leygardagur 6. apríl 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 64 — 6. apríl 1991
tíðindablaðið SOSÍalurin
Heilar 2000 húgvur
skulu á marknaðin
„síða?
Landsungdómsstevnan
Í Havn 25.-28. apríl
Áhugi er eisini uttanlands fyri at sleppa at selja nýggjastu
fóroysku móta-dilluna — Jens Martin-húgvuna
At Jens Martin Knudsen
man vera tann landsliðs-
spælarin, sum ikki bara á
vølli, men eisini uttanfyri
vøllin hevur gjørt mest
vart við seg, man eingin
ivast i.
Húgva hansara er næstan
vorðin meira heimskend
enn bæði maðurin sjálvur
og kanska landsliðið við,
og hevur hetta nú ført við
sær, at enn eitt nýtt sølu-
hugskot hevur sæð dagsins
ljós her á landi.
Eitt partafelag er stovn-
að, hvgrs endamál er at
syrgja fyri framleiðslu og
sólu av sokalladum Jens
Martin-húgvum.
Kløvstad fann uppá
Tað var stjórin í Norður-
landahúsinum, Jan Kløv-
stad, ið fekk hugskotið at
selja slíkar húgvur, ið
skuldu vera bundnar úr
føroyskum tógvi eftir
somu uppskrift, sum
mamma Jens Martin
brúkti, tá hon fyri skjótt
mongum árum bant honum
ta fyrstu og originalu Jens
Martin-húgvuna.
»Eg haldi hetta er bara
Stuttligt, og um hetta eisini
kann økja um áhugan fyri
fótbóltinum, so er tað ong-
antíð betur,< sigur Jens
Martin. >Og so eru húgv-
urnar bæði heitar og fjálg-
ar, so tær gera góða nyttu
eisini.«
Tær fyrst u 1100 húgvur-
nar eru longu bundnar og
at fáa til keyps frá Eystur-
oyar Heimavirki.
Mestsum útseldar
Og longu nú er grav-
gangurin so stórur eftir
hesum góðu húgvum, at
tær næstu 900 eru á veg.
Somuleiðis er longu meg-
inparturin av teimum lidnu
húgvunum seldur.
Húgvurnar verða bundn-
ar av 90 kvinnum í Eystur-
oynni, ið sita heima og
binda.
Føroyskt tógv verður
brúkt til bindingina, og
húgvurnar eru hvítar vid
toppi. Inni í húgvunum er
eitt merki við autograf-
inum frá Knudsen himself,
og so fylgir eisini ein litl
mynd av honum við,
hvgrja ferð ein húgva
verður keypt.
Tað tekur einar 5-6 tímar
at binda eina sovorðua
húgvu, so ikki kann annað
sigast, enn at 150 krónur er
stak lagaligur prísur,
skuldi hædd verðið tikin
fyri timalønini.
Bera eydnu við sær
Fyribils verður satsað
uppá at selja húgvurnar í
Føroyum — serliga til dyst-
irnar 12. og 14. apríl móti
íslendingum og 1. mai
móti norðurírum.
Sjálvur trýr Jens Martin
uppá, at í hvussu er tann
originala húgvan, hann
sjálvur hevur, ber eydnu
Kenda húgvan hjá Jens
Martini er nú eisini
vorðin nýggj føroysk
mótadilla og søluvøra
við sær, so vónandi kunnu
hinar 2.000 eisini geva eitt
gott iskoyti tann vegin.
hj.
Framsýning =
á Tvøroyri
Næmingar á Tvøroyrar Kvøld-
og Ungdómsskúla sýna sunnu-
dagin fram tað, tey gjógnum
veturin hava fingið úr hondum
Sunnudagin — í morgin —
millum kl. 16 og 20 verður
stór framsýning í nýggja
skúlanum á Tvgroyri, har
kvøld- og ungdómsskúla-
næmingar fara at sýna
fram ymist av handaligum
arbeiði.
Gjøgnum veturin hevur
skúlin havt næmingar u,m
kvøldarnar, sum har hava
stytt sær stundir og lært
seg ymist innan fleiri fak,
teir kunnu velja sær.
Tað, sum nú verður sýnt
fram, umfatar millum ann-
að hondarbeiði, skerma-
seyming, seyming, veving,
modellsmíð, tekning og
máling.
Hendan framsýningin er
seinastu árini vorðin fastur
táttur í sambandi við
kvøld- og ungdómsskúlan,
og plagar nógv fólk at leita
inn á gólvið fdyri at skoða
tey ymsu avrikini, vetrar-
kvøldini hava givið av sær.
hj.
Kostnaður fyri fulla lutt
200 kr
Tekning: áðrenn týsdagir
16
Sólbjórg Mortensen
Heima
Missións
Ungdómur
Bridgeveitsla
Leygardagin 20. apríl kl.
Steyp fyri kappingarnar í vetur verða
handað.
Kostnaður kr. 200, -
Tekning í seinasta lagi 14. apríl hjá onkr-
um nevndarlimi.
fyri hvønn.
Foroya Bridge Samband
Til tykkara
ið sita eftir
Poulu
Ellendersen
Lag: Nú nemur náttin við smærur
Nú krýpur kvirran úr krókum,
ið róina rænir av rókum,
so brá móti brotum seg boyggja,
har dirvið og dagurin doyggja.
Væl vard undir viknandi veingi
læt látur í lívdini leingi
— frá lívinum loysnað er lagna,
og teitið í treganum tagnað.
Men vónin vinnur í viggi,
sum Sólin á skaddu og skýggi,
har Meistarin maktunum makar
og skilir, hvat sálunum sakar.
Hann hugin hevjar úr harmi
og brosini bræðir í barmi,
hvonn longsul í lýðkuna leiðir
— ríkt signar tað rivnaða reiður.
Gunnvå
19.00 verður
veitsla vid dansi fyri bridgespælarum vid
maka i Róðrarneystinum á Argjum.