Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-03-27, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. mars 1991síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Nr. 60 — 27. mars 1991 må Skirisdag kl. 17.50: »Hetta vælsignada land« Hesi orðini tók skiparin James Cook ti, tå hann uppdagaði Australia fyri eini 200 árum síðani. Hann legði afturat i sama andadrátti, at landið var ikki nomið av mannahond, hóast stór mannfjøld stóð fyri teimum í Botany Bay Europeararnir mettu ikki svarta upp- runafólkið sum vanlig menniskju. Frásegumyndin er um Cook kapteyn funnu og teir europeararnar, sum ! Australia Langa friggjadag kl. 10.05: Barnaútvarpið Framhaldssegan >Trælurin Ajan<. Ole E. Christiansen hevur skrivað seguna, sum Bjerg M. Jensen hevur umsett. Hegni Joensen lesur. Langa fríggjadag kl. 14.10: Ungur tónasmiður Samreða við Atla Petersen Hesi seinastu árini hevur føroyskt tón- leikalív blómað við nýggjum verkum fyri bæði kór, solosang, kamartónleik og orkesturtónleik. Eitt av teimum nýggju tónaskeldun- um, sum er komið fram hesi seinastu tvey árini, er Atli Petersen. Hann hevur fingið tónleikaútbúgving í Íslandi og ar- beiðir i dag sum musiklærari við før- oyska musikskúlan. Í sendingini tosar Ove Olsen við Atla Petersen um hansara arbeiði sum tóna- smiður og tónleikari, og vit hoyra m.a. tvey av verkunum hjá Atla. Langa fríggjadag kl. 15.30: Barnaútvarpið Junior Gospel í Frelsunarherinum fram- førir sangleikin »Krossurin«. Jóannes Skaale hevur umsett leikin år svenskum. Sangirnar hevur Simony Knudsen um- sett. Upplesari er Elisabeth Gabrielsen. Solo syngja: Ingrid Petersen, Dagmar Mouritsen og Oluva Højgaard. Piano spælir Torgeir Nybo. 25 børn syngja i Junior Gospel. Langa friggjadag kl. 17.50: Men føroyingar sigldu Just í hesum døgum fyri 50 árum síðani vóru feroyingar í eldinum sum ongantíð undir seinna heimsbardaga. Stríðið um ræðið á Atlantshavinum var í hæddini, og bæði týskarar og sam- eindir stríddust við ellum miðlum í luft- ini sum á sjónum. Hetta kostaði fleiri føroysk skip og manningar, og um hetta mundið var eis- ini finska ferðafólkaskipið Caroline Thor- dén bumbað í Nólsoyarfirði. Íslendingar góvust eina tíð at sigla við fiski til Bretlands, og fjáltur var eisini á foroyingum, men ongantíð góvust skip- ini at sigla. Magni Arge leggur frásegumyndina »Men føroyingar sigldu« til rættis. Leygardagin kl. 19.00: Fótbólturin rullar Fótbóltsspælarar hava longu vant leingi, og feløgini hava skipað fyri ymsum kappingum. Árið 1991 man vera tann størsta avbjóðingin, sum føroyskur fót- bóltur hevur havt, og tað er helst tað, sum sæst aftur í fyrireikingunum. Í sendingini »Føtbølturin rullar« verður tosað við feløgini um ætlanir og vónir fyri hetta árið, og hvussu teir eru fyri nú kappingarnar byrja. Liðini í teimum ovastu deildunum fara at hava ikki minni enn tríggjar kapping- ar í ár. Lagt verður fyri við steypa- kappingini um legmanssteypið, síðani verður farið undir landskappingina, og ein triðja kapping, sum nevnist »Føroya- kappingin< verður spæld, tá landskapp- ingin annars liggur still orsakað av landsdystunum í mai mánað. Suni Merkisstein leggur til rættis. Páskadag