Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-03-15, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. mars 1991síða 18

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 18 Tíðindaskriv frá Norrona Felagnum í Norðuroyggjum Sjófuglur og stóða hansara við Føroyar er heitið á fyrilestri, sum Bergur Olsen, fuglafrødingur, heldur í By- rådshøllini í Klaksvík sunnudagin 17. mars, kl. 15.30. Síðani 1972 hevur hann at vísa myndir | Bergur Olsen á frá teljingini í 1987. hverjum ári gjørt lom- Myndir vera úr vigateljingar í Hevd- Norðoyggjum. anum í Skúvoy. Bergur sigur seg vera komnan til ta niðursteðu, at seinasta ár var hitt ringasta, ein veit um, hjá ternu, lom- viga og lunda. Hevur onkur eygleiðingar her Fyri at telja fugl | vóru í 1987 myndir tiknar frá sjónum av øllum lomviga og ritubjørgum i Føroyum. noråuri frå, id benda å Frá hesum fuglatelj- aðra gongd enn hans- ingum fer Bergur at ara, vi! hann fegin greiða írá. Eisini fer frætta. Vist er lO Nr. 52 = 15. mars 1991 gloysi i Tinganesi! Í útvarpinum mikukvøld- ið kom Kjartan Hoydal við eini rættuligari sjófor- kláring um, hví landsstýr- ið ikki hevði lagt uppskot- ið um at taka rættin til minstulen frá ávísum fiskimonnum fyri starvs- nevndina hjá fiskivinnu- ráðnum, soleiðis sum lóg- in ásetir. Frágreiðingin var tann, at her var talan um eina broyting í eina lóg um uppheggingar- stuðul, sum var samtykt, áðrenn fiskivinnuráðið var skipað. Annars var bert talan um eina rætting í lógini, so hon samsvaraði við »politiska viljan« hjá undanfarnu samgongu. Tí var hetta mál fiskivinnu- ráðnum óviðkomandi. Fyrst er at siga, at júst hetta mál hevur víst, at lógartulkingin hjá fiski- vinnuumsitingini ikki er nakað verd. Sum eg áður havi víst á í blødunum royndi fiskivinnuumsit- ingin at tulka galdandi lóg um upphegging soleiðis, at fiskimenn samb. hesi lóg ikki áttu minstuløn. Hesa tulking máttu teir eta í seg aftur. Løgfrødis- liga grundgevingin hjá KH fyri ikki at leggja hetta mál fyri starvs- nevndina er eins lítið undirbygd, sum áður nevnda avgerð, har tað var lógartulkingin hjá FF, sum var við yvirlutan. Og at eitt mál, har und- anfarna landsstýri mátti bakka í síni roynd at seta fiskimenn uttanfyri lóg- ina, nú skal smuglast gjøgnum eitt nýtt lands- stýri vísandi til >politiska viljan« hjá einum undan- farnum falleraðum lands- stýri, sigur nakað um hver tað er, sum veruliga stýrir í Tinganesi. Síðan boðaði Kjartan frá, at starvsnevndin nú var innkallað at viðgera tey mál, sum nú skuldu leggjast fyri tingið. Í hes- um sambandi skal eg greiða frá eini aðrari søgu í samband við fiskivinnu- ráðið. Tá prísískoyti m.a. vórðu sett pr. 1. oktober seinasta ár var starvs- nevndin heldur ikki eftir- spurd, hóast greitt verður sagt, at landsstýrið skal leggja uppskot til kunn- gerðir fyri starvsnevnd- ina. Hesum lógarbroti átalaði eg í blødunum aftaná. Men knappliga kemur bræv frá landsstyr- inum, har nevndin fær sendandi uppskot um nakrar serligar studning- ar fyri ikki-feskfiskaveiðu, t.d. saltfiskastudning, ídnaðarstudning v.m., til ummælis. Men meðan tað í fyrra førinum var talan um broytingar, og tí mál at taka steðu til, so var í hesum seinna ferinum, sum starvsnevndin slapp at ummæla, bert