hósdagur 14. mars 1991síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 51 — 14. mars 1991
Síða 5
Mikkjal Helmsdal, fyrrv. landsverkfróðingur, bygginevndarformadur fyri Sjó- og Vektabúðina:
Serligar umstødur gera seg galdandi í Tinganesi, og tí hevur
arbeiðið við Sjó- og Vektabúðini kostað tað, tað hevur. Og
einki oyra er sóplað
Mikkjal Helmsdal, fyrr-
verandi landsverkfrød-
ingur og formaður í
Jygginevndini fyri Sjó- og
Vektabúðina, heldur ikki,
at bygginevndin hevur
søplad við peningi í sam-
bandi við byggingina av
Sjó- og Vektabúðini o.ø. í
Tinganesi.
SERLIGAR UMSTØDUR
Hgvuðssjónarmið hansara
er, at tað er dýrt at gera
umstødur til eina fram-
komna fyrisiting burturúr
gomlum bygningum, sum
samstundis skulu varð-
veita teirra gamla snið.
- Sjálvandi kundi man
ynskt, at projektið var
bíligari, men skulu vit
halda okkum til varð-
veitingarynskini, so er tað
dýrt, og út frá hesum er
eingin króna søplad, sigur
hann.
PRÍSURIN Í LAGI
Hann heldur heldur ikki,
at glíðingin úr 19 milli-
ónum krónum og upp í
góðar 28 er atfinningar-
verd. Hann vísir á, at í føri
sum hesum, broytast for-
treytirnar alla tíðina, tí alt
ikki letur seg rokna út í
forhond; tað hevur havt
við sær, at eykaarbeiði eru
komin uppí upprunapro-
jektið. Harumframt eru so
onkur arbeiði komin
aftrat, t.d. grevstur fyri
leidningum til el og vatn.
Mikkjal Helmsdal vísir
á, at bygningurin á Sæl-
ingahellu var við í upp-
runaprojektinum, men at
pengar fyrst vórðu brúktir
til eitt projekt, sum síðani
varð vrakað vid tilvising
til varðveitingavirði, og so
mátti eitt nýtt gerast.
Harumframt hevur forn-
frødiarbeidi eisini darvað
arbeiðnum.
JATTAÐUR PENINGUR
- Vit hava heldur ikki
brúkt pening, sum vit ikki
hava havt: tá vit hava sæð,
at projektið fór at dýrka,
so hava vit biðið politisku
myndugleikarnar um pen-
ing, og tað hava teir játtað,
- so talan er um játtaðan
pening og ikki *yvirtrekk',
sigur bygginevndarfor-
maðurin.
Mikkjal Helmsdal upp-
lýsir, at bert minstipartur-
in av útreiðslunum til ráð-
gevandi projekteringsfel-
agið var uppií uppruna-
fíggjarætlanini. Restin
skuldi gerast fyri rokning.
Hann váttar, at tað eina
ferð var upp á tal at gera
sáttmála, men tá var
projektið komið so langt,
at tað var ógrundað.
Sosialurin hevur eingi
dómi um rokningar frá
projekteringsfelagnum at
leggja fyri Mikkjal
Helmsdal, - kann bert vísa
á, at talan er um lutfalsliga
stórar upphæddir í mun til
samtaldu útreiðslurnar (8
milliónir av 28).
Men Mikkjal Helmsdal
sigur, at byggingin hevur
fingið fult arbeiðsvirði
fyri tann pening, sum latin
er A-Plan 0.ø.
ALT MÓTI ROKNING
- Í míni tíð sum lands-
verkfrødingur varð alt
Eg havi góða samvitsk
eykaarbeiði gjørt fyri
rokning, tí so slapst undan
at keglast um, hvat tað
kostaði at víkja frá upp-
runaprojektinum, sigur
fyrrverandi landsverk-
frødingurin, ið heldur, at
tað er so sjálvsagt í so
truplum føri sum hesum,
har fortreytirnar alla tíðina
broytast.
Mikkjal Helmsdal upp-
lýsir, at frágreiðing hans-
Fortreytirnar
eru nógv ød-
rvísi í slíkum
føri enn tá nytt
verdur bygt, og
tað er tiskil eis-
ini nógv
dýrari, sigur
Mikkjal
Helmsdal
ara um arbeiðið og við-
merkingar til bræviðð frå
landsarkitektinum Gunn-
leyg Durhuus verður
handað løgmanni i kom-
andi viku.
ówh
Mikkjal Helmsdal einaráðandi?
Akærurnar grundleysar
Hetta er viðmerkingin frá Mikkjali
Helmsdal til brævið, Gunnleyg Durhuus,
landsarkitektur, hevur sent lógmanni um
arbeiðið i bygginevndini fyri Sjó- og
Vektabúðina v.m. í Tinganesi
Tað skilst á øllum brøgd-
um, at vidurskiftini mill-
um formannin í byggi-
nevndini fyri Sjó- og
Vektabúðina, fyrrverandi
landsverkfrødingin Mikkj-
al Helmsdal, og núverandi
landsarkitektin Gunnleyg
Durhuus, hava verið alt
annað enn hjartalig.
- Hon hevur sjálv viljað
havt makt, men tað hevur
so ikki eydnast henni at
fáa, sigur Mikkjal Helms-
dal.
Hann grminnist onkra
viðmerking frá Gunnleyg
Durhuus, sum hann nokt-
aði fyri at føra i fundar-
bókina.
- Men tað var ein við-
merking, sum var fund-
inum óviðkomandi,
greiðir hann frá.
Hann minnist eisini, at
eina ferð gekst í so long
tíð áðrenn nevndin fekk
nøkur tøl frá projekter-
ingsfelganum, men veit
einki um, at hann hevur
ligið omanå upplýsingum.
Mikkjal Helmsdal sigur
eisini, at hann sum for-
maður hevði útvega
nýggjan skrivara, tá Chr.
Eli Lamhauge legði frá
- So fari eg ikki at góð-
taka, at meinigur nevndar-
limur av sínum eintingum
hevur útvega nevndini
skrivara, og ti gav tå-
verandi løgmaður, Jógvan
Sundstein, mær viðhald í.
Sosialurin: - Tú hevur
verið ovasti stjóri á einum
stórum landsstovni, sein-
astu árini eisini í sera
peningaríkiligum tíðum,
og tú ert ikki kendur fyri
at lata tær siga. Ert tú
minni vanur at spyrja hvat
tað kostar, og er tað ti, at
ein neyndarlimur upplivir
leg sum einaráðandi?
Mikkjal Helmsdal: -
Nei, eg havi ikki verid
einarådandi i nevndini og
havi góða samvitsku, -
bædi hvat mannagongd og
byggistyring vidvikur.
6wh