Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-03-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. mars 1991síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ábyrgdarblaðstjóri: Krisjan Dahl Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Ljósmyndari. Kalmar Lindenskov Blaðfólk- Randi Jacobsen - Térfinn Smith - Dagny Joensen - Ólavur W. Høgnesen - Hilmar Jan Hansen - Justinus Eidesgaard Utgevari P/f Sosialurin Uppseting: P/f Sosiaturin Prent: P/f Pressan 1981 Bústaður: Argjavegur 26 Postadressa: Postsmoga 76 Argir 110 Tórshavn Telefon: 11820 Telefax: 14720 Frændir vitja FYRI okkum, sum ikki hava havt líkinda samband við gomlu frændir okkara í Suðuroyggjum í so mong hundrað ár, má nevnda vitjan sigast at vera bæði fløvandi og forkunnug. TALAN er um fiskivinnuhóp- in, The Western Isles Fisher- mans Assosiation, sum kom- andi dagarnar fer at vitja kring oyggjarnar fyri at kunna seg um fiskivinnu- viðurskifti okkara á sjógvi sum á landi. TEIR dylja ikki, at tað serliga eru góðu prísirnir, føroysk dygdarskip í seinastuni hava fingið fyri veiðu teirra á bretska marknaðinum — betri prísir, enn teir sjálvir nakrantíð hava fingið — ið elvt hava hetta forvitni. Tað er sostatt einamest orsøkina til stóra munin á egnari fiska- dygd og so teirri føroysku, ið bretar í seinastuni hava havt høvi at undrast á, ið teir vóna at finna hjá okkum. EINS og føroyingar lata teir illa at støduni hjá fiskastovn- unum og geva kanska í stórri mun enn føroyingar nógvu trolingina heiðurin fyri vána standinum. Men hóast aftar- lagari enn vit til at taka fiskin á annan hátt, hava hesir frændir okkara tikið eina nógv avgjørdari støðu til, hvussu veiðast skal í framtíð- ini — sum mest við húki. Hóast ótryggleika bæði so og so, hava teir tikið hesa manniligu støðu, ásannandi, at drál í umleggingini bert kann bera skeiva vegin. AT teir halda okkum hava nakað, sum vert er at kanna, er bert at fegnast um. Bert spell, at vit sjálvir ikki av álv- ara áður hava kunnað samst um at geva hesum møguleika betri ans og virkisumstødur. AT hetta samstarv við gomlu frændir okkara kann fáa bú- skaparligan týdning fyri okk- um, bæði vóna og vænta vit. Ferðalagið ætlast at vitja nærum øll virki okkara eins og at koma á tal við fiski- vinnumyndugleikarnar. EITT er, hvat vit kanska sleppa at lata teimum av út- gerð og góðum ráðum, men sum frálíður er hetta vónandi nýggja sambandið í sjálvum sær helst eins týdningarmik- ið í hesum tíðum, har vit, sum fiskivinnuútjaðaragki, hava somu felags áhugamál at verja. UM økta samstarvið við út- norður ikki beinleiðis fer at fevna um bretsku småoyggj- arnar, so standa vit okkum ikki á nakran hátt verri, um vit í strevi okkara í norður- høvum eisini hava hesar frændir okkara í huga. TAÐ var tann tíð, ið samband okkara við bretsku oyggjar- nar var munandi betri enn við Stórskandinaviu. Hagar var eins og til Føroya flutt fræls- lynt fólk undan norskum harðræði og ivaleyst eisini danir eini 150-200 ár undan. Eisini vita vit, at gamlar før- oyskar niðursetuættir eru komnar umvegis um hesar leiðir til Føroya. So tá saman- um kemur, er einki at ivast í, at ættarbond okkara eru eins dygg við hesar oyggjabúgvar og við Norðurlond, sum vit nú nevna tey. AT vita hvar ein er staddur er fyrsta treytin fyri at seta kós, men í ødrum høpi kann tað verða eins týdningarmikið at vita hvørji vit eru. At henda vitjan fær hugin á glið í hesi leitan, slepst ikki undan og vóna vit tí inniliga, at steðgur- in hjá hesum frændum okk- ara í Føroyum verður teimum til gleði og gagn og at alt hugsandi vinsemi verður sýnt teimum higani. MN sosigaley XP #52 - SD >= É N — > JE Nr "Kristiligt" Kannast Oyggjatíðindi mæla i oddagrein í