fríggjadagur 22. mars 1991síða 15
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 57 — 22. mars 1991
Tomir virkisbygningar
og einki arbei
Í flestu fórum eiga donsk
kredittfeløg bygningarnar, ið
standa og farast, medan litid
og einki arbeiði er i bygdini.
Við ti framúr væl útbygda
vega- og samskiftisneti, ið vit
hava í Føroyum, átti í flestu
fórum at verið gjórligt hjá
einstaklingum
at tikið seg
saman og sett virksemi í gongd
,
Menningarstovan hevur
sent út frágreiðing fyri
1990. Um framtíðar
virksemi verður millum
annað sagt:
Úti um landið standa í
dag fleiri virkisbygningar
tómir ella hýsa virksemi,
ið ikki stendur mát, tá tað
snýr seg um kappingar-
føra framleiðslu. Í flestu
forum eiga donsk kreditt-
feløg bygningarnar, ið
standa og farast, meðan
lítið og einki virksemi er í
bygdini. Við tí framúr væl
útbygda vega- og sam-
skiftisneti, ið vit hava í
Føroyum, átti í flestu før-
um at verið gjerligt hjá
einstakligum at tikið seg
saman og sett virksemi í
gongd 1 hesum bygning-
um.
Sum frá leið kundi slíkt
virksemi verið samskipað
i sonevndum virkisnet-
verkum, har virkini vóru
felags um fleiri tænastur
og virkispartar, eitt nú
marknaðarfering, selu,
bókhaldsskipanir, veru-
menning, góðskueftirlit,
útbúgving v.m. Hetta er
ein neyðug leið at ganga,
tí smá virki megna ikki at
loysa allar teir spurning-
ar, ið liggja hjá virkjum at
loysa.
Samstundis vita vit, at
vinnuloysi serliga hjá
kvinnum er stórt víða um
landið. Í hesum liggur ein
ónýttur kapitalur, ið
kundi givið ta eyka inn-
tøku, sum húsarhaldunum
og samfelagnum tørvar,
um vit dugdu at skipa fyri
virksemi, id forloysti hesa
arbeidsmegina. æe
i hesum bygningum, sigur
Menningarstovan í
rágreiðing síni.
ársf-
Til hetta krevst vinnu-
lig samskipan á privatum
grundarlagi; megu-
leikarnir eru til staðar við
vega- og samskiftiskervin-
um, og menningarstovan
kundi hjálpt til í selu- og
marknaðarferingini av
framleiðsluni.
Av slíkum virksemi
kann fremst nevnast ull-
arframleiðsla og ferða-
mannavinna, men tær eru
fleiri slíkar. Fremsta for-
treytin fyri ellum slíkum
virksemi er tó dygd.
Meðan vega- og sam-
skiftiskervið er væl út-
bygt innanoyggja, er sam-
skifti okkara úteftir ikki
nóg væl skipað. Vit mugu
ásanna, at tað ikki ber til
at byggja vegir ella brýr
til næstu grannalond okk-
ara, og at okkara sam-
skifti tí má dúva upp á
skipa- og flogferðslu. Hig-
artil hevur dentur verið
lagdur á at tryggja skipa-
ferðslu sum frælsa vinnu-
grein, og vit kunnu ikki
sum sjófarandi tjóð hava
annan áhuga. Vit mugu tó
gera okkum greitt, at
samferðslupolitikkurin
hjá EF fer at skerja møgu-
leikarnar at reka skipa-
ferðslu sum frælsa vinnu,
og fyri okkum í Feroyum
hevur tað týdning at
tryggja okkum fasta far-
leið líkum vegi til næstu
havn á meginlandinum.
Ein slík fest farleið við
bilferju varð roynd í 1990
til Scrabster í Norðurskot-
landi, men var nidurløgd í
hálvum leiki, bæði tí at
vinnuligi og almenni á-
hugin ikki tykjast at vera
til steðar.
