Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-04-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. apríl 1991síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Grannar sent mótmælis- skriv í Landsstýrið - í samband við at býráðið hevur givið Havnar Klubba endaligt byggiloyvi Hóast grannarnir hjá Hav- nar Klubba hava fingið boð um at Klubbin verður útbygdur, so royna teir enn einaferð at fáa myndug- leikarnir í talu. Býráðið samtykti í fjør at gera frávik í Byggi- og býarskipanarlógini soleið- is, at Havnar Klubbi fekk loyvi at taka niður tann gamla Klubban, fyri síð- tíðindablaðið SOS ani at byggja nýggjan byg- ning, sum skal bindast í nýggja Klubban gðru- megin og Havnar Bio hinumegin - í fýra hædd- um. Byggimálið hevur verið fyri á fleiri býráðsfundum, men 19. mars fall endalig avgerð, og grannarnir hjá Havnar Klubba fingu bræv frá Býráðnum, har upplýst Nr. 65 — 9. apríl 199 varð at Klubbin nú hevði fingið endaligt loyvi til út Jens Pauli í Dali og Ebba Hentze hava skipað fyri mótmælisundirskriftunum og hava í fylgibrævi - hesaferð til Landsstýrið, greitt frá, hví tey ikki halda tað verða rætt at út- byggja Havnar Klubba. 11 sethúsaeigarar eru nærmastu grannar hjá Klubbanum, og bert hesir hava verið spurdir um mál- ið. Í mótmælisskrivinum stendur m.a.: Meðan Býráðið nýtir milljóna upphæddir ul at varðveita gomul sethús í hesum býarparu, loyva teir sam- stundis at frávik verða gjørd, eitt nú vid útbygg- ing av Havnar Klubba. Grannarnir halda, at Bý- ráðið ikki kann vænta, at onnur í grannalagnum fara at varðveita tey gomlu husini, tá myndugleikarnir ganga á odda við ikki at halda somu býggi- og bý- arskipanarlóg. Húsini í grannalagnum rðr eru frá seinast í 19 gld. og t.d. húsini hjá Fridu í Da; eru bygd í 1880, og tey eru ikki elstu húsini har. Umframt viðurskiftini at varðveita gomlu býar- myndina, so mótmæla grannamir eisini, at ófriður og larmur á náttartíð nú verður verri enn higartil, av tí at Havnar Klubbi við útbyggingini eisini fer at vaksa um virksemið. Umstødurnar at búgva i grannalagnum fara bert at versna. - So mikið harmiligari er tað, av tí at hetta bert snýr seg um peningaligan vinn- ing. Veruleikin er tann, at Havnar Klubbi í sjálvum sær ikki hevur brúk fyri útbyggingini. Grannarnir halda, at gamli Klubbin var ein partur av gomlu býarmyndini, sum átti at verið varðveittur. Teir hal- da at tað er at fara um alt mark við at loyva frávik lógini, og at tað umhvørvi 1 var nóg mikið spil favnar Klubbi í síni tí ndsstýrið og Byrå0i iva fingið mótmæli skrivið, sum varð sent 4. apríl. Kærufreistin er lokin 19. april. Dagny Vindeyguni eins gomul og húsini Gamla byarmyndin hvør- vur og nýggir stovnar troð- ka seg fram, men kortini er C. Pløyensgøta og N. Páls- gøta væl varðveittar, eftir ti gomlu skipanini, aftan fyri Havnar Klubba, Spari- kassan og Telefonverið. Borghild Dam Jacobsen byr i C. Pløyensgøtu 13. Hon hevur búð har síðani 1942 og einaferð vóru tey 12 fólk í húsi, men nú er hon einsamgll eftir. : Borghild Dam Jacobsen: - Húsini eru bygd í 1880, og hóast tey eru umvæld, so hava vit varðveitt gamla byggisniðið. Vindeyguni eru eins gomul og húsini, og tey eru sett í við rænaglum. Í fjór vetur fór sunnari endin av húsunum so illa, at eg noyddist at fáa hann klæddan av nýggjum og nýtt vindeyga varð sett í. - Mær dámar ikki tey nýggju sprossavindcyguni, men havi ístaðin fingið nýtt vindeygað, sum er sama slag sum tey gomlu vindeyguni. Borghild Dam Jacobsen í hugnaliga køki sínum.. Iiusini eru frå 1880 og eru hildin i upprunaliga sniði, umframt at Borghild hevur stóran áhuga og ans fyri gomlum lutum, sum hor; hevur savnað KJØRBUM cut langt lív