gjár til, at viðurskiftini viðvíkjandi húsakeypinum hjá SEV verða kannað: Í blaðnum í dag sigur Jógvan Sundstein seg einki hava í móti, at viðurskifti hansara í sam- band við húsakeypið verða kannaði av einari óheftari nevnd Er Jógvan Sundstein so ósekur sum hann gevur okkum ødrum fatan av - so er hann tann fyrsti sum átti at biðið um hesa kanning. Fyri sína egnu skuld. Trupulleikin hjá vanliga fóroyinginum á gøtuni er, at hann ikki rættiliga hevur nakra trúgv uppá, at ein slík kanning kann gerast í Føroyum - av føroyingum, uttan at tey ella teir sum gera kann- ingina, å ein ella annan hått eru ella gerast partur í sakini. Tí vilja vit skjóta upp, at ein kanning verður gjórd, bæði av viðurskiftunum viðvíkjandi húsakeypinum, og ikki minst av Heyga- drangi. Og at kanningin verður gjórd av út- lendingum. Er tað so, at Jógvan Sundstein sigur seg einki hava ímóti, at ein tílík kanning verður gjørd kunnu vit ikki hugsað okkum anað enn, at hann sjálvur tekur stig til hesa kanning. Ger hann ikki tað ivast vit ikki í, at eitt nú landsstýrið biður um eina tílíka kanning. Ger landsstýrið ikki tað uttan víðari, kunnu vit bert taka undir við Oyggjatíð- indum í at heita á lands- stýrið um at biðja um eina tilika kanning. Ivaleyst hevdi verid skilagott, at tað vóru útlendingar, sum stóði fyri kanningini. Hver rekur sjónvarpið? Fleiri sendingar í Sjón- varpi Føroya verða sponsoreraðar av privatum fyritókum. Oyggjatíðindi hava tosað við Kristionnu Rein, sum er forkvinna í Sjónvarpsnevyndini: Kristianna Rein sigur, at um loyvi skuldi verið at sponsorera sendingar, so skuldi tað verið niðurfelt, um hvónn hetta kundi umfata, og hvussu hetta skuldi fara fram. -Og tað er tað ikki, og sjónvarps- neyndin hevur ongantíð viðgjórt hendan spurning. -Eg haldi tað vera ógvuliga óheppi, uttan so at heilt greiðar reglur vóru fyri hesum, at ávísar fyritókur skulu sleppa at gjalda fyri ávísar send- ingar. Samfelagið er lítið og vandin liggur alla tíðina har, at pengasterkar fyritókur á henda hátt hava møguleikar at stýra sjónvarpinum. stríð t Hetta er júst tað vit fleiri ferðir hava ávarað ímóti í samband við orðaskifti um at loyva sjónvarpinum at taka ímóti lýsingum. At sjónvarpið letur fyri- tókur sponsurerað send- ingar er nógv álvarsligari enn journalistisk binding orsaka av lysingainntøku. Eisini er vandi fyri, at sponsureringin bert vindur uppá seg og endin verður, at sjónvarpið helt og fult verður fíggja av hesum sponsorum sínum sum so við og við fáa alt valdið á hesum miðli. Tá skal sjónvarpið bert gloyma alt um kritiskan og borandi journalistikk og bert siga hyggjarunum frá frammanundan eini send- ing, hvgr ið sendingina eigur. Tað er ærligt spæl,- um ikki annað. Rættiligt stríð hevur ukið seg upp í Kristiliga Fólkaflokkinum, Føroya Framburðs- og Fiskivinnuflokki, sum hann eitur. Formenninir í fýra valdómum mótmæltu í Sosialinum í gjár, at annar ungmadur flok- sins hevur tikið sær ræði á gllum flokkinum. Eisini fær kassameistarin, Álvur Kirke, av at vita, tí hann sigst hava ikki færri enn triggjar ógrannskoðaðar roknskapir á samvitskuni. Undan seinasta løg- ungsvali kom tíðiliga til sjónar eitt maktstríð í flokkinum. Annar av ungmonnum floksins heitti beinleiðis á fólk um ikki at atkvøda fyri ávísum valevnum flok- sins men tók onnur framum, tí hesi vóri "betri" enn hini. Hetta vísti eisini heilt greitt, at ávísir menn í hesum flokki einki annað hava í hyggju enn at skapa sær sjálvum vald heldur enn at tæna floksins søk. Teir um tað, og flokk- urin kann klandrast innanhýsis sum hann vil. Bert skulu vit „mæla teimum til, at teir strika navnið "Kristiligi" úr navninum, tí eitt tílíkt klandurshol sømir seg ikki at umboda hetta navn.