Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-04-05, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. apríl 1991síða 15

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

FMps:205 UN SE A da Nr. 63 — 5. apríl 1991 i - « tiAmdar A; Á 1011 IUGG Láturkrampa av at gerast illa við Tá sjónleikurin "Sjeynda boð.. stjal eitt sindur minni" byrjar, kemur straks lív í á pallinum, og tað heldur sær allan leikin á tamb! Stívar triggjar tímar seinni fert tú heim aftur við so nógvum sterkum ávirkanum, at neyvan er lætt at greina sundur, allar hendingarnar, sum fóru fram. Eitt stendur tó greitt - Dario Fo er ikki leikrita- skrivari, sum rør fram un- dir, tá sigast skal frá. Hann sigur alt bart út, og onkuntíð heldur tú, at hetta er so groft, at einasta verja er at flenna. Tað ber heldur als ikki til at halda sær, um tú heldur, at nú er ov mikið. Tú noyðist at flenna, tí so skemtiligt, syrgiligt og tápuligt sýnist tað at vera, sum hesir neyðars skap- ningar verða vavdir inn í, sum frálíður. Mstumikið Tað er júst tað, sum Dario Fo hevur sett sær fyri, at fáa fólk at flenna at álvarsligum málum. Seinni - ivast hann helst ikki i - kemur åvirkanin, tå upplivingarnar eru sod- nadar. Eitt sindur møtumikid er tað, at Dario Fo i sínum fråsøguhåtti, ikki loyvir åskodarunum at hugsa sjålvstødugt. Fyri hvørt leikbrot tekur hann sam- anum, og sigur åskodar- unum tað, sum hann longu hevur skilt. Hetta er upplýsandi ella uppvenjandi sjónleikur, sum var so væl umtóktur í 60'unum og 70'unum, men ni er hesin håttur eitt sindur avoldadur. Ikki soleidis at skilja, at fólk eru vorðin minni svikalig ella sjålvsøkin enn fyri nærum 30 årum sidani, umstødurnar eru bert ødrvisi i dag. Svikabrøgd og roynd- irnar at stjala eru og hava altíð verið til, og gerast ikki minni við árunum, nú trongt verður um at heimspallinum, múrarnir falla og nýggjar heimaskoðanir fara at síggja dagsins ljós. Krevjandi leiklutur Høvudalcikarin Æneas (Ria Tórgarð), er á pallin- um tveir tímar á tamb. Hon er kirkjugarðgravari, sum verður umskapt til mynd av eini skøkju, so er hon brádliga abbadissa í einum kleystri, fyri síðani er gerast kirkjugarðsgrav- ari aftur. Næsti leikarin er Harrin (Kári Mouritsen) sum er grannskoðari av tí heldur svikaliga slagnum, og hann umskapast til lík, abbadissu, sjúkling á ein- um sinnissjúkrahúsi, um- vendur syndari 0.s.fr. Soleidis kundi verid hildid fram at reksa allar leikpartar og persónar upp, men so verður tað ov trongligt á blaðsíðuni. Tilsamans 14 leikarar eru á palli, umframt tey sum hava seymað bún- ar(Elin Lindenskov og Laura Joensen), Pallmynd (Regin Patursson) ljós (Finnur Olsen) tónleikur (Egi Dam). Standa stinnir Leikstjórin Gunnvør Nolsøe hevur rættiliga fingið nakað burturúr. Hóast venjingartíðin hev- ur verið styttri enn vanligt og leikurin er umfevnandi og drúgvur, so standa leikarnir stinnir. Teir ivast neyvan eina løtu í, hvat teirra leiklutur skal sýna. Tað sum er áhugavert við hesum leiki, er, at búnar, ljós, pallmynd og tónleikur er so væl sam- ansjóða til eina eind við leikinum. Hetta er ikki ein sjálvfylgja á okkara leið- um, og gevur avgjørt á- skoðarunum eina uppfatan av, hvussu leikandi lætt tað er at spæla sjónleik. Krympa tærnar Tað er helst ikki so, men áskoðarin verður ikki við sviðið soð og nýtist ikki at krympa tærnar - av leiklistaligum orsøkum. Men í innihaldi hevur mangur ivaleyst hug at krympa tærnar. Deyðin verður ókristiiga umrøddur, tey tosa eisini við tey deyðu, men áskoðarin veit, at tað bert er skemt. Á gamla kleystrinum, sum nú er sinnissjúkrahús spæla leikarnir "tey svø- ku" og allarbest av øllum er leikluturin har Kári Mouritsen spælir svakur, sum var tað veruleiki Garrvilt! Tú hugsar - nei, hatta kann ikki skemtast við men so fellur 10'oyrad í eittoyrum, hann er ikki svakur, hann letst bara sum... Og so er alt fyrigivið, tu so skemtiligt og kortin: syrgilig er hetta leikbrotið, og mong mong onnur, sum als ikki ber til at greiða frá Leikurin skal síggjast og upplivast. Tað er torført at taka dag- ar ímillum, hvør sjón- leikari skaraði fram um annan, tí úrslitið var av- bera gott. Hugtakandi Skuldi eg nevnt nakran, so er tað fyrst og fremt Ria Tórgarð sum høvudsleikarin og Kára Mouritsen, sum havnar- fólk kanska minnast spældi sjónleik í 60'unum, Súsonnu Tórgarð, ið var so hugtakandi dramatisk í síni framførslu, og Egi Dam, sum nú sýnist at hava fingið tamarhald á leikkynstri sínum. Katarina Nolsøe er so heilskapað á palli, eftir at hon er liðug útbúgvin sjónleikari, at tað sýnist sum hennara veruliga "element" er at standa á , 1 51 palli. Tað er Carl Johan Jensen sum hevur umsett leikin, og hann hevur rættiliga fingið føroyska tekstin so væl, at leikurin fær heim- ligt innihald. Tey sum ikki hava vitjad i Norðurlandahúsinum enn. Unnið tykkum eina fri- ltu, farið til "Sjeynda boð... stjal eitt sindur minni." Leikurin verður sýndur seinastu ferð 9. apríl Dagny Joensen Várkonsert í Vestmanna leygardagin Leygardagin 6. apríl kl. 5 bjóðar Vestmanna Sang- kór til várkonsert í skúla- auluni í Vestmanna. Við várligum dámi verð- ur fjølbroytt skrá fyri blandað kór, manskór og solo, umframt tónleikur fyri oboe og gittar. Á skránni hjá Vest- manna Sangkóri eru: Av 3 feroyskum sang- um verður fyrstu ferð framferdur »Og dansurin gongur< (ella »Storm- dunið inn yvir bygdirnar stendur«) eftir T.N. Djur- huus og Kára Bæk. Hinir báðir, lagdir til rættis av Karl Clausen, eru »I sirmi< hjá H.A Djurhuus og »I buri« eftir o.H.O. Diurhuus Á svenskum verða: >| 1 1 1ga«, kend folkav A tyskum er »Tanzen und Springen«, ein kendur madrigalur úr 16. eld eftir H.L. Hassler. Á enskum eru 2 sving- andi amerikanskir: >Good- night, well it's time to go«, eftir Carter, Hudson og Sund, og »Ride on, King Jesus«, traditionell- ur, eftir L.L. Fleming. Manskórið hevur á skránni »Føroyar, mitt land« eftir J.H.O. Djur- huus og Waagstein, og »Tell me, why«, ið er so- nevndur barbershop-sang- »0Io 5 yngur Kirstin Ja cobsen vøgguvis A } Ai liso A 3