týsdagur 26. mars 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
—
Nr. 59 — 26. mars 1991
Karl Martin fangaður í einari friðarligari løtu á pallinum. Jú, rætt gitt: Hann
syngur sjálvandi >Breakin' My Heart<.
Hjarnar
— á la carte
Neyvan hevði munurin
verið serliga stórur, um
vit ístaðin fyri at vera á
Kambsdali, sótu í »Car-
negie Halle. Einasti mun-
ur av týdningi hevði iva-
leyst verið tey tveysifraðu
dollarsætini — men fyri
okkum var karmurin um
tiltakið frálíka góður.
Karl M. Samuelsen,
sang, Eyðun Nolsee, bass,
Hans Black, trummur,
Jógvan Olsen, ljómborð,
og gittarleikarin Ólavur
Øster, sum vanliga manna
bólkin Hjarnar, stillaðu
upp við trimum blásarum
sum supplement, til fimm
av teimum sjey løgunum,
teir høvdu å skrånni, til
teirra afturvendan til kon-
sertpallin eftir ein drúgv-
an stødg. Uttan tó at
dansifólkið hevur sitið við
sviðið soð. Konsertpallur-
in er tó so nógv eðrvísi og
bíðaðu øll við spenningi
eftir hesum bólki, sum
ivaleyst er tann best
samanspældi í feroysku
rokkseguni. Uttan tó at
hava verið við yvirlutan á
øllum ljóðferum, hvert
sær. Men eindin hevur út-
merkað seg síðan í mið-
skeiðis í sjeytiárunum.
Fyri fimm árum síðani
vórðu Hjarnar nr. tvey í
eini kapping, sum 7up
skipaðu fyri á Radio
Luxemburg. Hetta var við
frálíka lagnum „Breaking
My Heart«, sum táver-
andi limirnir í Hjarnar,
Jergin Dahl og Graham
Stewart, standa skrivaðir
fyri. Sum altíð, var lagið
eisini á skránni hesaferð,
men sigast má, at hetta
var tann mest uppruna-
kenda framferslan, vit
enn hava hoyrt. Á plátu-
útgávuni er saxofonspæl,
men altíð higartil hevur
gittarin tikið sær av saxo-
fonini »Live«. Hesaferð
fingu vit veruna, sum hon
eigur at vera, tí, við tí
mest »geniala« hugskotin-
um hesi seinastu tiggju
árini, vóru vit tikin av
bóli, tá tríggir frálíkir
blásarar trinu pallin sam-
an við Hjarnum og gjørdu
ta dygdargóðu veruna so
góða, at sjálvt Fiskaselan
hevði havt ein møguleika
á amerikanska marknað-
inum, uttan at spurnar-
tekin varð sett við, at vit
eta lítlar fittar hvalir, sum
amerikanarar bert hava
sæð á »Moby Dick« og
»Jules Verne« filmfim.
Ljóðið var sera gott i
høllini hetta leygarkvøld i
mars. Hetta skal P/f Con,
vid Hans Andor Johanne-
sen hava eina stóra tøkk
fyri. Ov nógvar konsertir
eru oyðilagdar í farnu ár-
um av ov vánaligari ljóð-
stýring og útgerð, men vil
eg meta at P/F Con hevur
fingið skil á hesum og
vóni eg at tit halda fram
við hesum.
Tann góða ljóðgóðskan
kom øllum til góðar — og
ikki minst Hjarnum.
Teirra altíð góða konsert-
skrá kom á rettu hill á
Kambsdali. Fyri at nevna
okkurt, teir spældu,
kunnu vit vísa á gamla
Mynd: Hilmar Jan
rock'n'roll lagið „Sweet
Nothin'«, sum svingaði
væl, tó uttan at kunna
javnmetast við tað >Fan-
tastiska« „Walking By
Myself« hjá Gary More.
Hjarnar, sum hava ein
hornastein í Karl Martini
sum sangara, komu frá-
líka væl frá hesum lagi.
Atli Petersen á trom-
bone, Hans Petur í Brekk-
unum, saxofon, og Heri
Jacobsen, sum tók sær av
einum triðja blásiljóðferi,
trompet, fyltu ell tey tóm-
rúm, ein tíðum leggur til
merkis hjá rokkbólkum.
