fríggjadagur 5. apríl 1991síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Fríggjadagin kl. 19.00:
Magnum P.I.
Nýggj sendirød. Tom Magnum er sjó-
verjuoffiserur og verður privatdetektiv-
ur á Hawaii. Hann býr í einum stórum
húsum, sum Robin Masters eigur, koyrir
í einum reyðum Ferrari og dámar væl
champagnu.
Magnum er forliptur í kinesisku gent-
uni Mai Ling, og hon brúkar tað. Hon
biður hann ansa eftir einum kostnaðar-
miklum vasa, sum er seldur til ein
antikvitetshandlara í San Francisco.
Men hetta er ikki allur sannleikin
Leikarar: Tom Selleck, John Hiller-
Roger E. Mosley, Larry Manetti,
Suesie Elena
man
Fríggjadagin kl. 22.03:
Conspiracy of
Hearts
Lilli Palmer
Enskur filmur frå
1960. Søgan er úr
Italiu undir seinna heimsbardaga. Eftir
fleiri år undir fascistiskum styri hava
turkarnir fingið valdið í Italia, og parti-
sanarnir eru farnir niðan í fjøllini at halda
fram at berjast. Nakrar nunnur royna at
hjálpa foreldraleysum bernum at flýggja.
Ítalski majorurin Spoletti uppdagar,
hvat gongur fyri seg, men ger einki at
forða teimum. Abdissan og nunnur henn-
ara krógva bernini til partisanarnir hava
ein veg kláran at rýma, men alt gerst
vandamiklari enn tær hevdu væntað
Leygardagin kl. 16.10:
A-Team
Brotsmaðurin Joe Scarlett, situr inni,
demdur fyri morð. Hann sær, at hann all-
arhelst verður dømdur til deyða. Í eini
roynd at bjarga sær, letur hann dóttir
dómaran, Lori, ræna. So noyðist dómarin
at velja, hvat lív hann velur, hennara ella
hansara.
Dómarin setir seg í samband við A-
Team, og sporini fera teir til Italiu
Leygardagin kl. 0.00:
Alfred Hitchcock
Ein vinsøga
Hin 60 åra gamli Harley Condon hevur i
tiggju år verið giftur við hini ungu vøkru
%“ á
ALFRED MITCHEOCK
PRESENTS
NS
tíðindablaðið |sosialurin'
Grace, sum nú hevur gjert av at fara frá
honum til ein ungan arkitekt, Wally
Donaldson. Saman við Wally fer hon til
gamla heimið hjá sær at pakka klæðini
hjá sær niður. Harley, sum situr á bóka-
savninum hjá sær, bjóðar Wall innar og
tekur fram eina vínflesku. Hann sigur, at
hetta er ein sermerkt fløska, og skeinkir
báðum
Sunnudagin kl. 18.00:
Familjefejden
ao
Benny Borg
Nýggj sendirød fyri alla familjuna. Tvær
familjur, ein norsk og ein svensk, kapp-
ast hver móti aðrari í eini kapping, sum
krevur kvikleika og áhuga fyri menniskj-
um. Tær kappast um 30.000 krónur. Pro-
grammleiðari er Benny Borg.
Sunnudagin kl. 19.00:
Weird Scince
Anthony Michael Hall, Kelly Lebock og
lian Mitchell-Smith
Amerikanskur filmur frå 1985. Ungling-
arnir Wyatt og Gray droyma um gentur,
men teir fáa onga. Eitt kveldið, teir
hyggja at »Frankenstein«, fáa teir hug-
skotið, at teldan hjá Wyatt kann geva
teimum eina mynd av dreymagentuni.
Men royndin verður eðrvísi, tí knappliga
hava teir eina gentu hjá sær
Mánadagin kl. 19.00:
Stingray
Louis Kelter frá WHO doyr uttan fyri
hjá Stingray eftir at hava sagt honum, at
hann er vorðin smittaður av einari nýggj-
ari sjúku. Stingray letur blóðroynd taka
av Kelter og fær staðfest, at hann hevði
eitt slag av koppum. Síðani setir hann
seg í samband við ráðgevara hjá forset-
anum. Hesin sigur, at eitt nýtt virus er
komið, sum kann fera til eina epidemi.
