fríggjadagur 22. mars 1991síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Scansat/TV3
Fríggjadagin kl. 19.00:
Lívið um tey 30
Gary og Susannah ivast um tey skulu
fara at búgva saman. Serliga Susannah
er í depurhuga, tí henni dámar ikki
vinirnar hjá Gary. Men so uppdagar hon,
at hon er við barn, at tá noyðast tey bæði
at taka eina steðu, hvat tey ætla.
Fríggjadagin kl. 21.00:
In The Heat of
The Night
Fyri tólv árum síðani fekk Joann tvær
vinkonur at vitna móti Jude Thibadeaux,
sum var ákærdur fyri at hava myrt eina
skekju. Jude varð demdur langa
fongsulsrevsing, men nú eydnaðist
honum at rýma saman við tveimum
eðrum fangum. Joann óttast, at hann fer
at hevna seg og roynir at finna hinar vin-
konurnar hjá sær. Men tað eydnast henni
bert at finna aðra. Hin verður stutt eftir
funnin myrd, og Virgil og Gillespie byrja
nú at jagstra Jude samstundis sum teir
verja Joann. Men Jude er ikki lættur at
fanga.
Fríggjadagin kl. 22.03:
Forever Young
Enskur filmur frá 1984. Hetta er ein sega
um farnar dreymar. Um tveir dreingir,
sum vaksa upp saman og tá ið teir met-
ast aftur tjúgu ár seinni. Hetta er ein
kenslurík kærleikssega, har tann reyði
tráðurin er sviðin, vit ell kenna, tá ið
onkur, ið stendur okkum nær, svíkur.
Leygardagin kl. 17.00:
The Young Riders
é
gå Á
+ VE i
Josh Brolin og Ty Miller
Gamli vinmadur Teaspoons, Hawkins,
kemur til Sweetwater og sigur at næstan
allir teir gomlu vinirnir frå Texas
Rangers eru myrdir. Hann vil hava
Teaspoon at koma vid sær. Ponny-
ryttararnir verða bilsnir, tá ið teir upp-
daga at Teaspoon hevur verið í Texas
Ranger sum ungur og ein av teimum fáu
eftirlivandi frá slagnum við Alamo.
Hickok og Buck fara aftan á Teaspoon og
Hawkins í vón um at kunna hjálpa
teimum.
Leygardagin kl. 22.00:
Lívsins gáva
Am. sjónvarpsfilmur frá 1982. Ein leikur
um Joleen (Susan Dey), sum er ein lukku-
lig, gift mamma at fleiri børnum. Hon
býður sær at føda eitt barn til eini barn-
leys hjún. Hon kemur upp í eitt felag fyri
slíkar kvinnur, og tá hava maðurin og
bernini at henni og siga, at hatta er tað
sama sum at selja børn. So við og við
frætta onnur um ætlanina, og tað elvir til
at bern hennara verða argað í skúlanum
og skjótt verður hon uppsegd úr starvi
sínum.
Leygardagin kl. 23.45:
Thriller
Lívið á landinum
Nýgiftu hjúni Bruce og Tessa Nelson
flyta til eina lítlan bý, har Bruce skal
yvirtaka læknastarvið eftir dr. Sharp,
sum nýliga er deyður. Øll taka væl ímóti
nýggja læknanum og konu hansara og
tey flyta inn í húsini hjá Sharp, har ar-
beiðskonan Bess framvegis býr.
Men Bruce uppdagar, at alt er ikki,
sum tað eigur at vera. Hann finnur m.a.
nøkur brøv, sum Sharp skrivaði áðrenn
hann doyði. Hesi eru ongantíð send. Hesi
vísa, at býurin verður stýrdur av
myrkursins valdi, og ell bara bíða eftir
einari vakrari kvinnu, sum fer at koma til
býin, og tá fær býurin vald á tí ónda. Tað
ringasta er, at myndin av hesi kvinnu er
samlík Tessu, og nú er Tessa knappliga
horvin
Sunnudagin kl. 19.00:
Sweet Liberty
Alan Alda
Am. filmur frá 1986. Sayeville er ein lítil
universitetsbýur, sum hevur sínar retur
aftur í amerikanska borgarastríðnum.
Einaferð um árið verður skipað fyri fram-
førslu av einum bardaga frá teirri tíðini.
Og restina av árinum verður vant til
framfersluna. Søguserfrødingurin
Michael Burgess hevur skrivad eina væl
umtókta bók um kríggið, sum nú skal
filmast, og knappliga stendur eitt films-
lið frá Hollywood í Sayeville. Michael
uppdagar, at myndaritskrivarin, Stanley
Gould, hevur broytt bók hansara nógv,
til ein sjónleik sum hevur lítið við veru-
leikan at gera. Michael roynir tí saman
við Faith Healy, filmstjørnuni, at mótar-
beiða ætlanini.
