fríggjadagur 8. mars 1991síða 16
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
George Bush, forseti:
Stundin komin til at
loysa kreppuna millum
arabarar og ísraelar
Tað var ein sannferdur og
sigursælur George Bush,
sum í gjár tosaði til ameri
tjóðina nú
Flógvakríggið er av og
teir fyrstu amerikonsku
hermenninir venda heim-
aftur
Og hann hevur alla or-
sek til at vera sigursælur
Ikki minni
amerikanska
tekur
sínum
stersta
konsku
enn 90 av
fólkinum
undir við
Hetta er
undirtekan,
forseta
tann
sum
forseti
hevur fingið í nýggjari tíð
Hóast tað eru tvey ár til
val verður aftur í USA,
halda eygleiðarar, at Bush
longu hevur vunnið valið.
Tað finst neyvan nakar
demokratur, sum í letuni
ein amerikanskur
torir at gera sær vónir um
at vinna á tí republi-
kanska forsetanum — og
serliga ikki teir mongu, ið
vóru ímóti, at USA fór í
kríggj.
Nú Bush vann kríggið,
ræður um hjá honum eis
ini at vinna friðin. Og tað
kann gerast ein nógv tor-
ferari uppgáva.
Tað var hetta, sum hann
tosaði um í reðu síni til
amerikanska fólkið í gjár.
Bush segði, at stundin
nú er komin til at loysa ta
arabisk-israelsku krepp-
una og somuleiðis krepp-
una millum israelar og
arabarar. Hann vísti á, at
tað neyðugt
neyðsemjum, og
við
hetta
mugu allir partar góðtaka.
Við hesum orðum legði
hann upp til eina dialog
millum ísraelar og arab-
arar og palestinarar, har
allir partar sleppa sínum
ultimativu krevum.
Bush tosaði um eina
nýggja friðarætlan fyri alt
Miðeystur og um eina
nýggja heimsskipan.
Hetta er hon, sum eygleið-
arar hava valt at kalla Pax
Americana, sum snýr seg
um, at USA sum einasta
stórveldi í heiminum skal
brúka sítt vald til at
tryggja frið og demokrati
í ellum heiminum. Summ-
ir eygleiðarar og politikar-
ar hava valt at umreða
henda leiklut við myndini
Reðan njaá George Bush
í gjár man helst koma illa
verður
við hjá teimum víðgongdu
í Ísrael, tí í reðu síni minti
forsetin á ST-samtyktir-
nar um, at Ísrael skal taka
seg úr teimum hersettu
ekjunum. Hetta er ein av
fortreytunum fyri at fáa
varandi frið í økinum,
segði Bush og legði aftur-
at, at arabisku londini tá
eisini verða at ásanna, at
Ísrael er komið fyri at
vera og at tey tí mugu
viðurkenna rættin hjá
Ísrael at vera til sum tjóð.
Baker til Ísraels
Um sama mundið sum
Bush helt hesa reðu, var
amerikanski uttanríkis-
ráðharrin, James Baker,
við at gera seg kláran til
eina drúgva ferð til londini
í Miðeystri. Fyrsta landið,
hann skal vitja, er Ísrael.
Tað er greitt, at við hes-
um orðum hevur Bush
roynt at ruddað slóð fyri
Baker, sum á vitjan síni í
Ísrael helst fer at leggja
trýst á ísraelsku stjórnina
í spurninginum um pale-
stinarar og tey hersettu
økini.
Baker hevur fyrr gjørt
eina roynd at sannføra
israelar um tydningin at
finna eina fridarliga loysn
å palestinaspurninginum,
men tå før hann heim aft-
ur sum av torvheidum.
Hesaferð hevur hesin
spurningurin størri tydn-
ing enn nakrantíð fyri at
fáa eina varandi loysn í
Miðeystri og fyri at Bush
kann gera dreym sín um
eina heilt nýggja skipan
fyri Miðeystur til veru-
leika.
Eygleiðarar vísa á, at
Bush er noyddur til at
leggja trýst á teir meira
víðgongdu í ísraelsku
stjórnini fyri at kunna
rættvísgera fyri umheim-
inum, at tað var rætt og
neyðugt at fylgja sam-
tyktunum hjá ST um at
Irak skuldi taka seg úr
Kuwait.