Vit eru ikki í somu
hepnu steðu sum Áland,
ið liggur millum tætt-
bygdu økini i Sveríki, runt
Stockholmleidina, og Fin-
land, runt Helsinkileidina,
men vit åttu kortini eins
og Åland at ment okkara
møguleikar sum millum-
stød millum Ísland og
Skotland og tryggja, at
hevuðsfarleiðin av megin-
landinum til Íslands gekk
um Feroyar. Hetta ber til
við at vit byrja bilferju-
samband hverja viku mill-
um Scrabster og Feroyar,
ið seinni verður longt til
Íslands. Á tann hátt
tryggja vit okkum, at vit
ikki sum nú liggja við end-
an á nógvum ymiskum
rutum, men liggja mið-
skeiðis á einum vega-
strekki og tí kunnu gagn-
nýta økini báu megin við
sum víðkaðan heimamark-
nað.
Ein slíkur ytri sam-
ferðslukarmur hevði
tryggjað føroyskum
vinnulivi ta elvuligu
gongd, ið vit so sárt
treingja til. Uppgávan er
týdningarmikil hjá tí al-
menna at skapa fortreytir
fyri, og kortini er ikki
neyðugt at skipa farleið-
ina eðrvísi enn sum pri-
vata koncessioneraða
vinnu.
Gongdin í feroyskum
búskapi = hevur verið
merkt av, at fer ein undir
eina vinnu og útlit eru fyri
at hon kann bera seg, so
hava fleiri lagt seg eftir
somu vinnu og gjert stór-
ar iløgur. Eina tíð kundi
tað ganga væl, men skjótt
vísti tað seg kortini, at
teir flestu, ið komu aftaná,
vóru ikki nóg væl fyrireik-
aðir og komu illa frá iløg-
uni.
Eitt er, hvat tann ein-
staki ger, men seinnu árini
hava vit havt lyndi til at
skírt summar vinnur sum
einhverja bjarging fyri
samfelagið.
Nú tykist bjargingin hjá
fiskaídnaðinum at skula
liggja í at fáa frystan fisk
til landið til virkingar.
Nekur virki hava fingið
ávísan kunnleika um,
hvussu fiskurin skal tiðn-
ast, og hvussu hann eftir
virkan skal frystast aftur,
men higartil hevur einki
ljóðað um serlig avlop hjá
virkjunum av slíkari fram-
leiðslu. Heldur hava vit
hoyrt um tap.
Keyp, eftirlit við
góðsku, flutningur,
goymsla, virking víkja so
nógv frá tí, ið feroysku
flakavirkini hava kunn-
leika um, at tað neyvan er
ráðiligt, at farið verður í
stórum inn í keyp av
frystum fiski til virkingar,
og neyvan eru allir selu-
spurningar loystir.
Neyðugt er í øllum
nýggjum vinnum at fara
hóvliga fram, inntil full
vitan og ferleiki eru fingin
til vega.
Menningarstovan ræð-
ur tí frá, at tað á nakran
hátt verður skundað undir
virking úr frystum fiski,
men at dentur verður
lagdur á fyrst at útvega
vitan og ferleika.
Tað er bæði skjótari og
kostnaðarminni at vaksa
um dugnaskapin á økjum,
har vitan og ferleiki eru til
steðar, og har vit kortini
ikki eru komin á mál, tí
enn restar okkum sum er
nógv, bæði í framleiðslu,
men serliga í menningini
av útflutningsliðinum og í
fatan av krevum keypar-
ans og virðing fyri hesum
krevum.
Menningarstovan held-
Síða 15
Í mongum fórum standa
virkisbygningar gapandi
tómir, og fólki gangur
wbeiðsleyst. Tilvildarliga
vald mynd.
ur tað vera eina sína týdn-
ingarmestu uppgávu at
menna fatanina og virð-
ingina fyri keyparanum
og á tann hátt menna fer-
oyskan útflutning.
Eisini í 1991 fer henda
uppgáva tí at standa
fremst í arbeiðinum hjá
okkum.
Sjónleikur á Eiði
Skemtileikurin
MARCOLFA
verður framførdur í
Skúlanum á Eiði
friggjakvøldid kl. 20.00
og aftur 2. påskadag.
Leikararnir