fríggjadagur 22. mars 1991síða 19
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 57 — 22. mars 1991
BILLY SKROGG sum |
skemtiligur sandingur |
Eisini i føroyskum sjón-
leiki er gróður og fram-
burður. Í dag meira enn
nakrantíð. Hevur sjón-
varpsnykurin nakrantid
havt takið á unga fólkin-
um, so hevur hann mist
tað nú. Stóri áhugin fyri
kveldskúlatilboðunum
vísir, at tørvur er á at
sleppa at gerast virkin,
sleppa at brúka og menna
tær gávur, sum eru hverj-
um einstøkum í kjøtid bor-
ið. Um alt landið at kalla
eru nú virkin feløg, sum
spæla sjónleik við lív og
sál.
Í sjónleikarfelagnum
fáa fólk brúk fyri allari
síni orku og frítíð, sínum
arbeiðshugi, skapanar-
gleði og sjálvsmenning.
Og sjónleikarfelagið hev-
ur brúk fyri okkum øllum,
royndum og óroyndum,
ungum og gomlum. Fólki
sum eru fitt í hondunum
til mangt og hvat: at
seyma, smíða, mála, rigga
til ljós og ljóð, skipa fyri
og halda skil á ollum, fáa
tilfar og annað til vega,
ganga til handa á ymsan
hátt osfr. Onkur hevur
best hegni at vera teskari,
onkur annar at læra frá
sær og seta leikir upp.
Ella ringt verður til Linu
(MáF) um at útvega hjálp
og vegleiðing. Og spælar-
arnir ikki at gloyma, teir
eru »sjonligi« parturin av
leikinum.
Einasta treytin fyri at
vera við er, at tú hevur
hugin. Tann sum tímir,
hevur eisini tíð. Lenin er
ikki eingin heldur. Tú fært
tín ríkiliga part í gleðini
við at geva nakað av tær
sjálvum, at vera nakað
fyri onnur, saman við eðr-
um og arbeiða í góðum
samlagi við fólki við sama
áhuga. Uttan hesa hugsan
hevur tú ikki stórvegis
inøguleikar sum áhuga-
leikari.
Hendan hugsan og
hendan gleði komu so
týðiliga til sjóndar í Sjón-
leikarhúsinum seinasta
vikuskiftið, tá ið sanding-
ar vóru her og spældu
„Billy Skrøgg« fyri fullum
húsum.
Hesin leikur, sum Keith
Waterhouse og Willis Hall
gjørdu fyri skjótt einum
mansaldri síðani, er um
hálvvaksna, »spilta«
dreingin Billy. Forkeladur
av mammuni og deildur
og misskiltur av påpanum
og ødrum, er hann vorðin
Otryggur, ein ispegil uttan
stirðil. Men vitinum og
hugflognum bilar einki.
Tá ið hann ikki klárar av-
bjóðingarnar og tag, sum
væntað og kravt verður
av honum innanhýsis og í
viðurskiftunum við onnur,
so roynir hann at sleppa
sær úr einseminum og rót-
loysinum við at gera sær
ein betri hugaheim, við
sær sjálvum í miðjuni
Har allir trupulleikar
verða loystir sum einki
Men hugflogið tekur hann
av fótum, tí hugaheimurin
og veruleikin sampakka
ikki, hvussu hann so royn-
ir at snúgva sær við lygn-
um og snildum.
Leiklutin sum Billy hev-
ur Tórur Johannesen. Og
skal nakar einstakur tak-
ast burturúr sum leikari,
so er tað hann. Hóast væl
eldri enn Billy, so spældi
hann so meistarliga væl,
at tú festi teg ikki við ald-
ursmun ella tílíkt.
Leikurin varð í 1967/68
spældur av Havnar Sjón-
leikarfelag. Men hetta er
heilt eðrvísi spæl, ið sand-
ingarnir sýna. Ikki at
samanlíkna. Teir hava
valt at spæla hann sum
»komediu«, gera hann
skemtiligan — og tað ber
eisini til.
Tá ið tjaldið fór frá, upp-
livdi tú hetta sama, sum
tá tú í barnaárunum var
til sjónleik í dansistovuni
ella pakkhusinum. Ein
eðrvísi spenningur enn
annars plagar at vera í
Sjónleikarhúsinum. Teir
mongu sandingarnir í sal-
inum mundu gera murin.
