendu sangarinnuna Carly Simon. Leygardagin kl. 22.03: Room At The Top Enskur filmur frá 1958. Joe Lampton er ein ungur maður, sum vil koma fram. Hann ger av, at einki skal forða honum í tí heldur. Tí fer hann at ganga saman við Susan, sum er dóttir ein ríkan mann í bý- num. Pápi hennara er harðliga ímóti hes- um, og sendir dóttir sína burtur í annan bý. Ímeðan fjasar Joe við einari giftari kvinnu. Susan kemur aftur, og Joe uppdagar, at tað er ikki bara sum at siga tað at taka upp sambandið aftur — alt fyri at koma upp á tindin. Filmurin hevur fingið ein Oscar fyri besta kvinnuliga leiklut (Simone Signoret) og fyri besta myndarit (Neil Paterson). Leygardagin kl. 8.00: Kitty og brødurnir Hardy Pápi Debbie Larkins skal vera hevuðsvitni móti nøkrum innan mafiuna, og hesir hótta nú hann og familju hansara við lívinum. Breðurnir Hardy verða tí bidnir at verja Debbie, men tað er lættari sagt enn gjert. Hon luttekur ofta í motorcross kappkoyr- ing, og tá ið mafian roynir at ræna hana í eini kapping, er tað torfert hjá Hardy- breðrunum at gera nakað. Leygardagin kl. 19.00: Norður og suður Innanhýsiskríggið er byrjað, og familjur- nar Main og Hazard standa hver sínu meg- in í hesum stríði. Orry verður herovasti í suðurstatsherinum, meðan gamli vinur hansara George verður ovasti hjá norður- statunum. Maður Brett Hazard, systir Orry, Billy, verður fluttur til Washington — eitt av fyrstu málunum hjá suðurstatun- um. Hin systir Orry, Ashton Huntoon, hevur í eini veitslu hitt Elkanah Brent og saman leggja tey ætlanir, hvussu tey kunnu vinna pening av krígnum. Madeline er í vanda á Mont Royal, tá ið maður henn- ara, Justin La Motte, sum hon er rýmd undan, vil hava hana heimaftur. Oiver Robins og Heather O'Rourke Leygardagin kl. 22.00: Poltergeist ll Amerikanskur ræðufilmur frá 1986. Fýra ár eru liðin, síðani familjan Freeling flutti úr Cuesta Verde. Nú búgva tey hjá mammu Dianu og royna at gloyma allan ræðuleikan, tey flýddu undan. Men ein dagin ringir hjá Carol Anne Freeling Leygardagin kl. 23.40: Thriller Arthur Page er ein sinnissjúkur drápsmað- ur, sum kennir seg drignan at ungum gent- um fyri at drepa tær. Blødini kalla hann nelika-drápsmannin, tí hann altíð hevur ein reyðan nelik í knappholinum, og tað er eis- ini hann, sum avdúkar hann, so at løgregl- an fær fatur á honum. Men á veg í fongsli, rennur legreglubilurin á, og tað eydnast drápsmanninum at flýggja til eina toksteð, har hann beinanvegin keypir sær ein reyð- an nelik. Hetta elvir til eitt dýrt mistak hjá einari ungari gentu, Julie. Hon arbeiðir á einari advokatskrivstovu og skal hitta ein, Michael Graham, sum hevur arvað pengar og eini hús frá einum av viðskiftafólkum hennara. Hon skal geva Graham pengar- nar og fylgja honum til húsini. Tey hava ongantíð hitt hvenn annan fyrr, og tí skal hann hava ein reyðan nelik í knappholin- um Sunnudagin kl. 19.00: Tin Men Amerikanskur filmur frá 1987. Segan fer fram í 60-unum í Baltimore, har B.B. Ba- bowsky og Ernest Tilley renna saman við bilum teirra. Báðir siga hin hava skyldina, og stødan gerst ikki betri, tá ið teir upp- daga, at teir á arbeiðsekinum