fríggjadagur 12. apríl 1991síða 19
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 68 — 12. april 1991
i [JENS MAÐTIN HDADR
OPA MAGE ENA
i Á „já = -
Teknirød í litum
|
|
| Barnablaðið nr. 3 er júst útkomið.
| Blaðið er í litum hesaferð og hevur serliga eina
| teknirgð: "Róaldur og Rabaldur" í litum, sum er
| ógvuliga stuttlig og livandi í innihaldi, umframt at
| baksíðan á blaðnum er ein litmyndasøga.
Annars er innihaldið í Barnablaðnum fjøllbroytt,
og vendir sær serliga til børnini, við slíkum les-
naði, sum børnunum og ungfólki dámar.
Barnablaðið kemur út 10 ferðir árliga, og haldara-
gjaldið er 100 krónur um árið.
Serlækni KFUK, Vágur
Óli Jacobsen úr Havn
tiðindablaðið
Hugleiðingar
meðan vit fylgja
Síða 19
Hann var av teim stillu í samfelagnum —
einki hóvasták og einki reyp. Men sum van-
ligt er við slíkum fólkum, at tá tey siga nak-
að, so er tað oftast bæði hittinorð og fyndar-
orð, hvar altíð okkurt verður hangandi eftir í
luftini.
Á sín stillfora hátt luttók hann í tí, sum
rerir seg í samfelagnum, bæði í sínum dag-
liga yrki sum handverkari og í tí felagslívi,
sum í heimbygdini rørdist — fakfelag,
bygdarfelag, mentunartiltek ella hvat tað nú
kundi vera.
Í dag er tað mestsum vorðið ein mótasak
vid bygdarhúsum og bygdafeløgum, og alt
gott um tað, men á Sandi hevur henda rersla
altíð verið livandi — hetta ikki minst fólkum
sum Kristjani fyri at takka.
Í teim depru og virkisleysu 50-árunum
reistu teir eitt stórt og prýðiligt bygdarhús,
sum nokk framvegis telist millum tey frægu
í landinum.
Tá ov lítið var fyri hendurnar heima,
smæddist hann ikki við at fara langt av leið
at vinna til seg og síni — so væl innanlands
sum langt burtur í fremmand lond.
Mær rennur í hug, tá han klæddi og bjálv-
aði mær húsini. Tá spurdu grannarnir:
„Hvaðan hevur tú fingið handa mannin, tað
er tá ótrúligt, sam tað á ein stillferan hátt
líður skjótt eftir hjá honum<. Mær tykir hesi
fáu vælspurdu orð vera eina frálíka lýsing av
manninum.
Tær kviku skapandi hendurnar hava lagt
amboðini fyri seinastu ferð, men tað tær av-
rikaðu, verður leingi standandi sum minnis-
hevur fund í kvøld kl. 19.30
hevur fingið heitið sum
serlækni í medisinskum
maga- og tarmsjúkum.
Hann er frammanundan
serlækni í medisinskum
sjúkum.
Oli Jacobsen hevur
starvast á ymiskum sjúkra-
húsum í Svøriki, Føroyum
og í Danmark, og starvast í
løtuni á sjúkrahúsinum i
Aalborg.
i meinigheitshúsinum.
Gangandi aftanå likbilinum koma minni og
kenslur til tin å ein meira inniligan hått enn
vanligt.
Tú kendi hann og øll hansara væl — vóru
skyldfólk og vinfólk. Eisini hevur ein mang-
an sitið væl í fjálga heimi teirra.
Leingi hevði hann drigist við vánaliga
heilsu, men at hann skuldi so brádliga fara,
tað vardi okkum ikki, og er saknurin tí so
mikið sárari.
varðar.
Borghild, børn og abbabørn, orð eru her so
fátæk, vóru kanska betur ósegd — tit hava
mist av tí besta tit áttu — eftir stendur sess-
urin tómur.
