týsdagur 12. mars 1991síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Postadressa: Postsmoga 78
110 Tórshavn
14720
Bústaður: Argjavegur 26
Argir
11820
Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith -
Dagny Joensen - Ólavur W. Høgnesen -
Útgevari: P'f Sosialurin
Uppseting: P/f Sosialurin
Prent: P/f Pressan 1981
Ábyrgdarblaðstjóri: Krisjan Dahl
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahi
ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Telefax:
Telefon:
Grækarismessa
SO varð aftur Grækarismessa
og við henni tjøldrini, henda
kanska týdningarmesta fyri-
boðanin um, at vunnið er á
vetri, og at várið nú av álvara
er í hondum.
HESIN trúgvi gestur birtir við
sínum fagurlátna leiki og ljóði
onkursvegna einhvgrja vón og
lætta í okkum øllum, næstan
uttan mun til, hvussu ymiskir
og tungir dagsins tregar okk-
ara annars eru, og seinnu
mong árini — síðan hesin vón-
gevari varð kosin tjóðarfuglur
okkara — hevur hann verið í-
mynd okkara av tí rætta og
reina, tí góða og gevandi, tí
fjálgandi frælsi, sum hvørki
tey ómælandi í náttúru okkara
ella vit menniskju til fulnar triv-
ast við fyriuttan.
HÓAST langa og strævna ferð
móti kæra fosturlandinum,
setist hesin vinur ikki aftur,
men legst heldur fyri og gevur
upp ond, enn ikki at lata pisur-
nar og framtíðina unnast at
koma til lívs í júst hesum kæra
lítla landi, sum hann yndar
mest.
TJALDRIÐ kennir til fulnar
vandarnar og treytirnar ann-
ars, eisini versnandi livilíkindi
tess her á landi, men helst er
=>
Q
D
= sosigaley mp é
%
tað eisini vónin hjá tjaldrinum
um ein komandi betri dag,
sum megnar at líuga tess
áræði so frægt, at tað hættar
sær undir enn eitt summar
saman við okkum, sum hin-
vegin hava so lítið at bjóða tí.
UMHVØRVISSPURNINGAR
og náttúruvernd eru tey mål,
tjaldrið fyrst av øllum minnir
okkum á. Her er enn langt á
mál, hóast ansurin fyri um-
hvørvinum, einamest á landi,
hevur verið vaksandi seinnu
árini, men enn restar tó almik-
ið. Skil er t.d. ikki enn fingið á
ruskplåssini kring landið,
heilsuoydandi pikaevjan hevur
aftur i år gjørt alt umhvørvis-
og fridkingararbeidi å bygd
sum i bý nyttuleyst — hóast
lyggjasta vetur i mannaminni
— oyðandi frárenslini frá
mongum undirskotsídnaði eru
við til at rota firðir og sund so
heilsuvandi stendst av.
OKKURT letur tí til, at tjaldrið
betri enn vit letur sær líustreyt-
irnar lynda og livir hareftir,
meðan vit mangan uttan fyri-
lit, ímóti øllum nåttårugivnum
treytum, trumfa igjøgnum alt
tað, ið kanska í løtuni kann
haldast — um ikki skilagott —
so forsvarligt, og tá oftast bert
fyri tey fáu.
OVURSTORU krevini, vit
MEME SAS
0
Nú
%
seinnu árini hava sett til sam-
ferðslukervið, streymfram-
leiðslu við fossamegi, okkara
sera ósmædna og lendiskrevj-
andi sethúsapolitikk fyri ikki
at tala um alingina, hava hvort
í sínum lagi broytt fortreytirnar
hjá komandi mongu ættarlið-
um til kanska at skipa ødrvisi
og betri fyri.
TÓ eru neyvan allar hesar
broytingar av tí illa, og ivaleyst
fara vit at duga at liva við teim-
um, men duga vit ikki enn at
skilja nåttårugivna umhvørvis-
prisin, er lítil vón fyri stórri
hygni í framtíðini.
HETTA má til, serstakliga inn-
an annan náttúrutreytaðan
tått, høvudsvinnu okkara, sum
av berum og blaktaðum fyri-
litarloysi nå nærum liggur í
andaleypi. Hóast ávaringarnar
allar móti nøgdarveidu við
fleiri og fleiri hestum og skip-
um fyri sama troli, hevur hetta
tilfeingisrán hildið fram ótarn-
að til henda dag — til snøgt
sagt alt nærum er oytt.
VIT kunnu erpa okkum av
mongum, eitt nú at vit sigast
at eiga heimsins reinasta hav,
men verri ber okkum til at
reypa av, hvussu vit hava um-
sitið hesa okkara felags ogn —
fyri ikki um at tala, hvussu lítið
vit í veruleikanum hava megn-
að at fingið burturúr hesum
vitloysinum.