Hóast amerikanarar
ikki hava ella fara at
samanbera Kuwait við tey
hersettu økini, so noyðist
USA eisini at
virða tær
verður eingin lett upp-
gáva hjá James Baker, nú
hann leggur leiðina til Tel
Aviv. Tí har skal hann
hitta umboð fyri eina
stjórn, sum eingin tekin
hevur víst til, at hon vil
ganga við til nakra neyð-
loysn í palestinaspurning-
inum. Fleiri av ráðharrun-
um í stjórnini halda tvert-
urímóti, at Ísrael eigur tey
hersettu økini og at tey
skulu brúkast til teir
mongu sovjettisku jedar-
nar, sum koma til Ísraels.
Eisini hóast hetta er bein-
leiðis í stríð við ST-sam-
tyktirnar. Ein av heykun-
um er Sharon, íbúðamála-
ráðharri og fyrrverandi
verjumálaráðharri,sum
onga letu ivast í, at tey
hersettu økini eru komin
undir Ísrael fyri at verða
verandi.
PLO!
Tað, sum ger alla støduna
so torgreidda, er leiklutur-
in hjá PLO. Ísraelska
stjórnin vil ikki samráðast
við PLO sum einasta um-
boð fyri palestinarar. Hin-
vegin siga palestinarar, at
PLO er umboð teirra. Síð-
ani leiðarin í PLO, Yasser
Arafat, fór í part við
Saddam Hussein, hevur
PLO mist alt tað goodwill,
sum tað var við at fáa fyri
ikki so langari tíð síðani,
enntá í USA.
So tað verður als eingin
løtt uppgáva hjá Baker og
Bush at sannfera ísraelar
um, at teir fyrr ella seinni
eru noyddir til at samráð-
ast við umboðið hjá pale-
stinarum, PLO.
Hóast mótsteðan móti
PLO í dag er serliga stór
orsakað av stuðli tess til
Saddam Hussein, so vilja
fleiri eygleiðarar vera við,
at Ísrael og vesturheimur-
in hava einki val. Teir eru
noyddir at samráðast við
PLO skulu teir loysa trup-
ulleikarnar. Víst verður á,
at alternativið til PLO
kann vera tað, sum er upp-
aftur verri: tær víðgongdu
kreftirnar, sum einans
hugsa um at brúka vald
heldur enn dialog til at
gongu bólkar lun
palestinarar, it nu
HAMMAS, sum er ein
fundamentalistiskur bólk-
ur, hava enn ikki vunnið
fult fótafesti millum
palestinarar, men tað eru
teir hóvligu palestinar og
eisini PLO-félk, sum
ávara um henda vanda.
Teir siga, at tvíheldur
Ísrael um, at tað ikki vil
samráðast við PLO, so fer
tað at geva hesum víð-
gongdu enn meiri vald
millum palestinarar og tað
fer so aftur at hava við
sær, at terroratgerðir av tí
slag, sum hava verið dag-
ligur kostur í Libanon,
fara at breiða seg til Ísra-
els eisini.
Andstødan
Andsteðan í Ísrael, ar-
beiðaraflokkurin undir
leiðslu av fyrrverandi for-
sætisráðharranum Simon
Peres, ynskir at fáa eina
friðarráðstevnu um allan
miðeysturspurningin,
men hesum hevur stjórnin
hjá Shamir higartil havn-
að.
Peres segði fyrr í vikuni
við bretska sjónvarpið, at
flokkur hansara í hesi vik-
uni fer at koma við einum
uppskoti til eina nýggja
loysn á trupulleikunum
millum Ísrael og palestin-
arar og arabarar. Hon fer
m.a. at siga, at ísraelar
skulu taka seg úr hersettu
ekjunum ella í hvussu so
er einum parti av teimum
og skulu hesi latast pale-
stinarum til at skipa sítt
ríki.
Hvat viðvíkur teimum
hersettu økjunum, so hev-
ur tað verið politikkurin
hjá hegrastýrinum í Ísrael
ikki at lata hesi frá sær, tí
tey hava týdning fyri
trygdina hjá Ísrael. Her
verður ikki minst hugsað
um hóttanina úr Irak.
Men nú hevur tað víst
seg, at henda hóttan er
eins stór við ella uttan tey
hersettu økini, og eisini at
tað ber til at steðga eini tí-
líkari hóttan úr Ísral, so
heldur ísraelski arbeiðara-
flokkurin, at tey hersettu
økini hava mist sín stra-
tegiska trygdartydning.
Hesin er avloys há-
k oði tók
1
VIKU
Í hesum degum verður
fylgt serliga væl við, hvat
fer at henda undir vitjan-
ini hjá amerikanska uttan-
ríkisráðharranum í Ísrael
og teimum arabisku lond-
unum. Sambært reðuni
hjá Bush í gjár, so er ein
loysn á kreppuni millum
anl: > arahars n
eiar g arabdarar og
lestinarar tað
Nr. 47
8 mars 1991