hósdagur 13. mars 2003síða 15
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 50 - 13. mars 2003
Nr. 50 - 13. mars 2003
29
Verkfrøðingur
til plan- og prosjektdeildina
Starv sum verkfrøðingur á plan- og prosjekt-
deildini hjá Landsverkfrøðinginum er leyst at
søkja.
Plan- og prosjektdeildin er deild undir vega-
deildini.
Til rætta fólkið kunnu vit bjóða eitt spennandi og
áhugavert starv, ið er fakliga og persónliga
mennandi og við góðum arbeiðsumstøðum.
Arbeiðsuppgávur
Uppgávur, sum viðkomandi í høvuðsheitum
kann rokna við at skula røkja og standa fyri, eru
hesar:
• Gera ætlanir fyri landsvegakervinum
• Gera ætlanir fyri trygdartiltøkum
• Programmeringar, forkanningar, prosjektering
og prosjektgransking
• Eftirlit við verkætlanum og
• Myndugleikaumboðan
Førleikakrøv
Sóknast verður eftir verkfrøðingi - helst við
royndum innan nøkur av omanfyri nevndu virkis-
økjum.
Stórur dentur verður lagdur á góðar persónligar
eginleikar, og rokna vit við, at viðkomandi er
fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni, dugir
at skipa sítt arbeiðsøki og arbeiðið á deildini sum
heild.Harafturat skal viðkomandi kunna geva sítt
íkast til menning av arbeiðsplássinum og vera
førur fyri at arbeiða sjálvstøðugt, eggja og ganga
undan.
Setanarviðurskifti
Tænastustaðið verður skrivstovan í Havn. Løn og
setanartreytir annars verða sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Verkfrøð-
ingafelag.
Umsóknir
Umsóknir við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv)
verða at senda til Landsverkfrøðingin, Postboks
78, 110 Tórshavn, og skulu verða skrivstovuni í
hendi innan 25. mars 2003. Brævbjálvin eigur at
merkjast "Verkfrøðingur til vegadeildina". Allar
umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast frá
Finnleifi Durhuus, leiðari av vegadeildini,
á tel. 31 13 33, lokal 213 (e-postur: finnleif@lv.fo).
Bingjur til sølu
Vit hava nakrar 20 fóts bingjur til sølu.
Landshandilin
tlf. 311385
Sethús í Leivsgøtu 5,
Tórshavn til sølu
Húsini eru í 3 hæddum við samlað búøkið uml. 200
m2. Húsini standa í friðarligum og veðurgóðum
umhvørvi.
Kjallarahædd: Í kjallarahæddini er íbúð við 3
kømurum, køkur, wc og bað. Íbúðin er ca. 70 m2.
Stovuhædd: Stova við útgongd til altan, 2 kømur,
køkur og wc/bað.
Loftshædd: 2 stór kømur og stór repos við út-
gongd til ovasta loft. Húsini eru í sera góðum
standi. Grundstykkið er ca 500 m2 við hava.
Áhugað kunnu ringja 216615
ella 316615
Handverkarar
sum hava fingið spurnablað sendandi
frá Yrkisdeplinum
Heitt verður á teir handverkarar, sum hava fingið
spurnablaðið »Hvat heldur tú um læru tína«, um
vinarliga at útfylla tað og senda okkum tað aftur í
hesi vikuni.
Yrkisdepilin
www.yrkisdepilin.fo
Frá Heilsuhjálpara-
felag Føroya
Ársaðalfundur felagsins verður í Pálsstovu,
Mykinesgøta 7, Tórshavn leygardagin tann 5. apríl
kl. 12.00.
Skrá sambært lógum felagsins.
Nevndin
Viðv. størvum hjá
Fiskiveiði-
eftirlitinum
Heitt verður á allar maskinmeistarar, ið ætla sær at
søkja starv hjá Fiskiveiðieftirlitinum um at venda
sær til felagið á tlf. 314718.
Nevndin
-tað
loysir seg
C
M
Y
K
29
28