Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-04-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. apríl 1991síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Alivinnan tveitt I føvningin á bankunum Alt ov nógvar politiskar forðingar eru til tess at alivinnan sleppur at arbeiða sum ein frí vinna, sigur Kristjan á Neystabø í formansfrágreiðing síni frá Havbúnaðarfelagnum. Vit loyva okkum at endurprenta eitt brot úr formansfrágreið- ingint. livinnan gevur eitt stórt fíggjarligt ískoyti til landsbúskapin. Alt bendir á, at alivinn- an fer at geva eitt nógv sterri fíggjarligt iskoyti til samfelagsbúskapin, enn roknað hevur verið við. Um alt gongur eftir ætlan, so fer alingin at geva eitt útflutningsvirði omanfyri 700 mill. kr. í 1992. Í 1989 útfluttu før- oyingar alifisk fyri góðar 300 mill. kr., og telini fyri 1990 vísa eitt útflutnings- virði, sum táttar í "2 mia. kr. Um onki óvæntað hendir við prísgongdini, so kemur talið uppá góðar 700 mili. kr í 1992. Gongdin er vist ovast á næstu síðu (talvurnar 1-4). Landsbuskaparliga er tað sum sæst fongur i ali- vinnuni. Og frå alivinnuni stavar ein alsamt størri partur av okkara samlada útflutningi. (Mynd 1). Alivinnan í føvningi bankanna Ilt er at meta um fram- tidarutlit. Vonandi verda vinnulivslikindini einaferð betri, ti tad er ein sann- roynd, at nåttårulikindini eru av teimum bestu til alivinnu i Føroyum. Feroyski búskapurin, føroyska fiskivinnan, fer- oyska samfelagid er i kreppu. Tad kom alivinn- uni sera illa vid, ti just hesi bædi seinastu årini, er framleidslan av alifiski rættiliga komin i hædd- ina. Men grund tykist vera fyri dapurskygni. Bankarnir eru sera varnir og politikarar sýnast fjált- urstungnir, og teimum vantar dirvi at reka ein konstruktivan alipolitikk. Í 1987 kom fer á alivinn- una, tá vórðu 3,6 mill. smolt sett út. Men eking- in í smoltnegdini hevur elvt til ein sterri fíggjar- terv. Allur fiskurin, ið varð settur út í 1989 og 1990 skal framvegis fíggj- ast, og enn er fiskurin ikki tikin. 1991 árgangurin skal setast út í vár, og tað er sera umráðandi, at greiða fæst á, hvussu raksturin = framhaldandi skal vera. Avgerðir mugu takast áðrenn smoltið verður keypt. Fiskurin skal hava fóður. Arbeiðslen, rentur og annað skal gjaldast í hálvtannað til tvey ár, áð- renn fiskurin kann seljast. Er ikki tolulig trygd fyri rakstrinum, ber ikki til at seta smolt út. Verður eingin rakstrar- fígging eru fýra kostir í at velja hjá alaranum: I. ikki at keypa smolt í ár, ella bert ov lítið smolt 9 2. at taka fiskin, áðrenn vektin er nóg góð 3. at yvirtrekkja rakstrar- lánið, um bankin loyvir tí 4. at gevast, tá 1990 ár- gangurin er tikin. hvert valið verri enn ann- að. Fingu vit meguleika at virka rationelt, vóru vit kappingarfør. Likviditetsstedgurin til alivinnuna var ein harður smeitur fyri ell sjógvali- brúkini, fleiri fingu ongan- tíð meguleikan at fáa fótin fyri seg. Var nakað skil í poli- tikkinum, fingu tær væl- riknu alisteðirnar megu- leikan fyri at byggja út, og tær fingu ta negd av smolti, ið er neyðug til tess, at brúkið kemur upp á eina rentabla fram- leidslunøgd. Beinleidis avleiding av minni likviditeti verður, at minni smolt verður sett út í ár. Framleiðslan mink- ar, og útflutningurin minkar. Høvudsåbyrgdina av støduni hava fyrst og fremst politikararnir, og ikki minst øll tey råd og tær nevndir, teir hava sett at leggja sær råd. Innlitid hevur verið vånaligt,' og tad hevur verid galid vid sjålvum vinnustrukturin- um frå fyrstani av. Frå politiskari sidu fall valið á små alibrúk, og sambandið millum smolt- steðir og sjógvalibrúk varð bannað við lóg. Eitt serføroyskt fyribrigdi inn- an alivinnu, sum soleidis longu frammanundan varð dømd at miseydnast. Vinnustruktururin toldi ikki ta fall i marknadar- prisunum, sum vituliga mátti koma einaferð. Hav- búnaðarfelagið = ávaraði áhaldandi móti hesum longu fyri fleiri árum síð- ani, men tað var sum at sletta vatn á gás. Hesi smáu brúkini hava ongan- tíð havt meguleika at kon- solidera seg. Og lítið smolt hevur verið til tess, og harafturat hevur tað mangan verið ov vánaligt. Heldur enn at seta ein konstruktivan alipolitikk út í kortið, valdu politisku myndugleikarnir at halda fast um eina ólagaliga skipan, við