Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-03-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mars 1991síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Ein uppgávan hjá dómpróstinum: Stuðul og vedg- leiðin Sunnudagin var presta- og próstavígsla í Dómkirkjuni í Havn, har Petur Martin Rasmussen varð innsettur sum sóknarprestur í Suð- urstreymoyar eyslara pre- stagjald, sum er Tórshavn, Nólsoy og Kalsbak, og sum dómpróvstur í Føroy- um. Petur Martin Rasmussen varð prestvígdur í Keyp- mannahavn í 1961 og hev- ur verið prestur ymsa staðni í Føroyum, til hann fyri nøkrum árum síðani fór frá. Síðani hevur hann arbeitt á Fróðskaparsetri Føroya. SOKNARPRESTUR OG DÓMPRÓSTUR Tá Petur Martin Ras- mussen nú skuldi taka við prestaembætið av nýgg- jum, var hann ví fyrstu at- løgu innsettur sum prestur, og síðani innsettur sum dómpróstur. Á hátíðarligu vígsluni fekk Petur Martin Ras- mussen eitt setanarbræv frá Margrethu drotning, sum Frederik, krúnprinsur hevði undirskriva. Harnæst eit kallsbræv frá Hans Jacob Joensen, bis- kupi. TÝDNINGARMIKIÐ SKJAL - Hetta er eitt týdning- armikið skjal, sigur Petur Martin Ramusssen, dóm- próvstur, tí bispurin við hesum kallsbrævi gevur mær mynduleika at virka. Bispurin hevur eisini myndugleika at nokta fyri at geva slíkt kallsbræv, um hann ikki heldur, at viðkomandi ikki er skik- kaður til slíkt starv, eins og hann kann seta kalls- brævið úr gildi, um tað skuldi verið umstødur, sum talaðu fyri tí. Petur Martin Rasmus- sen, dómpróstur, skal virka sum vanligur sóknar- prestur, harnæst skal hann sum dómpróstur hava eftirlit við kirkjum og prestahúsum í Føroyum, hava eftirlit við at kirkju- bókurnar verða rætt førd- ar, O.s.fr. TILTAKSMAÐUR - Umframt hetta er dómpróvsturin tiltaksmað- ur hjá bispinum, um hesin er burturstaddur ella hevur forfall av einhverjum slag. Hann er ikki varabispur, tí tað embætið varð avtikið, tá Føroyar fingu bispa- dømi. Dómprósturin skal eisini innseta nýggjar prestar. Petur Martin Rasmus- sen: - Higartil er alt so nýtt, at vit neyvan sjálvir á f tidindabladid Nr. 49 — 12. mars 1997 vita, hvussu arbeidsøkini verða skipað. Hans Jacob Joensen, bispur og eg fara at seta okkum saman at tosa um hesi viðurskifti. - Eingin beinleiðis starvs- Hans Jacob Joensen, biskupur ynskir her Petur Martin Rasmussen Guðs signing og góða eydnu við nýggja virki sínum. Aftast vinstrumegin síggjar prestarnir: Jákup Reinert Hansen, Marjun Bæk, Ólavur Rasmussen( sonur dómpróstin, sum er prestur í Husum) Jákup Magnussen, Uni Næs, David Johannesen hómast aftan fyri Petur Martin, Bjarni Bæk og Høgni Poulsen lýsing er gjørd, og ongar reglur eru tøkar, sum vit beinleiðis kunnu taka til. Er ein uppgáva at halda skil á føroyskum prestum? - Jú, tað er ein upp- gávan, men umráðandi er eisini, at eg skal hjálpa og stuðla prestunum í virki teirra, sigur Petur Martin Rasmussen, dómpróvstur at enda. Orð: Dagny Myndir: Kalmar Hóast tað ikki sæst á myndini, so fekk Petur Martin Rasmussen so nógvar kossir eftir vígsluna, at hann var reyður av varrastiftum . Her heilsar dómprósturin upp á papabeiggjan Reinhold Rasmussen og pápasystrina Palmu Dahl Christiansen.