Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-04-10, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. apríl 1991síða 16

‹ fyrra síða allar 16 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Eitt lágtrýsteki við tilhoyrandi brúgva- legum og regni verður yvir Feroya- leiðunum mikudag- in, men hevur seg síðan norðuryvir og út á hósdagin nærkast annað lág- trýst sunnaneftir. Mikudagin f i: Friskt lot til struk i vindi, m/s, av útsynningi og vestri, skýggjað loft og ælingur, men tolu- ligt sýni. Hitin alt samdegurið uml. 7 mest uml. 10 stig Hósdagin Bert lítið lot, helst av ymsum ættum, at byrja við, seinni upp í hvassan vind, einar 13 m/s, við regni av suðri, skýggjað loft, men toluligt sýni. Hitin alt samdegurið uml. 7 stig. Er nakað á våsi? — lvamál? Ein spurningur, eila tíðindi, so ring til okkara. Vit eru til reiðar ! Telefon 11820 - 2 Tit ringja — vit skriva Telefax 147 20 Lysingar Lýsingarfólk okkara er ráðgevari hjá fyritgkum 'og einstaklingum í lýsingarspurningum. Hetta Telefon 118 20 - Telefax 14720 [øliteknar — -"€||UPSA Handilstenn tu av termum ótraditionellu ætlanunum um at beta s, hevur varaløgmaður tikið tollin av handilstonnum. MET Strandingar gera upsan til gullfisk Stranda Flakavirkið eigur nú metið fyri at hava keypt dýrasta upsan , sum nakrantíð er seldur í Føroyum. Flakavirkið keypti 21 tons av upsa fyri 8.80 krónur. Og skipini sum fingu góða prísin vóru Saturn og Ólavur Hvíti úr Gøtu. Nykur og Kósa- virkið lógu eisini fram- við, men strandingar vunnu. Nú eru tvær krónur á muni á prísinum, sum manningarnar á Kuba- bátunum fáa í mun til tað gøtuskipini fingu av Strondum. Hjá Handils og Frystivirkinum í Fuglafirði var upsa- prísurin í gjár 6.80 krón- ur. Telefonuppbodssølan hevur higartil selt 184,6 Lons. jústinus EUR Fyra føroyingar híða eftir nýggjum nýra At skifta ymiskar likamslutir út gerst alt meira vanligt. Higar- til hava átta fóroyingar fingið nýtt nýra ísett. Og fýra standa á bíðilista. Tað kann ganga drúgv tíð, áðrenn ein nýrasjúklingur fær nýtt nýra. Og hetta kemst av, at ringt kann vera at fáa hendur á einum hóskandi nýra. I mun til aðrar likams- lutir, eitt nú hornhindur, so kann eitt nýra bert goymast í 24 tímar, og tað krevst at nýggja nýra passar saman við ti líkami, tað skal setast í. Tí hendur tað ofta, at onkur tætt í familju við sjúklingin letur annað nýra. Men hetta er ikki ein treyt. Ein nýrasjúklingur kann saktans fáa nýra frá einum heilt fremmandum persóni. Ein nýraskurðviðger, har nýtt nýra verður sett í, gongur skjótt fyri seg. Og vil væl við, so kann sjúklingurin verða út- skrivaður stutt eftir. Men sum við øllum skurð- viðgerðum, so kunnu henda komplikatiónir af- taná. Og tað kemur meir enn so fyri. Tó er lækna- vísundin komin rættuliga langt við nýrasjúkum í dag. Føroyingar noyðast á Ríkishospitalið, skulu teir hava nýtt nýra og bíðitíðin kann sum sagt verða drúgv og spennandi. Knappliga verður sjúlingurin ringdur upp og fær boðini at nú má hann koma niður beinanvegin, ti nú er eitt nýra tøkt. Ein deild av danska nýrafelagnum er stovnað í Føroyum. Farið verður nú 2 % Pr Q 531761 Ømronenncen Sun Q #56508 4 ag Q 305004 undir at selja lutasedlar. I fjør vann ein sedil seldur i havn eina teldu , sum hevdi virdi av 12.000 krónum. Men seðilin var horvin. Tey sum vilja vita meir um nýrafelagið og kanska vilja hjálpa til at selja luta- seðlar kunnu ringja 15928 og spyrja eftir Tummas Paula ella Odny . jústinus Vestfalskyrrind 14. apríl: Tendring. 5. apríl: Mánin longst frá jerðini. 7. apríl: Seinna kvarter 0409 0448 1629 1707 0609 1829 0648 firði 0224 1907 0303 Nólsoyar- 1444 1522 fp. 0424 0503 sp. 1644 1722 Haraldssundi/ | Skúvoyarfirði/ Lorvíksfirði | Skopunarfirdi 0309 0348 1529 1607 0324 1544 0403 1622