leygardagur 6. apríl 1991síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 64 — 6. apríl 1991
tíðindablaðið
Foroysku umboðini í Norðurlanda Ráðnum á snarferð
til Keypmannahavnar:
Vilja tryggja sær at vit
CL
nevndina ístaðin fyri figgjarnevndina
iåstu setu sini i Keyp-
innahavn samtykti
Norðurlanda Ráðið, at tað
gerast rættiliga
broytingar í ar-
beidsgongdini hjá Ráð-
num í framtíðini. M.a.
skulu tær stóru 17 og 22-
mannanevndirnar mink-
ast niður í 13 limir, hetta
fyri at gera arbeiðið í
Norðurlanda Ráðnum
effektivar og minni buro-
kratiskt.
Nú skulu hesi uppskot-
ini til broytingar til góð-
kenningar í teimum ein-
støku tingunum í Norður-
londum — og fyri at vit
føroyingar ikki skulu ger-
ast eftirbátar ella verða
settir heilt til viks — fóru
tey bæði foroysku umboð-
ini í ráðnum, Anfinn
Kallsberg og Jógvan I.
Olsen, saman við skrivar-
anum í føroysku sendi-
nevndii, Christoffer
Thomassen, í farnu viku á
snarferð til Keypmanua-
havnar.
Danski innanríkisráð-
harrin, sum eisini er sam-
rbeiðsráðharri og harvið
isitur Norðurlanda Råd-
hevði boðið donsku
endinevndini og umboð-
unum úr Grenlandi og
Feroyum til fundar at
tosa um ymisk mál, og vit
gjørdu av at taka upp
spurningin um lutfalsliga
býtið av limum í teimum
ymsu nevndunum, nú hes-
ar nevndir skulu skerjast,
sigur Anfinn Kallsberg
við Sosialin.
Hann sigur, at tað er
betri at vera fyrivarin og
tí tóku føroysku umboðin
júst spurningin um fram-
tíðar umboðanina í nevnd-
unum fram á fundinum í
Keypmannahavn miku-
dagin.
Málið er tað, at Norð-
urlanda Ráðið á síni síðstu
etu samtykti at gera
sokallaðu
Ísingforsavtaluna, sum
eitt slag av grundlóg
Ráðið. Sambært hes-
skal ar-
kulu
storar
broytingar í
LI
broytingum
beiðið hjá Ráðnum effek-
tiviserast og verður talið
av limum í teimum báðum
stóru nevndunum, fíggjar-
nevndini og mentanar-
nevndini, minkað úr
ávikavist 22 og 17 limum
niður í 13, soleiðis at allar
nevndirnar hava 13 limir.
Nú er tað ein avtala
millum donsku stjórnina
og landsstýrini i Føroyum
og Grenlandi, at vit skulu
vera umboðað í hesum
nevndum burturav tí
limatali, sum er tillutað
Danmark.
Nú ætlanin er at minka
talið av limum í nevndun-
um, fær Danmark bert 3
limir í teimum báðum
stóru nevndunum. Og
spurningurin er tá, um
Føroyar og Grenland
sleppa at varðveita síni
umboð.
Danir positivir
Hetta var spurningurin,
foroysku umboðini í Norð-
urlanda Ráðnum ynsktu
at taka upp við donsku
sendinevndina, áðrenn
danska fólkatingið góð-
kennir broytingarnar í
nevndunum hjá Norður-
landa Ráðnum — og
broytingarnar verða
trýstar niður yvir feroy-
ingar og grenlendingar,
uttan at teir hava havt
meguleika at koma fram
við sínum sjónarmiðum.
Anfinn Kallsberg sigur,
at danir vóru sera posi-
tivir og lurtaðu eftir før-
oysku sjónarmiðunum.
Grønland metti ikki á
fundinum.
— Vit ferdu fram, at her
kundi tað koma illa fyri,
um Feroyar ikki fingu um-
boð í nakra av teimum
týðandi nevndunum.