Sunnudagin kl. 22.55:
Soap
Jessica ætlar at skiljst frá Chester, tí
hann hevur verið ótrúgvur, men hon let-
ur hann kortini sleppa at sova í húsinum.
Burt er evundsjúkur inn á Mary, hvat
hon man hava gjørt, meðan hann ikki var
hjástaddur. Og Billy fær eina sermerkta
fødingardagsgåvu frá lærarinnu síni.
Nr. 57 — 22. mars 1991
Daniel Ciello
Mánadagin kl. 20.03:
Prince of the City
Am. filmur frá 1981. Danny Ciello hevur
arbeitt innan narkopolitiið í New York í
mong ár. Nú byrjar ein nágreinilig kann-
ing av øllum legreglufólkunum, tí nógv
verður tosað um korruptión innan løg-
regluna. Ciello vil samstarva við ákæru-
myndugleikanum undir vissum treyt-
um
Mánadagin kl. 19.03:
Mckintosh & T. J.
Am. western frá 1976 — eitt come-back
hjá Roy Rogers. Her spælir hann heim-
leysi cowboyurin Mackintosh, sum ferð-
ast í sínum gamla bili og arbeiðir fyrifall-
andi á vegnum. Í einum lítlum býi í
Texas hittir hann 14 ára gamla drongin
T.J., sum hevur trupulleikar við sheriff-
inum. T.J. hevur sett sær fyri at síggja
Stilla havið, og tí tekur Mackintosh hann
við sær, og teir gerast vinmenn báðir.
Roy Rogers og Clay O'Brian
Mánadagin kl. 22.03:
Mike Hammer
Hin 16 ára gamla skúlagentan Kim Farr-
is hýrir Mike at leita eftir pápa sínum, tí
hann er horvin og er allarhelst í vanda.
Hon hevur rætt, tí hann hevur júst hjálpt
til at ræna pengaskápið á einum hotelli,
og har hevur hann stungið eina bók uppá
seg, og er nú í lívsvanda. Meðan Mike
leitar eftir pápanum, finnur hann eigarar-
nar av bókini, og er sjálvur í vanda
Mikudagin kl. 21.30:
Løgregluliv
At siga eini kvinnu, at madur hennara er
deyður, er torført. Og tað er júst hetta,
løgreglumadurin Ken Melvin skal gera.
Og uppaftur verri verður tað, tå ið hann
uppdagar, at hann hevur gingið skeivt og
tosar við eina aðra kvinnu enn hana.
hann skuldi fara til
Mikudagin kl. 22.55:
The Pleasure Garden
Enskur stumfilmur frá 1925 um eina
gentu, sum leitar eftir eydnuni. Hetta
verður næstan hennara deyði. Hon gift-
ist við einum manni, sum fær arbeiði í
Afrika. Í fyrstani aftrar hon seg at fara
við honum, men so gevur hon seg.
Hósdagin kl. 0.00:
WKRP in Cincinnati
WKRP skal vera sponsor til eina rock-
konsert, og ein vinmaður hjá Arthur
Carlson lovar at fáa ein enskan bólk at
vera við, tí hann kennir teir. Hetta eru
punkarar, sum kalla seg »Jordens af-
skum«, og teir ferðast nú í USA. Tá ið
teir koma til WKRP verða tað Venus
Flytrap og dr. Johnny Fever, sum skulu
taka sær av teimum, men tað verður ikki
so einfalt...
Langafríggjadag kl. 20.03:
Masada
Barbara Carrera og Peter O'Toole
Am. sendirød í 4 pørtum frá 1981 — bygd
å skaldsøgu hjå Ernest K. Gann. Hesin
søguligi leikurin snýr seg um stríðið um
Masada, eina borg i oydimørkini vid
Deyða havið.
Peter Strauss, David A. Block og Giulia
Pagano
Langa fríggjadag kl. 21.48:
The Wrong Arm of
The Law
Enskur filmur frá 1962. Pearly Gates er
oddamaður hjá nekrum ránsmonnum.
Men nú hevur hann fingið trupulleikar.
Tí hverja ferð, eitt rán er framt, kemur
løgreglan og tekur alt frá teimum. Pearly
uppdagar skjótt, at talan er ikki um veru-
ligar legreglumenn, men um aðrar ráns-
menn. Hetta merkir, at hesir vita um
Pearly og teir. Pearly ger eina avtalu við
Scotland Yard. Saman við einum løg-
reglumanni leggur hann eitt stórt rán til
rættis og vónar at hinir fara at frætta um
tað. Men hesu ferð verður tann veruliga
logreglan á staðnum — og umframt hev-
ur Pearly sínar egnu ætlanir
Peter Sellers spælir Pearly Gates.