nógvum forð- ingum. Lurtað varð hverki eftir alarum ella Havbúnaðarfelag. Snøgt sagt politiskt hendi yvir- hevur einki, ið kundi venda gongdini. Politiska undanferslan hevur alla tíðina verið, at hóast fiskivinnan er stuðulsvinna, so skuldi alivinnan laga seg eftir marknaðarbúskaparligu gongdini. Men politikarar »gloymdu«, at alt ov nógvar politiskar forðing- ar eru, til tess at vinnan sleppur at arbeiða sum ein frí vinna. Í maktaloysi varð ali- vinnan tveitt í føvningin á bankunum. Likviditetstørvur og rentubyrða Likviditeturin hjå teimum alarunum, ið eftir eru, er so strammur, at tað stend- ur á at svara hverjum sítt. Nógvír 'alarar' gjalda“ út við 8 kr. í rentu fyri hvert framleitt kilo til lánistovn- arnar. Henda rentubyrða nærkast fóðurútreiðslun- um fyri somu negd. Bankarnir hava eisini sínar trupulleikar at drag- ast við í dag — siga teir. Tað vísir seg á tann hátt, at teir ikki vilja hækka kredittin (kassakredittin) so mikið, sum neyðugt er. Tað er ikki óvanligt, at alarar í dag meginpartin av árinum stríðast við yvirtrekk á kassakreditt- inum, og verða noyddir at gjalda eina rentu, sum kanska í meðal er uppi á 15-16%, heldur enn gjalda eina rentu á 11-12%. Ja, tað eru alarar, ið so hvert teir selja, bert megna at koma niður á tað so- nevnda maximum, og síð- ani fer tað upp aftur. Skal alivinnan fram- haldandi fíggjast á henda hátt, er ikki nógv vón fyri stavn. Enn sterri er smeiturin fyri føroysku alivinnuna, bera vit saman vid figgjar- møguleikarnar hjå kapp- ingarneytum okkara i t.d. EF og ymsa staðni í Noreg. Serliga eru tað tær stóru ílegurnar, ið eru okkara hevuðstrupulleiki. Hesar fáa kappingarfelag- ar okkara afturgoldnar við upp til 70% frá tí al- menna. M.a. soleiðis verða Føroyar, hóast vit kanska eru eitt tað besta landið at ala í, darvaðar í kapping- ini. Feroya Havbúnaðarfe- lag vónar, at lagt verður upp fyri alvinnuni í tí heildarpolitikki, ið eigur at verða rikin. Tað merkir ikki at ali- vinnan skal hava almenn- an stuðul eins og fiski- vinnan við rakstrarstudn- ingi, kilostudningi osfr. Men tað merkir at ein kon- struktivur — alipolitikkur må setast ut i kortid og rekast. Ferð eftir ferð hevur verið mælt til at byrja við einum fíggjarkarmi, ið kundi tryggjað teimum vælriknu alibrúkunum lik- viditet at arbeiða víðari við. Við ongum semdum er skjótt at spara alivinn- una í hel. Figgjarkarmur Havbunadarfelagid hevdi fleiri fundir vid undan- farna Landsstyri um ta hættisligu fíggjarsteðu, sum flestu av okkara ali- brúkum eru komin út í. Eisini hetta landsstýrið er vitandi um okkara trongu likviditetssteðu Tað er ikki ódugnaskapur, men framleidsluøkingin í vinn- uni, sum hevur ført til hendan figgjartørv. Hugstoytt at landsins myndugleikar lata standa til, meðan stórur partur av alivinnuni er um at fara av knóranum vegna vant- andi gjaldferi í samfelag- Nr. 61 — 3. apríl 1991 Kristjan á Neystabó Ásannandi at okkurt má gerast í skundi, legdu vit seinasta ár hesa verk- ætlan fyri landsstýrið: Landsstýrið tekur upp lán kr. 200 mill. til kon- solidering og rakstur av verandi alibrúkum: 1) 45 mill. kr. til umfígg- ing av verandi lánum í Menningargrunninum. 2) 150 mill. kr. til stovns- fæ í aligrunn til fíggjan av verandi rakstri. 3) 5 mill. kr. til stovnsfæ í trygdargrunn av sama. Talva 1 — Smoit ad. 1): Viðvíkjandi Menn- ingargrunninum. Verandi lån, avdråttir og rentur verda løgd saman (puljad) og umfiggjad til 15-20 åra lån vid 8-9% rentu p.a., og vid einum avdråttarskåa uppå 3 år. ad. 2) Til figgjan av rakstri (ikki iløgum) eigur landsstýrið at: — seta á stovn ein ali- grunn, ið verandi alibrúk fáa møguleika at læna úr til lága rentu p.a. við eini avdráttartíð uppá 8-10 ár. Ar 1985 1986 1987 1988 | 1989 1980 Sjøsen | 1000 | 753 3.000 ; 3.500 | 4888 | 6.500 | | | | | | Talva 2 — Útflutningur í tonsum Ar | 1985 1987 1985 1990 | 1991" 1992" | Útflutningur i 1.447 5.736 8.193 |11.820 16.000 20.000 | | | | | | Talva 3 — Útflutningur í mió. kr. Ar | 1985 1987 1989 | 1990 |:991' | 1992" Útflutningur | sj | 38 | a | 5360 730 | í Í Í i Í Talva 4 — Prísur kg. Ar | 1985 | 1987 „1989 | 1990 | 19917 | 1992" | fæ (FR use | 40.00 | 3730 | ak:o0 | 24 | i "mett tøi Alifiskur í prosent av samlaða útflutninginum Prosent 1990 1991 1992 Ár