Stingray fer at hjálpa við granskingini
og finnur skjótt eitt spor at ganga
eftir
Paul Newman
Amerikanskur filmur frá 1973 bygdur á
bók hjá Desmond Bagley. Bretski trygd-
aragenturin Rearden og stjóri hansara
Mackintosh hava fingið frænir av einum
felag, sum hjálpir brotsmonnum at
flýggja úr fongsli. Fyri at finna hesar
menn, gera teir eitt rán, og Reardon
verður handtikin og demdur 20 ára
fongsul. Í fongslinum vónar hann at fáa
samband við fyritøkuna. Mackintosh er
tann einasti, sum veit, hver Rearden í
veruleikanum er, og tá hann verður drip-
in, verður steðan beinanvegin
truplari
Mánadagin kl. 22.03:
Callan
Edward Woodward
Callan er júst komin av sjúkrahúsinum,
har hann hevur ligið leingi. Hann kemur
heim og sær at íbúðin er læst og allar
ognir hansara eru seldar
Týsdagin kl. 19.03:
Proud Rebel
Amerikanskur western frá 1958. Aftan á
borgarastríðið fer suðurstatsmaðurin
(Alan Ladd) sar an við stumma soni sín-
um til Norðurstatirnar at finna ein
lækna, sum kann gera sonin frískan.
Hann misti málið eftir skelkin, tá ið
mamman doyði, og pápin hevur nú hoyrt
um ein lækna, sum meguliga kann hjálpa
teimum. Men hetta fer at kosta nógv, og
tí fara faðir og sonur at arbeiða á einum
bóndagarði, sum ein ung einsamall
kvinna eigur
Nr. 63 — 5. apríl 1991
Peter Falk
Mikudagin kl. 20.03:
Columbo
Goodland savnar sjáldsamar
plantur og hjúklar um tær í vakstrarhúsi
sínum. Hetta er dýrt frítíðarítriv, og tá ið
Jarvis ikki eigur nakrar pengar eftir,
lokkar hann bróðirsonin saman við sær
at fáa pengar frá familjufondinum. Hað-
ani skulu pengar bert takast, um nakar
er í neyð, so Jarvis letst at ræna Tony.
Men tá ið alt er yvirstaðið drepur hann
Tony.
Jarvis
Mikudagin kl. 23.00:
Benson
Benson er og ferðast á einari tropiskari
oyggj. Har hittir hann eina vakra, ríka
gentur, Casey Turner og tey verða góð.
Men tey eru samd um, at tá ið frítíðin er
av, er eisini liðugt teirra millum. Men
Casey broytir meining, hon vil liva rest-
ina av lívi sínum saman við Benson.
Benson hevur ongan áhuga og fer heim,
men hon fer aftaná.
Hósdagin kl. 19.00:
Murder She Wrote
Vinurin hjá Jessicu, Dorian Beecher, ein
ungur yrkjari, sigur seg hava sæð ein
reiðmann við ongum hevdi, eina náttina.
Nate Findley, sum er forliptur í somu
gentu sum Dorian, ger gjøldur burtur úr
honum og letur øll vita, at Dorian er i ør-
viti. Eftir ein bardaga vid Nate, sær
Dorian aftur reiåmannin, sum slær hann
í óvit. Tá ið hann vaknar aftur, er løg-
reglan har og Jessica og tey siga honum,
at Nate er myrdur. Onkur hevur hegt
hevdið av honum. Legreglan illtonkir
Dorian, men Jessica ivast
Hósdagin kl. 23.30:
Storm In a Teacup
Enskur filmur frá 1937. Ein ungur blað-
maður (Rex Harrison) skrivar eina grein
um ein skotskan borgarstjóra, at hann
hevur latið drepa hundin hjá eini gamlari
konu, tí hon hevði ikki goldið hunda-
skatt. Borgarstjórin stevnir blaðmannin-
um og blaðnum, og alt verður ein flekja,
tí dóttir hansara (Vivien Leigh) er komin
upp í leikin