Áskoðararnir kendu eyð-
vita ávísar leikarar sum
skemtileikarar og kundu
tí illa bara sær, men lót
henda góðvarna glaða lát-
urin fagna og fylgja leikin-
um alla tíðina. Sjálvur
ávirkaðist tú skjótt av
hesi hjartaligu og spon-
tanu undirteku, sum spæl-
ararnir høvdu uppiborið.
Og teir dugdu væl at
spæla komediu, soleidis
sum fjøldin av åskodarun-
um vildu hava tað.
Sandingunum man tað
hava kenst fjálgandi
heimligt at hoyra bygda-
málið brúkt og tað til fuln-
ar í hesum leiki. Í mínum
oyrum ljóðaði tað sjáld-
samt, at hoyra hetta ram-
liga heimasandsmálið í
munninum á fólkum, sum
skuldu eitast at vera úr
enskum stórbýi. Eyðkend-
ar máliskur, sum vit van-
liga mest hoyra í sam-
bandi við skemtisegur
haðani = sunnan. Men
skjótt vandist eg við tað,
nýtti tað og stuttleikaði
mær ófert. Sandsmálið er
bæði týðiligt og vakurt.
Spell er tað, at bygdamál-
ini ikki verða brúkt meira
--
pr
av álvara i sjónleikum og
segum okkara. Men tað
má ikki vera upp á hálvt,
og ikki fyri at gera gjøldur
burturúr. Har eru uppgáv-
ur hjá leikarafelagnum at
taka upp í heimbygdini!
Áskoðararnir gjerdu
helst sítt til, at tað meira
álvarsliga, sum eisini er í
leikinum, onkuntíð av ó-
røttum gjørdist skemti-
ligt. Tað hevði kortini
minni at siga í hesum feri.
Vit áskoðarar fóru glað-
ir, negdir og takksamir úr
aftur = sjónleikarhúsinum
og eg ivist ikki i, at spæl-
ararnir hava kent seg ríki-
liga lentar fyri stríðið av
drúgvari venjing, longum
spæli og nógvari ferðing
afturat.
Hetta er áhugaleikur, tá
ið hann er bestur.
„Billy Skrøgg« er ikki
útspældur enn. Minni enn
so. Hann verður helst at
síggj aftur í Havn nú fyri
páskir og vónandi aðra
staðni við.
Góða eydnu við leikin-
um og takk ell somul!
20. mars 1991
Sverri Egholm
Síða 19
= BILLY SKRØGC
Ed)
Havnar Sjónleikarfelag spældi leikin í 1968. Frá vinstru Lina Larsen, Jóhanna Maria
Djurhuus, Sverri Egholm og Gunnvør Jensen.
Framhald av síðu 18
nevnd, sum er tikin av, og
sum hann fór úr fyri ein-
um ári síðan, tá ið annar
formaður varð valdur í
hansara stað eftir ársaðal-
fundin í Suðurstreymoy
10. januar 1990.
Vit skulu lata vera við
at siga frá, hvussu hann
hevur borið seg at móti tí
formanni, sum kom aftan-
á, men vit loyva okkum at
upplýsa, at Álvur Kirke
ikki longur er limur í
nevndini fyri Suður-
streym.
6. Halda fast við
Vit halda fast við, at hver
tann, sum tekur undir við
grundsteðinum og stevnu-
skránni og ynskir at vera
limur í flokkinum, skal
hava meguleika til at vera
tað.
Vit seta okkum ímóti, at
ein maður ella nekur fá
siga seg eiga flokkin og
fara undir at koyra onnur
ut.
Við rattið
er tað tú
sum ræður
ferðini!
Leivur í Búð,
formaður í
Norðoya valdomi
Arant Johannessen,
formaður í
Eysturoyar valdomi
Olavur Petersen,
formaður í Suður-
streymoyar valdømi
Jóanes Strøm,
formaður í
Suðuroyar valdomi
HÓVLIGA í
HJARNAR
í Ítróttarhellini á
Hålsi 2. påska-
kvøld kl. 21.00
FIELFRAZ
Atgongumerkir å kr. 125.-
Forsøla í Kunningarstovuni
F.U.T. - KYNDIL