eru kapping- arneytar. FR Danny De Vito Nr. 47 — 8. mars 1991 Sunnudagin kl. 22.00: Remington Steele Remington verður útnevndur til heiðurs- lim í einum vælgerðarfelag, sum roynir at varðveita ernir. Men nøkur í felagnum halda hann hava nekur skjal, skjal har tann fyrri eigarin er myrdur. Månadagin kl. 19.00: Stingray Dan Murray hevur eina tid arbeitt á eini havrannsóknarstovu langt heimanífrá, og tí ferðast hann bert heim um hegtíðirnar, annars hevur hann eina íbúð á staðnum. Men hegtíðina, sonur hansara fyllir, kemur eingin Dan heim. Konan, Annie, ringir á ar- beiðsplássið og spyr eftir honum. Har fær hon at vita, at hann ongantíð hevur arbeitt har. Hon verður bangin og biður Stingray kanna málið. Tað eydnast Stingray at fáa arbeiði á rannsóknarstovuni undir følskum navni. ; Mánadagin kl. 20.03: 9% Weeks Amerikanskur filmur frå 1986. Elizabeth er stutt síðani skild, hon er ung og vekur, býr í New York og arbeiðir í einum lista- skála. Ein børsmeklari hevur fingið tokka til hennara, og tey fara at ganga saman Týsdagin kl. 16.30: Familjan Patridge Eftir at hava kjakast í skúlanum átekur Keit sær ábyrgdina, sum stendst av at vera elsti maður í familjuni. Hann roynir tí at fara við teimum yngru systkinunum til konsertir og ballettframferslur. Men hetta halda hini ikki vera stuttligt, og tey hugsa um, hvussu tey skulu fáa Keith at gevast. Týsdagin kl. 19.03: Western - Return of The Seven Am. western frá 1966. Hetta er framhald av filminum >Sju vágade livet< (The Magnificent Seven), har sjey ævintýrarar bjarga einum litlum mexikanskum byi frå brotsmonnum. Ein av teimum sjey, Chico, búsettist í býnum og giftist við einari gentu har. Nek- ur ár eru liðin, men ránsmenninir hava ikki givið upp, og tað endar við at teir ræna Chico. Kona hansara roynir tá at fáa sam- band við gomlu vinir hansara, og fær sam- band við tveir, Chris og Vin. Teir savna fleiri mans og fara Chico til hjálpar og eina- ferð med alla at fáa brotsmenninar burtur. Leikarar: Yul Brynner, Julian Mateos, W arren Oates, Jordan Christopher, Claude Akins, Emilio Fernandez, Robert Fuller, Virgilio Texeira, Elisa Montes. Mikudagin kl. 19.00: Pør í hjórtum Veiðimaðurin Winston Davenport verður í eðini, tá ið Jonathan Hart keypir eina alu- miniumverksmiðju, sum Davenport sjálv- ur hevur roynt at keypt, og hann vil hevna seg. Davenport hevur eina tíð roynt at hjálpt at fíggja eina junglu-ranch í Suður- amerika, sum verður rikin av Liza og Geofrrey Atterton, men nú sigur hann teimum, at tey mugu finna ein annan spon- sor, t.d. tann væl kenda Jonathan Hart. Og skjótt eru hjúnini Hart á veg til Suður- amerika. Hósdagin kl. 20.00: Reilly Reilly er aftur í London, men hann er 6- tryggur har. I Ruslndi er hann eftirlýstur, og fleiri hava hug at royna at finna hann. Bæði Reilly og Lockhard verða í rættin- um í Petrograd ákærdir fyri svikagerðir. Samstundis skal Reilly í London fáa heiðurstekin fyri tænastu sína. Men eisini har eigur hann óvinir Hósdagin kl. 22.03: Mike Hammer Ein nýliga útsloppin fangi hýrir Mike at finna kvinnuna, sum hevur skyldina av, at hann fór í fongsul. Hetta ferir Mike til Harlem