mikudagur 20. mars 1991síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Fóðra úr landi
--Hetta kemur at spara nógva tíð og nú kunnu
vit halda frí um vikuskiftið, sigur Rógvi Niel-
sen, sum rekur einasta alibrúkið í Oyndarfirði
Alibrúkið í Oyndarfirði
hevur nú fingið eina
f6durstød á landi. Hendan
er júst uppsett, og nú
skulu slangur leggjast út
til ringarnar.
--Síðan vit byrjaðu hava
vit flutt fóðrið út til
ringarnar við báti, hetta
hevur verið stríggið og
sera bundið. Hetta sleppa
vit frá nú, sigur Rógvi
Nielsen.
--Nú kunnu vit nýta
tíðina til ymisk umvæl-
ingararbeiði. Fyrr er næst-
an øll tíðin gingin til at
fóðra, sigur hann.
Fóðrið kemur frá Havs-
brún í Fuglafirði. Havs-
brún flytir fóðri til silo-
irnar í Oyndarfirði og
fyllir tær.
STORT ALIBRUK
Alibrúkið í Oyndarfirði
er millum tey stóru í
landinum. Tað er 15.000
rúmmetur og gongur alt
væl, so skuldi teir kunna
framleitt eini 600 tons um
árið av fiski.
--Men tað sær ikki gott
út í løtuni, prisurin er í
botni, tó ljóðar frá, at hann
fer at ganga upp eftir nú,
sigur Rógvi Nielsen.
Alibrúkið í Oyndarfirði
hevur júst fingið nakrar
nýggjar ringar. hesir eru
gjørdir á Normek i
Klakksvík, sokallaðir 60
metur ringar. Rógvi
Nielsen sigur, at teir fara
at koyra fisk í teir í mei.
Alibrúkið tók fiski í
november og desember og
teir hava eiini tíkið
seinasta mánað og nú. Ein
brunnbátur kemur eftir
fiskinum og hesin verður
blóðgaður og kruvdur á
virkinum hjá Mortan
Johannesen í Kalbak.
Teir keyptu ein gamlan
sleipibát úr Danmark til at
flyta fóðri út á ringarnar
við. Hesin báturin hevur
Nýggja fóðurstéðin er
heilautomatisk.
Mynd: Kalmar
stóran motor og hann
kann sleipa alibrúkið, um
tað skal vera. Tveir mans
arbeiða fast á brúkinum.
jústinus
FT um um
D4
I ØVendelbo
! Marmulåta 1 kg
Í Best og biligast og í
fittari leikuspann til
|
|
i
I
i
I
|
børnini. |
|
I
|
I
I
I
I
—TTTÆTÆTÆTÆa—T—TCEEXTTT——þ|Ú
Nr. 55 — 20. mars 1991
Kjartan Hoydal, fiskivinnustjóri:
… Onki endaligt
5 frå íslendingum
—eg veit ikki hvar tíðindi koma um at islandskvotan er skerd
vid 2000 tonsum, sigur hann
Landstýrið hevur enn onki
endaligt svar fingið frá
íslendsku stjórnini um
hvussu stór endaliga kvot-
an verður undir Íslandi í
ár.
--Tað einasta vit vita er,
at skipini hava fingið
loyvi at fara ein túr. Vit
bíðja eftir svari frá
íslendingum. sigur Kjartan
Hoydal.
ALTINGSVAL
—Orsøkin til at vit enn
ikki hava fingið svar er, at
íslendska fiskimálaráðið
er sera upptikid í løtuni.
20. apríl verður altingsval
í Íslandi og nógv mál
skulu avgreiðast áðrenn
altingið verður sent heim,
sigur Kjartan Hoydal.
REIN GAVA
Kvotan føroyingar fáa
úr íslendskum sjógvi er
ein rein gáva.
--Hetta er tekin um
politiska vælvild frá ís-
lendingum mótvegis før-
oyingum. Tá teir fluttu
fiskimarkid út kundu vit
halda fram við at veiða
innan fiskimarkið, sigur
Kjartan Hoydal.
--Svartkalvakvotan vit
fáa frá Kanada er eisini
ein gáva. Men annars eru
allar hinar kvoturnar hjá
føroyingum handil. Her er
talan um fisk fyri fisk,
sigur Kjartan Hoydal.
Fiskitíðin hjá før-
oyingum undir Íslandi
byrjar vanliga um hálvan
mars og kann halda fram
restina av árinum. Í fjør
Íslandskvotan kemur
væl við hjá
línuskipunum.
Myndin sýnir
Stranding
fingur 24 línubátar, 26
línuskip og 9 bátar á
kalvaveiðu loyvi. .. .
Jústinus
Sjóvinnubankin bakkar
Tekur aftur krav
Í Borgini á Sandi
Men Sólarris fer á tvingsilsølu
Flakavirkið Borgin hevur
fingið eitt lítið skoðbrá
fyri at enda á tvingsils-
sølu. Sjóvinnubankin
hevði kravt urtøku uppá
eina millión úr virkinum.
Men í gjár tók Sjó-
vinnubankin kravið aftur.
Borgin hevði ikki kunna
verið seld á tvingsilsølu
fyrr enn einaferð í april, ti
um Sjóvinnubankin íkki
hevði tikið kravið aftur, so
hevði Borgin kært til
landsrættin.
Nevndin í partafelag-
num Borgini samráðist nú
við Sjóvinnubankan um at
finna eina loysn. Enn er
onki itøkiligt líkið út um
hesar samráðingar. Men
bjartskygdir heimasands-
menn roknað við, at
eigararnir av flakavirk-
inum eisini í framtíðini
skulu finnast heima á
Sandi.
Hinvegin er ongin ivi
um, at Sólarris í Skopun
verður selt á tvingsilssølu.
jústinus.
Við rattið er tað
tú, sum setir
ferðmarkið!
€(
HÓVLIGA