týsdagur 19. mars 1991síða 10
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
tidindabladid SpSjalurin
Irena Olsen og Eyð-
leyg Mikkelsen hava
ikki verið við á
livnum í seinastuni, og
tað hevur óivað eisini
havt sína stóru
ávirkan á, at tað nú
fór at ganga meira
striltið hjá skála-
kvinnunum móti end-
anum av kappingini.
Mynd: Hilmar Jan
S fyri Skála og S fyri
Sunnudagin varð seinasti dysturin í 1.
deild hjá kvinnunum í hondbólti spældur á
Skála
Men longu leygardagin varð greitt, at
tað gjørdust kvinnurnar av Skála, ið
vunnu FM-heitið, og harvið eisini brutu
níggju sigursrødina hjá
Neistakvinnunum, ið suverent hava verið
ara
einmaráðandi á føroyska
hondbóltstoppinum
Um hetta so fer at eydnast
skálakvinnum at halda fram við, og tær
kanska framhaldandi fara at
toppinum, má tíðin koma at vísa.
verða í
Skála hevur eitt ungt lið
I ollum fórum eru bæði ungir og evna-
ríkir spælarar á liðni
so framtíðini
Skuldi einki verið í vegin við
Verður t.d. hugt at Neista-liðnum, so er
har m.a. Svanna Hanusardóttir, ið hevur
Gullkvinnurnar av
Skála. Aftast frá vin-
stru: Suni Danielsen,
venjari, Tóra Joensen,
Daimi Poulsen, Katrin
Petersen, Sára Thom-
sen, Paula Jacobsen
og Eyðleyg Mikkelsen.
Fremst frá vinstru:
Bjørg Mikkelsen, Al-
ma Joensen, Andrea
Weihe, Sóleyg Mikkel-
sen, Petra Weihe, Sus-
anna Kallsoy og Irena
Olsen. Mynd: Hilmar Jan
verið besti hondbóltsspælarin í mong harr-
ans ár.
Og eftir spælinum at dóma er einki, ið
bendir á, at hon hevur serligan hug at gev-
ast.
Og tá skálaliðið er so ungt, sum tað er,
Skuldi heldur ikki verið nøkjur grund at
hildið, at tær ikki kunnu gera seg galdandi
framyvir eisini.
Ov nógv lagt á Sóleyg
Hinvegin er ein stórur vansi við liðnum
av Skála, sum partvís eisini vann FM-heit-
ið í fótbólu í summar.
Tann vansin er, at nógv størsta byrðan á
liðnum verður løgd á Sóleyg.
Meðan hinar undir venjing ikki smæðast
at skjóta uppá mál, er hetta tann stóri
trupulleikin, tá spælt verður í dysti.
Tá spæla hinar bara b6ltin til Sóleyg og
vænta so, at hon skal skjóta øll málini.
— Og tað ger hon so sanniliga eisini!
Skotið íkki færri enn 219 mál
Í hesum kappingarárinum hevur Sóleyg
skotið nógv tann størsta partin av målun-
um, Skála hevur fingið, og í flestu dyst-
unum hevur hon átt yvir tveir triðingar av
teimum.
Í t.d. seinsta dystinum skjeyt hon niggju
av tólv málum, meðan bert ein annar
spælari á liðnum kom á listan í gllum
dystinum við trimum málum. tað var
Daimi Poulsen.
At Skála so eisini hevur verið Irenu Ol-
sen og Eyðleyg Mikkelsen fyriuttan, hev-
ur sett sín dám á seinastu dystirnar, tí ikki
hevur gingið so væl nú, sum í fyrstuni av
kappingarárinum.
Og so er tað fótbólturin...
Núer so hondbóltskappingin av hesa-
oleyg
ferð, og farið verður undir annan ítrótt.
A Skála er tað heldur einki undantak, at
fleiri av teimum, ið nú hava vunnið FM í
hondbólti, eisini vóru við á FM-vinnandi
liðnum í fótbólti.
Hesar hava neyvan hug at lata tað heitið
gleppa sær av hondum uttan at royna at
verja tað, og tí verða fleiri av hondbólts-
kvinnunum á Skála eisini at síggja í appel-
singulum skjúrtum við fótbólti fyri fótum,
tá tann kappingin byrjar.
Hvussu har fer at gangast, verður spenn-
andi at síggja, men í øllum fórum kann
verða sligið fyribils fast, at hesi bæði heiti
— umframt steypavinnaraheitið í hondbólt-
inum aftrat — eru sonn ítróttarbrógd, sum
tað hevur eydnast írtóttarkvinnunum á
vestara skálafjarðararmi at fremja.
Torført verður at endurtaka, men at tær
fara at royna, ivast eingin í!