Vid presisum, kanska
funk-rokk kendum spæli,
vístu teir á, at hetta er
rætt gongda leið hjá
klaksvíksmonnunum, har-
av tveir búgva í Havn.
Ólavur býr á Signabe og
nýskapanin á messing er
øll úr Havn. — Men Atli,
sum er sera kendur frá sín-
um virksemi innan horn-
orkesturlívið í Feroyum,
býr nú í Vestmanna.
Vit sleppa tykkum ikki
her, góðu menn, men bíða
spent til tykkara fram-
førslu á páskakonsertini.
Nú veit eg, at tit hava
okkurt nýtt spennandi
liggjandi, sum bert vantar
eina síðstu hond, m.a. eitt
fótbóltslag — vit eru øll
spent.
Fielfraz- |
komandi stjørnur
Danska bólkinum, ið saman við Hjarnum verður
á páskakonsertini, FUT skipar fyri annan
páskadag, verður spádd stór framtíð á danska
og europeiska rockpallinum
Síða 7
Hóast teir fýra limirnir í
danska bólkinum Fielfraz
hava ein so lágan meðal-
aldur sum 21 ár, hava teir
spælt saman í meira enn 10
Teir fýra koma úr fjón-
ska býnum Hgjby, og var
tað eisini navnið á hesum
býi, ið legði lunnar undir
fyrsta navnið, bólkurin
hevði: High Town.
Men tá bilhús og kjallar-
ar gjørdust ov trongar um-
stóður hjá teimum evna-
ríku unglingunum í heim-
býnum, fluttu teir til Oden-
se, og samstundis broytti
bólkurin navn til Fielafraz.
>Navnið ljóðar so illa, at
vit kunnu vera vísir í, at
eingin annar fær sær tað,<
siga teir.
Ferðast víða
A Fjóni gjørdust teir
skjótt rættiliga kendir, og
brátt vóru teir ymsastaðni
kring landið og lótu onnur
fáa gleði av teirra frálíka
rock-tónleiki.
Bólkurin hevur eisini
verið á rockstevnum í fleiri
fronskum býum og havt
konsertir í Tysklandi. Har-
aftrat valdi Danmarks Ra-
dio bólkin at umboða danir
á árligu stevnuni fyri euro-
peiskar radiofoniir, ið varð
hildin í Novi Sad í Jugo-
slavia í fyrraárið.
Fyri tveimum árum síð-
ani var bólkurin við á
Midtfyns Festivalen, og
umframt ein heilan hóp av
konsertum í øllum Dan-
mark hetta sama ár, fingu
eisini teir, ið framleiða
plátur, eyguni og oyruni
upp fyri Fielfraz, sum á
plátufelagnum Genlyd
fekk høvi at gera plátuna
»Shine«, sum kom út í no-
vember í fjør.
I sambandi við plåtuna
tykjast lovorðini í fjøl-
miðlunum ongan enda at
fáa. Ummælini hava verið
sjáldsama rósandi við út-
talum sum >...et talent der
efter báde dansk og inter-
national málestok er udov-
er det sædvanlige<, sum
Århus Stiftstidende målber
seg. Og Ekstra Bladet
segði: »En af årets alt for
sjældne rockplader«.
Sterkast hevur blaðið
B.T. sagt tað: »90'ernes
Gasolin«.
Teir fýra, ið manna
kenda danska bólkin
Fielfraz. Frá vinstru:
Guitarspælarin Kenn-
eth Priisholm, sang-
arin og guitarspælarin
Claus Hempler, bass-
spælarin Nils Brakchi
og trummusláarin
Jens Langhorn.
(Mynd: Jan Jul)
Nú kemur so komandi
stjórnubólkurin so hendan-
vegin á páskum, og skal
saman við Hjarnum spæla
á páskakonsertini annan
páskadag, sum FUT skipar
fyri.
Konsertin verður í ítrótt-
arhøllini á Hálsi, og longu
nú tykist so stórur áhugi
vera tl staðar, at fólk ikki
gera skeivt í at tryggja sær
eitt atgongumerki í rími-
liga góðari tíð. Bert hálv-
onnur vika er til >kick
off<, so nú ræður um at
skunda sær, áðrenn nýggj-
asta størnuskotid á rock-
himmalinum er farið fram-
við.
hj.