leygardagur 13. apríl 1991síða 4
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Smidligari at
fara til handils
- um broytingarnar í afturlatingarlógini verða
samtyktar
Seinastu tíðina hevur nógv
verið tosað og skrivað um
afturlatingartidirnar og
kappingina millum kioskir
og matvøruhandlar, sum
nú selja allar vørur - eitt nú
selja matvøruhandlar blød-
ini og kioskirnar selja mat-
vørur O.s.fr.
Í eini roynd at fáa skil á
hesi viðurskifti, hevur
Landsstýrið arbeitt við ein-
Landssjúkrahúsið
100 Tórshavn
Pleygarar!
A pensionatinum á Landssjúkrahúsin-
um er eitt fulltíðarstarv leyst til setan
01/05-91, sum pleygari.
Nærri fæst at vita um starvið við at
venda sær til Signhild Johannesen,
yvirsjúkrasystir.
Skrivlig umsókn skal sendast til: Um-
sjónarmannin,
Tórshavn.
Landssjúkrahúsið,
100
Umsóknarfreist: 24.04.91.
um broytingaruppskoti til
núvernadi afturlatingarlóg,
sum er frá 1971.
Uppskotið liberaliserar
afturlatingarlógina og loy-
vir øllum handlum at hava
opið 6 1/2 tíma eyka um
vikuna, í mun til núverandi
afturlatingartíð. Uppskotið
gevur samstundis heimild
at gera kunngerð um t.d.
hvat kioskir skulu hava
loyvi at selja.
Tað er Tumma Arabo,
landsstýrismaður, sum
leggur uppskotið fram, og í
viðmerkingunum til upp-
skotið, verður skrivað
m.a., at tað leingi hevur
verið greitt, at kunngerð
nr. 27 ikki hava verið
hildnar. Føroya Keyp-
mannafelag vendi sær til
landfútan um henda spur-
ning í desember 1988.
Síðani hevur Løgreglan
kannað málið, við ti í
hyggju at reisa ákæru.
Løgreglufrågreidingarnar
sýna greitt, at kioskir og
bensinstødir selja næstan
allar vanligar vørur, og at
fleiri handlar selja vørur
eftir vanliga afturlatingar-
tíð kl. 17.30, við bert at
kalla ein part av hand-
linum kiosk.
Spurningurin verður so-
statt meira ein spurningur
um afturlatingartíðir yvir-
høvur, enn um hvat kioskir
hava loyvi at selja.
Sum nú er virka summir
handlar eftir afturlating-
arlógini, meðan aðir kunnu
selja frítt til kl. 23.
Lógaruppskotið, saman
við uppskoti til kunngerð
sambært lógini um av-
markaða sølu, er ein roynd
at finna eina loysn, sum er
rímilig og rættvís móti
gøllum handlum, verður
sagt í viðmerkingunum til
lógaruppskotið um aftur-
latingartíðir.
Dagny
Nr. 69 — 13. apríl 1991
Flokjasligt
hjá vid-
skifta-
folkum
- at vita, nær hvør
handil hevur opið
- Vit halda at tað er nóg
mikið, at leingja afturlat-
ingartíðna fýra tímar um
vikuna, fyri at ngkta tann
tørvin sum er - eitt nú at
hava longri opið fyri høg-
tíðir, stevnur 0.2. Hetta
hava vit eisini sagt á fundi
við Landsstyrið, sigur Finn
Nielsen, stjóri í Keypsam-
tøkuni.
- Hinvegin er tad ikki
neyðugt at nýta teir loyvdu
tímarnar, men eg eri bang-
in fyri at tað verður ov
fløkjasligt hjá viðskifta-
fólki at halda skil á,
hvussu leingi hvør handil
hevur opið.
I grannalondum okkara
eru handilsfeløg, sum sem-
jast um t.d. hvussu leingi
allir handlar í einum býi
hava opið, men eg vænti
ikki, at tað verður so lætt
hjá okkum at semjast um
slíkt.
Eitt dómi eru handlarnar
í miðbýnum í Havn, sum
hava ymsar afturlating-
artíðir. Tað hevur havt við
sær, at fólk ikki fara til
handils í miðbýnum eftir
ávíst tíðarskeið, tí tey ikki
hava vissu fyri, at júst tann
handilin tey ætla sær í,
hevur opið.
Keypsamtókan selur eisini
vikublød og blød, er tað
ikki at taka frá kioskunum?
ENSKUR &
BUFFUR
KG. PRÍSUR
- Nei, tað hava vit fullan
rætt til - vit kundu eisini
selt bilar, um so skuldi
verið - bert vit yvirhalda
afturlauingarlógina.
Blødini eru ein vanligur
partur av okkara vøru-
úrvali, og er tað eisini alla
aðra staðni.
Fer tað at hava ávirkan
uppá vørukostnadin, at tit
fara at hava longri opið?
- Nei, vit hava vinn-
ingssteðg, so tað kann ikki
åvirka vøruprisin, men
hinvegin, so megna vit ikki
størri útreiðslur, enn tær
vit hava í løtuni.
- Fara vit at hava opið
nakrar tímar longri um
vikuna, noyðast færri fólk
at verða til arbeiðis aðrar
tíðir á degnum., sigur Finn
Nielsen at enda.
Dagny
Finn Nielsen, stjóri : - Eg
vænta at nýggju
afturlatingartíðirnar fara
at gera tað truplari hjá
viðskiftafólkunum, um
handilsfólk ikki kunnu
semjast um at hava opið
um somu tíð