AT bæði vinna og politikarar
allir nú ikki síggja aðra loysn,
enn við upphøgging at keypa
sær náði frá gudunum fyri mis-
brotini, er sjálvsagt meira av
neyð enn av sjálvrannsakan
og angri um rikna oyðingar-
politikkin.
VÓN okkara skal bert vera, at
vit við tí lítla, vit hava, kortini
aftur við náttúrunnar hjálp
røkka eini skilabetri umsiting
av ti, ið átti at kunnað verið
framtíðarinnar fongrika hav
okkara.
Ov biligt
Í samband við málið um
afturlatingarlógina skrivar
Norðlýsið í oddagrein
m.a.:
Tað ljóðar eitt sindur
logið at hoyra í útvarp-
inum, at kioskeigararnir
hildu, at matvøruhandlar-
mnir áttu ikki at sleppa at
hava opið longur út á
kvøldarnar orsakað av, at
teirra vørur vóru bíligari
enn tær hjá kioskunum.
Tað kann ikki vera
nøkur orsók fyri ikki at
sleppa at hava opið at
vørurnar eru ov bíligar.
Ein skuldi heldur trú at
tað øvugta skuldi verið
galdandi.
Hinvegin, verður tað so
at matvøruhandlarnir fara
at hava opið út á kvøldið
eisini, so verður tað iva-
leyst brúkarin, ið kemur at
gjalda hesa meirútreiðslu
hjá teimum. Tí er ivaleyst
rættast at afturlatingar-
lógin sum hon er, verður
hildin, soleiðis at brúkarin
kann fáa eina so bíliga
vøru sum gjórligt.
Óttin fyri
tí gamla
Í oddagrein harmast
Dagblaðið á, at tað fyrst
og fremst eru tey nýggju
og góðu skipini, sum fara
úr flotanum:
Vit hava so valt at læsa
okkum inni kring Føroyar.
Hava fingið óskudólga-
lyndi. Vinnan sjálv og tað
løgting, hon hevur verið
noydd til at líta á, tykist
samd um at leggja doyin á
optimala troyting av nær-
leiðunum. Vit eru nøgd við
at rógva afturáaftur gomul
og roynd heimamið. Hava
mist útferðar- og bragd-
arhug í fremandum sjógvi.
Nú vendist neyvan aftur.
Men vit hava ti skyldu til
at sanera flotan, enntá fyri
dýran pening, til tess at
fáa frægastu samanseting
av nýggjum veiðifórum og
-hættum til tess at útvega
inntókugrundarlagið undir
framtíðar Føroyum. Tað
gera vit ikki við bert at
lata bestu skipini fara og
dangurnar flóta eftir.
Tann lærdóm máttu vit at
havt fingið frá fimti-
árunum.
Flogvøllur
Dimmalætting viðgerð
flogvallarspurningin i
oddagrein leygardagin:
Om det blev bedst som
det blev, nemlig at det
senere kom til en ud-
videlse af den værende
flyveplads, vil der vel altid
være delte meninger, sær-
lig andetsteds end måske
netop på Vågø, der be-
skæftielsesmæssingt har
fordel af den nuværende
situation.
Men planerne nu om at
anlægge flyveplads í nær-
heden af hovedstaden - for
egen regning - ville vel
aldrig være kommet frem,
hvis flyvepladsen i sin tid
var blevet placeret ved
Skålefjorden. Eller ville
den alligevel?
Ferdamannavinnan $
Sum eitt ískoyti til
inntøkumøguleikar
okkara verður eitt nú
ferðamannavinnan
nevnd. Nýtt
ferðamannaráð við
trimum limum er um at
vera valt, og so er bert
at vóna, at tað av álvara
fer til verka.
Bera vit okkum rætt
at hvat
ferðamannavinnuni
viðvíkur er einki at
ivast í, at hendan
vinnan kann E2Tast eitt
fitt íkast til
inntøkumøguleikar
okkara. Bædi beinleidis
landsbúskaparliga og
ikki minni fyri mong,
sum kunnu koma í
vinnu.
Tað er at vóna, at
Ferðamannaráðið, sum
tað nú er skipað, verður
ført fyri, at seta út í
kortið ein
ferðamannapolitikk
skipaður eftir okkara
viðurskiftum, og at
tilvildin á økinum
verður minni enn
higartil.
Millum annað eigur
meira at verða gjørt fyri
at smábygdirnar verða
betri førur fyri at taka
ímóti ferðafólkum.