Men: Fjálgið um tey góðu minnini og latið
tey liva.
Rókur.
Skaldsogan Ránið
— eftir Mette Newth, sum Árni Dahl
hevur týtt.
Arktis er eitt elligam-
alt duldarmál, drag-
andi og ræðandi sam-
stundis.
Ár fimtan eftir Kristi
føding kunngjørdi róm-
verjin Albinovanus
Pado: »Nåtturan er so-
leidis, at uttanum alt er
havið, og handan havið
er einki«. Men niggju
hundrað ár seinni fann
Eirikur Reyði handan
hav vekru firðirnar í
Grenlandi. Í fimm
hundrað ár búðu norð-
búgvar her, men veld-
uga Arktis, sum var
um Grenland, varð ver-
andi eitt duldarmál.
Eisini arktiska fólkið
— inuit — sum hevði
búð her í meira enn
2000 ár undan norð-
búgvum. Hetta fólkið
hevði næstringar sínar
í fjarskotna Sibiria.
Ræðandi sagnir komu
í, og tá ið norðbúgvar
doyðu út í Grenlandi
seint í miðeldini, vóru
bara sagnirnar livandi
um tey ræðuliga
»Wilde« í landinum,
sum antin varð lýst
sum eitt paradís við
gulli og einhyrningum,
ella sum eitt kevandi
hvítt helviti.
RÁNIÐ er um, tá ið
norsk og onnur europe-
isk skip í 17. eld funnu
landið »handan havið<
aftur. Tey komu til
Grenlands eftir gulli
og einhyrningahorni,
ella tey ætladu sæ: sjá-
vegis til Kina. Flestu
skipini sigldu heimaft-
ur við ongum, men tá
høvdu tey tíðum nøkur
av teimum »Wilde« við
í lastini. Pelsklæddu
fangarnir hevdu einki
virði í sjálvum sær. Tó
kundu tey vera spenn-
andi vera á europeiska
marknaðinum ella
granskingarevni hjá
lærdum monnum.
Fjøtrad av ókunn-
leika og angist varð
Inuit-fól:ið noytt at
avnokta egnu trúgv,
mentan og livihátt.
Segubekurnar siga
einki um lagnu teirra,
ið fullu í norðbúgva
hendur, eisini tiga tær
um einastandandi
mentanina, sum hetta
gamla fólkið hevur
ment í ringastu veður-
lagsviðurskiftum, sum
mannaættin tolir.
Í bókini RÁNIÐ
verður = ungi inuit-
drongurin og gentan —
Poq og Inequ — rænd
við til Bergens, sum tá
í tíðini var ein býur
fullur av fordómum og
ótta fyri tí ókenda. Tað
er teirra søgu, vit
hoyra, tey, sum eru
tapararnir i saman-
stoytinum millum
tvær mentanir. Hóast
Poq og Inequ eru yrkt-
ir persónar við serlig-
um eyðkenni i skald-
søguni, er søga teirra
ein samandråttur av
fleiri veruligum hend-
ingum, sum eru til
skjals í loggbókum av
rannsóknarferðum.
Í europeisku rann-
sóknarseguni er erdráp
av fólki, oyðing av
religiónum og mentan-
um. Ótti og fordómar
forða okkum í at lurta
eftir boðskapinum,
sum upprunafólkið
hevur at bera okkum,
so at vit fara at náttúra
og menniskju eru eitt,
og at menniskjuni er
ikki langt lív lagað við
ongari náttúru.
Arktis er enn ein
gáta, men nú meira
hóttandi enn nakran-
tíð. Dálkingin rakar
serliga meint í Arktis.
Hóast segan 1 bókini
RÁNIÐ er segulig, er
hon ein ben til ung-
dómin í dag, um ikki at
látast sum einki og lata
týðandi megi sum
ókunnleiki og sjálv-
sekni ráða okkara fe-
lags lagnu.