Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-03-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. mars 1991síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Á + Nr. 57 — 14. mars 1991 Framhald av síðu 10 Kreml, sum stingur út kósina. Sovjetbúgvar skulu svara spurningin- um, um teir eru fyri at varðveita Sovjetsamveld- ið við sínum 15 republikk- um. Ein av teimum, sum var við í mótmælisgonguni í Moskva sunnudagin, var borgarstjórin Gavrik Popov, sum er Jeltsina maður. Hann segði m.a. at fólkaatkveðan als íkki snýr seg um framtíðina hjá Sovjetsamveldinum, men um álit á stjórnina hjá Gorbatjov. Hann bað fólk atkveða nei. Sjålvur leðir Boris Jeltsin við skørpum móti leiðsluni í Kreml. Herfyri segði hann, at Gorbatjov var ein landasvíkjari. Nú heitir hann rætt og slætt á fólk um at fara í kríggj móti Gorbatjov. Jeltsin segði leygardag- in, at tann størsta av øll- um republikkunu, Rus- land, sum hann sjálvur stjórnar, fer ikki at at- kveða fyri uppskotinum hjá Gorbatjov, tí endamál- ið við tí er at binda allar republikkirnar til leiðsl- una í Kreml. — Latið okkum heldur bjóða landsins leiðslu av, tí hon hevur koyrt landið um koll, segði Jeltsin og legði afturat, at tíðin er komin til at stovna ein stóran demokratiskan flokk. Forsetin í sovjettiska tjóðartinginum Anatolij Lukijanov skuldsetti leygardagin Jeltsin fyri at erkymla fólkið. Í sjón- varpinum segði hann, at uppskotið til eina nýggja skipan fyri alt tað sovjett- iska samveldið er ein spurningur um lív og deyð. Tí fyriuttan kann Moskva ikki arbeið afram móti demokrati og betri búskaparligum viðurskift- um, segði hann. Tað var leygardagin, at Gorbatjov kunngjerdi uppskot sítt til nýggja samveldisskipan, og tað er hetta uppskotið, sum hevur fingið bæði Jeltsin, Popov og teir hundraðtús- undtals russararnar at mótmæla. Sjálvur sigur Gorba- tjov, at hetta er ein sein- asta roynd at varðveita sovjettiska samveldið. Higartil hava bert 8 av teimum 15 republikkun- um skrivað undir nýggju traktatina. Sambært henni hava republikkirnar í veruleikanum loyvi til at taka sjálvstýri, men um somu tíð eru har undan- tek, sum skulu tryggja leiðsluni í Kreml valdið á fleiri økjum. Sovjettiski herurin nakað súr at hugsa um eftir kriggiå Tað eru teir eygleiðarar, sum halda, at millum tap- ararnar í Flógvakrígnum er eisini Sovjetsamveldið. Bæði politiskt og hern- aðarliga stendur hetta stórveldið nú veikari enn áður. Hvat tí politiska partin- um viðvíkur, so fingu russar ikki heilt tað burtur úr, sum teir høvdu vónað, nevniliga at vera teir, sum fingu báðar part- arnar í krígnum at leggja vápnini og fara undir frið- arsamráðingar. Gorbatjov megnaði ikki at steðga krígnum á landi, og tað var hetta og ikki sovjett- isku friðarroyndirnar, sum fingu Saddam Huss- ein at geva seg. Men kortini halda fleiri eygleiðarar, at leikluturin hjá Gorbatjov hóast alt hevur týdning. Amerikan- arar sýnast at vera russ- arum takksamir fyri, at teir hóast alt fingu Sadd- am Hussein á glið. Tað var nettup sovjettiska friðarroyndin, sum fekk Saddam Hussein at slaka í fleiri av krevum sínum, men at hetta so ikki var nóg mikið fyri at fáa teir sameindu at gevast við krígnum, er so nakað ann- að. Eftir sigurin á irakarum hava russarar