Hetta vildu vit gera vart
við í góðari tid — og at vit
ikki uttan víðari fóru at
góðtaka at verða útihýst-
ir, um hetta fór at verða
úrslitið.
Anfinn Kallsberg sigur
víðari, at teir vístu á, at
skulu broytingar gerast í
býtinum av nevndarsess-
um, so mugu nýggjar
samráðingar til millum
donsku stjórnina og
landsstyrini i Føroyum og
Grønlandi, ti tad eru tey,
sum hava gjørt avtaluna.
Hetta er sostatt ikki nak-
að, sum danska sendi-
nevndin ella danska
stjórnin einsæris kann
taka stødu til.
— Vit mæltu donsku
sendinevndini til at gera
eitt tilmæli til donsku
stjórnina og víðari til
landsstýrið. Vit vístu á, at
tað er rímuligt, at vit
varðveita okkara umboð,
men fyri at vísa ein góðan
vilja, so skutu vit upp, at
kom valið at standa mill-
um feroyingar og gren-
lendingar at fáa umboð í
figgjarnevndina, so vildu
vit lata grenlendingar fáa
tað. Ístaðin settu vit fram
ynski um umframt fram-
haldandi at hava umboð í
mentanarnevndini, eisini
at fáa umboð í umhvervis-
nevndina.
Hetta er ein sera áhuga-
verd nevnd, sum feroying-
ar kunnu hava nógv gagn
av at vera í, sigur Anfinn
Kallsberg og vísir á, at
henda umframt
at taka sær av dálkingar-
spurningum, eisini umsit-
ur allar fiskivinnu- og hav-
rættarligar spurningar.
Vit halda tað vera
rætt at gera danir varugar
við okkara sjónarmið, so-
leiðis at vit ikki — uttan
at vera eftirspurdir —
verða skúgvaðir til viks
og bert fáa umboð í onkr-
um einkisigandi nevnd-
um, sigur Anfinn Kalls-
berg.
Hann sigur annars, at
umreddu broytingar
meira og meira benda
tann vegin, at tað er ikki
haldgott i longdini, at Før-
nevndin
oyar og Grønland eru
partur av donsku sendi-
nevndini, ti har upptaka
vit lut víst ov stóran art av
nevndarsessunur men at
fáa sjálvsteðuga um
í Norðurlanda Ráðnum =
»kjota upp at Føroyar møguliga fáa umboð í umhvørvis-
boðan í Norðurlanda Råd-
num.
— Men tað fara vit so at
arbeiða víðari vid, og mín
vón er framvegis, at tað
ganga ikki meira enn fýra
ár, til vit eru sjálvsteðugir
limir í Norðurlandaráð-
num, sigur Anfinn Kalls-
berg at enda í samreðu við
Sosialin.
Skrivarafundur
Í næstu viku skulu so
skrivararnir í sendinevnd-
unum hava fund og tá fara
teir eisini at viðgera um-
redda málið. Tað verður
so miðað móti at hava ein
fund millum feroysku um-
boðini og donsku sendi-
nevndina einaferð áðrenn
summarfrítíðian at gera
eitt tilmæli um nevndar-
býtið í Norðurlanda Ráð-
num.
Á fundinum í Keyp-
mannahavn í vikuni varð
eisini tosað um ætlanina
at broyta reglugerðina um
játtanirnar hjá Norður-
landa Ráðnum. Í dag er
steðan tann, at tað eru
samarbeiðsmálaráðharr-
arnir, sum útarbeiða eina
játtan og síðani leggja
hana fyri Ráðið at taka til
eftirtektar. Í framtíðini er
ætlanin at tær einsteku
nevndirnar skulu útar-
beiða karmin fyri tær
ymsu játtanirnar.
Síða 17
-
Så
=
Teir báðir føroysku
limirnir í Norðurlanda
táðnum Anfinnur Kalls-
berg og Jógvan I. Olsen
Orð: Jan Miller
og skrivarin í foroysku
sendinevndini, Christoffer
Thomasen