týsdagur 19. mars 1991síða 13
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 54 — 19. mars 1991 3
Síða 13
Tad er undrunarvert, at tit
hava so nógvar snælarar
Formaðurin í StÍF,
Henry Jarnskor sam-
an við tí bert 24 ára
gamla danska venjar-
anum Tonni Kjær.
Mynd: Hilmar Jan
Hóast strandingar endaðu
á aftasta plássinum í ovara
bólkinum, og teir bert
vórðu eitt stig frá at fáa
bronsu, tykjast teir vera
vælnøgdir við árið, ið farið
er.
Tann bert 24 åra gamli
venjarin, teir hava havt,
hevur nevniliga gjørt eitt
so mikið munagott ung-
dómsarbeiði hetta seinasta
árið, at framtíðarvónirnar
ikki skuldu verið tær ring-
astu hjá strandingum.
Letur væl at
„Tá eg kom til Føroya,
áðrenn kappingin byrjaði,
kendi eg lítið og einki til
føroysk viðurskifti, men
aftanå at hava verid her
hetta árið, má eg viðganga,
at eg havi fingið eina sera
positiva hugmynd," sigur
Fonni Kjær, StÍF-venjarin.
„Sjálvsagt er okkurt, ein
kanska kundi hugsað sær
ødrvisi innan hondbåltin,
men sum heild kann eg
ikki annad enn lata væl
at”
Tonni Kjær er 24 åra
gamal, og år Thisted i Jut-
landi.
Hann hevur spælt nógv-
an hondbólt í yngru deild-
unum har niðri, men ikki
longur upp enn til ung-
lingaaldur sum spælari
burturav.
Venjari i Afrika
Sidan hann var 18 åra
gamal hevur hann so at
siga verið venjari * msa-
staðni, men hevur tó »nk-
untíð eis“ i spælt við te,m-
um liðunum, hann hevur
vant.
„Mær dámar væl at ferð-
ast, og tað var eisini ein av
orsøkunum til at eg kom
hendanvegin at vera venj-
ari hjá StlF,” sigur Tonni
Kjær. „Áðrenn havi eg
verið venjari ymsastaðni,
millum annað í Afrika, hjá
einum ghanesiskum felag."
Væntaðu sær
botnpláss í ár
Tá strandingar fóru undir
at fyrireika seg til hetta
kappingarárið, var tað ikki
við teimum heilt stóru
vónunum. Roknað varð
við einum plássi í niðara
bólki, og so mátti fáast tað
burturúr, sum kundi.
Men liðnum eydnaðist at
koma í ovara bólkin, og
eru strandingar vælnggdir
við tað.
„Vit hava ikki somu
møguleikar sum feløgini í
Havnini, tí har flytir altíð
fólk ul, umframt at nógv
fólk er frammanundan at
taka av," sigur StIF-venjar-
in. „Her hjá okkum mugu
vit taka til takkar við ti
fólki, vit nú einaferð hava
her á vestara arminum á
Skålafjørdinum. Lítið og
einki fólk flytir til, so vit
mugu sjálvir fáa tað fram
av spælarum, sum vit hava
brúk fyri."
Hann sigur, at hjá teim-
um sá einkin serligt út við
fólki, tá kappingin skuldi
byrjað. „Liðið hevði ikki
Poul Enok og Elias við,
sum jú hava verið millum
teir drúgvastu málskjúttar-
nar seinastu árini. men
hinir hava dugað at fylt
holini, so spælið kortini
hevur gingið rættiliga
væl."
Vit aðrir mugu gerast
betri
Tonni Kjær sigur, at
hann væl dugir at síggja, at
Kyndil er langt framman-
fyri hini liðini í manshond-
bóltinum.
„Men skal tað broytast
nakran veg, sum hjálpir
ikki, at Kyndil verður
verri, men hinvegin, at vit
aðrir gerast betri," sigur
hann. „Tí stendur tað upp
til hini liðini at fáa gjørt
nakað við seg sjálvan, so
eitt so stekrt lið sum Kynd-
il kann fáa ta mótstøðu,
liðið hevur uppiborið, og
so hini eisini kunnu upp-
náa nóg góð úrslit móti
Kyndli."
Tonni metir annars, at í
hvussu er nøkur av hinum
liðunum innan alt ov langa
tíð kunnu gerast munandi
betri.