staðfest- ing av upphæddum, sum høvdu verið í gildi framm- anundan, og var hetta tí- skil bert eitt avgreiðslu- mál. Eg skrivaði seinni til landsstýrið og spurdi um, hverji kriterium lands- stýrið nýtti, tá tað sendi studningsmál til starvs- nevndina til ummælis. Tað kom aldri nakað svar. Men mannagongdin tykist at vera heilt greið hjá bæði undanfarna landsstýri, verandi lands- stýri og Kjartan Hoydal »i skøn forening«. Mål sum hava veruligan tydning fyri fiskimenn og fiski- vinnuna verða ikki send til ummælis. Tí tá er vandi fyri, at vinnanf er at hava aðra áskoðan enn lands- stýrið. Og tað skuldi helst ikki hent, tí tað kundi oyðilagt myndina av politikarunum, sum »vita alt um alt«. Men mål, sum mugu roknast sum rein avgreiðslumál, verða send til ummælis. Men sjálvt her eru ikki reinar linjur. Málið um avteku av óbrúkiligu prísásetingar- nevndini, sum varð sam- tykt í fjør, er sent nevnd- ini til ummælis, meðan uppskotið um avteku av ráfiskabýtinum ikki er sent til ummælis. Borgarar landsins mugu krevja, at lands- stýri og fyrisiting treyta- leyst halda landsins lógir. Hetta er ikki gjørt i teim- um málum, sum her eru umredd. Og tað at menn nú knappliga finna uppá at innkalla starvsnevnd- ina, tí skrivað er um hetta lógloysi í bleðunum, er sanniliga ikki trygd fyri, at lógin verður hildin í framtíðini. Óli Jacobsen Shell sekir vit eftir fólki til: Kassa- starvsfólk til nýggju servicestødina, ið verður bygd við Norðara Ringveg og sum væntast liðug síðst í apríl 1991. Til at arbeiða skiftandi vaktir frá kl. 07.30 til kl. 22.30 gerandis- dagar og frá kl. 09.00 til kl. 22.30 leygar- og sunnudagar søkja Kósavirkið avgreiðslu: Bensin- avgreiðslu: Reingerð: Arbeiðið fevnir um kassaavgreiðslu, vørubi- legging og uppfylling. Vit vænta, at tú ikki ert yngri enn 20 ár og hevur nakað av royndum innan kassaavgreiðslu. Arbeiðið fevnir um at lata bensin á bilarnar. Vit vænta, at tú ikki ert yngri enn 17 ár. Í umsóknini er meguleiki at seta fram ynski um arbeiðstíð. Til reingerð av selubúðini og ødrum rúmum sekja vit eftir fólki til: Tað skal gerast reint hvert kveld eftir at stongt er. Send skrivliga umsókn við meguligum prógvum og viðmælum til P/F Shell, Viðarnes, Postboks 188, 110 Tórshavn. | €D Shell Bjergvin .... 15.300p Bláaberg .... 8.900 p Bylgjan .....1.600 p Esther sn. .. 30.800 p Eysturhevdið 2.600 p Fjalltangi .... 2.100p Fuglberg .... 9.600 p Guðrun .......500p Gudrun .. ..12.700p Havnartindur 8.100 p Havsbrún ... 20.400 p Hvítabrúgv .. 6.800 p Henny ......3.400 p Halgafelli .... 2.400 p Hvessingur .. 3.800 p Johanna Maria 8.100 p Jøkul . 16.700 p Kristnes ..... 2.400 p Nevið ....... 2.400p Norðingur tr. 16.000 p Norðaritangi . 1.900 p Olgar í Gerðum 1.200 p Pollur 5.700 p Raðhamar tr. 10.100 p Rógvan 700 p avreiðingar Rókhamar .. 16.800 p Skorhamar ... 7.800 p Skylisklettur 5.000p Steinsbrúgv . . 2.900 p Sjúrðarberg 35.400p Skoraberg . . 35.400 p Vårsol .......1.800 p Vesturhavid . 10.400 p Vesturlíð .... 2.200 p Roykivirkið Dragaberg ... 1.200 p Dúgvuberg ...1.300p Kallanes .... 20.200 p Háennið .... 19.000 p Norðberg .... 4.800 p Reynsmúli .. 25.300 p Svartaberg ... 2.900p Sunneva D. .. 5.300 p Ørnin . 2.800 p Fiskavirkid i Norðdepli 50.000 pund