kl. 10.05: Barnaútvarpið á i 6 20 gentur úr Sandoyar Gentukóri fram- føra sangleikin »Dreymaferdin«, sum svenski sanglærari teirra, Christina Burén, hevur gjørt. Leikurin snyr seg um eina gentu, sum i dreymi fer á flog úr Sandoynni og út í ta stóru verð, har hon kemur í øll møgulig lond. Sangirnir hava meira ella minni kend leg. Páskadag kl. 14.10: Hann minnist óttan fyri Halleys komet Í 1910 vóru fólk á gosi í Feroyum, tí Halleys komet nærkaðist. Hetta er eitt av teimum evnum, sum tann 90 ára gamli Jákup Dahl í Vági nertir við í sam- reðu í útvarpinum páskadag. Niels Juel Arge hevur hitt hann, og gjørt nakrar sendingar við honum. Jákup Minnist aftur á eitt fjølbroytt og áhugavert lív og í fyrstu sendingini sigur hann frá barnaárum sínum suðuri í Vági saman við systkinabørnunum. Hann minnist eitt nú eisini óhugna- dåmin, tå Halleys komet gjørdi vart við seg i Føroyum í 1910. Påpi Jåkups var Mortan vid Miså og mamman, Julianna, var dóttir Jacob Dahl, Gamla á Gerðunum. Páskadag kl. 17.50: Á páskaferð eftir gælisku slóðini Jóhann Mortensen sigur frá eini ferð á páskum í Vestur- og Suðurírlandi. Greitt verður frá ymsum seguligum steðum, og tosað verður eisini um gamla gæliska málið, sum nakrar familjur fram- vegis tosa. 2. páskadag kl. 10.05: Barnaútvarpið 2. páskadag rullar Barnaútvarpið páska- egg. 2. páskadag kl. 13.00: Hugleiðingar um Suðurslesvík Ólavur Rasmussen, sum er prestur hjá donsku meinigheitini í Husum í Suður- slesvík, ter í eini sending í útvarpinum annan páskadag at greiða frá hesum landsparti. 2. páskadag kl. 13.30: »Aldri var sigurin størri enn tå« Påskasålmar eru hevuðsinnihaldið í sangsendingini í Útvarpinum 2. páska- dag. Lagt verður fyri við sálminum »Aldri var sigurin sterri enn tå«, við ný- gjørdum lagi eftir Knúdi Olsen. Tvey onnur leg hjá Knúdi eru eisini á skránni, Toftakórið syngur tríggjar páskasálmar, tveir av teimum við logum hjá Hans Ja- cob Hejgaard, Húsakórið í Keypmanna- havn syngur tveir sangir, og sendingin endar við einari uppteku við Kirkjukór- inum Ljómi í Vági. 2. páskadag kl. 17.50: Rockprestur á ferð Seks ferðir var gudfrødingurin og sangar- in Bjorn Eidsvág evni til norska spæli- mansprísin. Í ár vann hann fyri fyrstu ferð, men tveir dagar eftir at hann fekk virdislønina stakk hann av til Føroya. Hann sang fyri fólkum í Havn, í Gøtu og á Toftum. Annan páskadag fer út- varpið at práta við hendan umredda rockprestin frá Sauda. Vit fara eisini at hoyra nøkur av legum hansara. Morgunlestrar í Útvarp Føroya 2.—6. apríl Hesa vikuna lesur Sunniva Kalls- berg í Hoyvík Sálmar og bíbliuorð: Týsdagur 2. apríl nr. 193 Krist reis upp frá deyða (103) Matt. 28,6 nr. 194 Kristus reis frá deyðum (102) Mikudagur 3. apríl nr. 198 Sum igjøgnum sortar (108) skyggja 1. Pæt. 1,3 Hósdagur 4. april nr. 195 Deydi, hvar er nå broddur (104) tín 1. Kor. 15,55 nr. 197 Sum vársól rísur yvir fold (107) Friggjadagur 5. april nr. 203 Frøist nú hver, id frøast kann 1. Kor. 15.57 nr. 210 Aldri var sigurin størri enn tå Leygardagur 6. april nr. 202 Risur sólin påskamorgun 1. Kor. 15,20 nr. 211 Páskablóma, hvat vilt tú? Numrini, sum standa i klombrum, eru år ti gomlu sålmabåkini.