eisini víst seg at stuðla USA og hin- um sameindu og russarar siga bart út, at Saddam Hussein er ein vanlukka fyri bæði hansara egna land og allan stabilitetin í økinum. Alt Flógvakríggið hev- ur so eisini verið ein hern- aðarligur ósigur fyri russ- arar, sum eru teir, ið hava latið irakarum mest vápn og hava nógvar serfrød- ingar at læra teir at kríggjast. Hverki tann sovjettiska krígsstrategiin ella teirra vápn munaðu nakað móti USA og hinum sameindu. Hetta hava sovjettiskir herovastar sannað, og tað hevur longu verið frammi í Sovjetsamveldinum, at Flógvakríggið eigur at fáa avleiðingar fyri sovjett- isku stríðsmegina. Hon byggir í alt ov stóran mun á negd (kvantitet) heldur enn á dygd (kvalitet). Hetta er nakað sum russ- arar vilja hava broytt. Flógvakríggið fer tí bein- leiðis at fáa avleiðingar fyri alla ta sovjettisku stríðsmegina. Irakar hava í nógv ár fingið útbúgving av sovjettiskum hernadarserfrødingum og hava í stóran mun bara brúkt sovjettisk vápn. Alt hetta skal nú umhugsast av nýggjum. Sovjettiski verjumåla- rådharrin segåi stutt eftir, at kríggið var av, at royndirnar frá krígnum nú máttu hava tað við sær, at serliga sovjettiska loftverjan eigur at verða endurnýggjað. Herovastar hansara royna at verja seg. Teir vísa á, at væl kann vera, at irakar hava fingið nógv sovjettisk vápn, men tað hava sýrialendingar eisini og teir kláraðu seg væl í krígnum. Teir vísa eisini á, at irakisku herleiðarar- nir hava ikki lurtað eftir sovjettisku ráðunum, men heldur brúkt kríggið móti Iran sum grundarlag fyri sínum taktikki móti teim um sameindu. Eisini siga teir, at sovjettisku vápn- ini, sum irakar hava brúkt, hava ikki verið av teimum mest nútímans. Men kortini er kríggið ein frammaná hjá sovjett- isku stríðsmegini. Taka vit Scud-rakettirnar, sum ikki gjørdu stórvegis um seg, og har tær flestu vórðu skotnar niður av amerikonsku Patriot- rakettum, so eru tær eisini framleiddar í Sovjetsam- veldinum. Men aftur her royna herovastarnir at verja seg og siga, at Scud- rakettirnar hava verið lættari at raka eftir at týskir teknikarar hava pilkað við tær. Tað er eingin ivi um, at hesar mongu sannroyndir fara at geva teimum sov- jettisku herovastunum, sum hava verið fyri at út- byggja sovjettisku stríðs- megina við hátekni, sum samsvarar við ta ameri- konsku, vind í seglini. Ein av hesum er tann »svarti obersturin<, Viktor Alks- nis, sum er ein av mest týdningarmestu mót- steðumonnunum hjá Gorbatjov á hegravongin- um. — eingi fyri bert V Haldið so: tíðindablaðið og fáið henda góða vinin — Føroya mest lisna og mest endurgivna blad 5 ferðir um vikuna Gerist haldarar NU — og fáið alt hetta: Einsamøll tidindi sølupris! Haldið blaðið 36 við teimum fjølbroyttu tidindunum 36 við besta trúvirðinum 36 sum birtir upp undir skilagott og mennandi kjak 36 sum er blað fólksins sjálvandi urin - sosialurin - sosialurin - sosialurin - sosialurin - sosialurin Ja: ársfjórðingi. Navn: Bústaður: Bygd/býur: — Eg gerist haldari av Tíðinda- blaðnum Sosialinum og fái blaðið 5 ferðir um vikuna. Haldaragjaldid er kr. 200,- fyri ársfj. Haldarar uttanlands gjalda kr. 235.-Jársfj. Goldið verður ongantíð fyri fleiri blød enn tey, ið eru eftir at koma í einum 110 Tórshavn Kannað postverkinum