„Komandi ár ivist eg
ikki í, at tann stóra og
góða breiddin í liðnum hjá
VIF kann koma tí til góð-
ar, so felagið tá fer at
kappast uppaftur meira við
okkum um plássið í
ovarabólki saman við
ødrum,” heldur hann.
Stórt ungdómsarbeiði
Tað, sum strandingar
serliga hava verið glaðir
fyri, nú teir hava havt
hendan unga og ágrýtna
venjaran, er tað stóra ung-
dómsarbeiðið, hann hevur
gjørt.
„Ja, vit hava eisini fingið
nøkur góð úrslit í yngru
deildunum," sigur Tonni.
„Dreingir 10 ár vunnu gull,
og dreingir 12 ár vunnu
silvur. Haraftrat eydnaðist
mansunglingunum hjá
okkum at vinna bronsu."
Men sum skilst, er ætl-
anin ikki at sleppa ung-
dómsarbeiðinum uppá
fjall, nú tað gongur sum
best.
„Aftrat teimum liðunum,
eg havi vant, havi eg eisini
havt einar 25 dreingir í
aldrinum 7 til 9 ár, sum av
spælt hondbólt," greiðir
Tonni frá. „Teir skuldu so
verið nøkunlunda væl fyri,
tá teir í 10 ára aldri av álv-
ara kunnu byrja at spæla í
kappingum."
Nógvir spælarar
„Eg haldi annars, at tað
er flott, at tit við hesum
47.000 fólkunum spjadd-
um runt á 18 oyggjum
kunnu hava so nógvar
Tá kappingarárið
byrjaði, var greitt, at
Poul Enok og Elias
ikki vórðu við StIF í
ár. Men kortini hevur
bróður teirra, Poli,
saman við hinum á lið-
num klárað tað so væl,
at liðið endaði í ovara
bólkinum, tá avtorn-
aði. Hendan myndin er
frá dystinum leygar-
dagin móti KIF. Mynd:
Hilmar Jan
hondbóltsspælarar, sum tit
nú einaferð hava."
Tonni Kjær nevnir, at
hann vildi mett, at einir 50
av hondbóltsspælarunum
saktans høvdu klárað seg
væl í Danmarksseriuni, og
at fleiri eisini høvdu kunn-
að gj.rt vart við seg í hægri
deildum, um teir sluppu at
royna seg í góðum feløg-
um
Hinvegin heldur hann
kvinnuhondbóltin enn
liggja á einum í so lágum
sugi:
„Kvinnurnar standa aft-
anfyri, og har skal nokk so
nógv til aftrat, áðrenn før-
oyski kvinnuhondbólturin
veruliga kann gera vart við
seg."
Fótbólturin gagnar
kvinnuhondbóltinum
Serliga heldur hann, at
kvinnurnar eru ov óvanar
við at renna.
„Til dømis gera danskar
gentur í skúla og aðra-
staðni nógv meira við at
renna, enn vanligt er at
síggja her," heldur Tonni.
„Tí haldi eg, at tað hevur
gagnað hondbóltinum
nógv, at kvinnurnar eisini
spæla fótbólt, tí tá gera
tær meira við tann partin
av spælinum."
Men tað er ikki bert á ti
økinum, hann heldur fót-
bólturin gagnar: „Tær læra
eisini gjøgnum fótbóluin at
fáa meira skil á taktikki og
spælinum í síni heild."
Aftur komandi ár
Tonni Kjær fór til Dan-
markar við flúgvaranum
sunnudagin, men tað er
ikki, ti at hann ikki ætlar
sær at koma aftur hendan-
vegin.
„Tað liggur so at siga
púra fast, at eg aftur kom-
andi kappingarár skal
venja SUF, og eg havi eis-
ini latið øll mini ting staðið
efur á Strondum," sigur
hann. „Ég ætli mær at
koma eitt sindur tíðliga
aftur, so eg fái stundir at
hyggja at vakra landi tykk-
ara í summar."
At strandingar gleða seg
at fáa venjaran aftur, und-
irstrikar formaðurin í SUF:
„Tað er so heilt vist, at vit
eru ógvuliga vælnggdir við
Tonni, ta tíðina vit hava
havt hann. Ikki minst eru
vit takksamir fyri tað stóra
ungdómsarbeiðið, hann
hevur gjørt í felagnum, so
vit kunnu hava nakað at
síggja fram til komandi ár-
ini eisini."
hj.