týsdagur 16. apríl 1991síða 18
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 18
FLOG OG FUSK
Ungu landslidsevnini vístu, at fleiri kunnu koma upp á tal til
Belfast- dystin 1. mai. Ryggurin á A-landsliðnum stendur ikki
til at broyta, hóast lyklaleikarar ikki eru væl fyri. Vantandi
konsentratión gav íslendingum javnleik í A-dystinum
Føroyar U 21-
Ísland U 21 0-1 (0-1)
Føroysku landslidsevnini í
fótbólti fingu um viku-
skiftið høvi til at rætt-
vísgera sínar uttøkur.
Friggjakvøldid spældu U
21-lidini hjå Islandi og
Føroyum ímóti hvørjum
ødrum.
Lat tað verða sagt
straks: dysturin vísti, at
fleiri og fleiri bjóða seg til
plássini á A-liðnum. Eftir
eitt foreringsmál til íslend-
ingar tíðliga í dystinum og
ein heldur fløkjasliga fyrra
hálvleik, vísti tað lítið
samansjóðaða liðið rætti-
liga síni evni.
Petur Amund Dalbg og
Grímur á Dul vístu, at
eingin orsøk er at stúra
fyri størsta fíggindanum
hjá Jóannesi Jakobsen og
Mikkjali Danielsen: aldr-
inum. Og Ari Thomassen
setti valla fótin skievan og
hevði onga skeiva avlev-
ering allan dystin. Tí var
tað einki annað enn
sjálvsagt, at hann fekk
høvi at royna seg sunnu-
dagin; spurningurin er
bert, hvussu hann roynist,
tá leikferðin verður tann
dupulta.
Í einum álopi, ið leikti í
so nógv upp á vinstru síðu
var hugaligt at síggja góða
samanspælið millum teir
báðar Jan Allan Miller og
Jens Erik Rasmussen, -
tvær ferðir spældu teir
hvønn annan frían, men
teir misnýttu. Serliga
hugaligt var tað at síggja,
at Jan Allan er meira
liðspælari nú, enn áðrenn
hann fór til Hollands.
Ein skaðadarvaður Ják-
up Símun Simonsen gjørdi
ikki um seg, og sama var
við Øssi Hansen. At teir
framvegis eiga at verða
havir í huganum er eyð-
givið. Á miðvgllinum var
serliga vert at leggja
merki til Rúna Nolsge:
frálíkt eyga fyri spælinum
við avleveringum í tóma
rúmi, m.a. skiftum út á
síðurnar. Men sum er, er
hann ov tungur til plássið
sum upplagdur avloysari
fyri Abraham Hansen.
Tað telur ikki minst at
unga liðið í seinna hálv-
leiki var ført fyri at geva
tol og spæla bóltin sína-
millum til høvi beyðst at
royna at koma igjøgnum…
Føroyar-island U 21
2-2 (2-0)
Fjúrtan dagar fyri Belfast-
dystin kunnu vit staðfesta:
Jens Martin Knudsen,
Jóannes Jakobsen, Tumm-
as Eli Hansen, Mikkjal
Danielsen, Abraham Han-
sen og Torkil Nielsen eru
ryggurin á liðnum. Hvørki
Jóannes ella Abraham eru
í besta formi, men teir
kunnu ikki verast fyri
uttan, sum er.
Hinir skulu ikki rokna
við, at fortíðar avrik
tryggja teimum pláss. Jan
Dam og Kári Reynheim
vóru ikki serliga sann-
førandi og fara at fáa
kapping.
Íslendska liðið var
sjálvsagt ikki besta roynd-
in fyri Belfast-dystin. Men
sama hvat liðið er, so
kann konsentratiónin altíð
roynast. Og her fall
verjuparturin, so tað
forslær: tvey foreringsmál
til íslendingar, - seinna
beint fyri leiklok.
Lukkutíð hevði Kurt
Mørkøre syrgt fyri tveim-
um málum í hinum end-
anum, - fyrra eftir frálíkt
samanspæl í vinstru síðu
millum Abraham Hansen
og Kára Reynheim, seinna
eftir frálíka avlevring frá
Abrahami Hansen í brots-
teigmum.
ówh
N.
r. 70 — 16. apríl 1991
O jaleikir 1991
Fótbóltur á Álandi
Innleiðandi dystir
Bólkur 1
24. juni
Jersey-Grenland
Feroyar-Shetland
25. juni
Shetland-Jersey
Grønland-Føroyar
26. juni
Jersey-Føroyar
Grønland-Shetland
Bólkur 2
24. juni
Guernsey-Ynys Mon.
Isle of W.-Aland
25. juni
Ynys Mon.-Isle of W.
Åland-Guernsey
26. juni
Guernsey-Isle of W.
Åland-Ynys Mon.
Endadystir
28. juni
dystur um 7.-8. plåss
dystur um 5.-6. plåss
dystur um 3.-4. plåss
29. juni
Finala
Fotboltskapping
á Svangaskarði
Av tí at eingin B68-Cup
var innandura í vetur,
verður ein kapping uttan-
dura spæld í staðin á Toft-
um um vikuskiftið 20.-21.
apríl.
Kappingin er fyri tey
yngru liðini og ell kunnu
luttaka (eisini skúlar og
bygdir, ið ikki hava felag).
Spælt verður tvertur um
vellin og eftir FSF-regl-
um. Spælt verður 2X8
min. 7 leikarar verða á
hverjum líði (6 útil. +
målm.). Luttekugjaldið er
25,- kr. fyri hvønn leikara
og ágóðin fer fyri fótbólts-
ferð hjá piltum í summar.
Tilmelding fer fram á
tlf. 48 145 (helst aftan á kl.
19.00) týskveldið, mána-
kveldið og hóskveldið.
Spælt verður í hesum ald-
ursbólkur:
Småpiltar, føddir 81 og
yngri
Piltar føddir 79-80
Smådreingir f. 77-78
Dreingir f. 75-76
Gentur f. 79 og yngri
Gentur f. 77-78
B68-piltarnir