Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-04-17, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. apríl 1991síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 71 — 17. april 1991 Eivind Weyhe, målfrødingur: virðismikil málfroðilig Kelda --Áðrenn 1995 verða 12.000 føroysk stadarnøvn fest á kort, og síðan er ætlanin at útgeva hesi í bók. Alt upprunatilfar úr útlandinum verður savnað í Føroyum í komandi mánað, sigur hann Målsligi arvur føroyinga er stórur og hóast móður- málið er fyri hørðum bakkøstum av útlendskum árini og av vanligari målsligari leti av okkara egnu, so eiga vit dýrgripar, sum kunnu halda fast um málið. Og her kann millum annað nevnast føroysku stadarnøvnini. —Stadarnøvnini eru ein virdismikil målslig kelda og tey siga eisini nógv um okkara søgu og sidsøgu, sigur Eivind Weyhe. 12.000 nøvn —Vit eiga 52 kort yvir Føroyar, men tunnligt er vid nøvnum å kortunum. Hetta eru kort sum Kort og Matrikelstyrelsen i Danmark hevur gjørt. Ætlanin er nú at gera 37 størri kort og hesi skulu hava umleið 12.000 stadarnøvn fest á. Staðangvnini verða merkt við tólum og so kann ein bert hyggja í staða- avnaskránna fyri at vita hvussu tey eita, sigur Eivind Weyhe. --Vit rokna við, at hetta arbeiðið verður liðugt í 1995 og tá er ætlanin at útgeva staðarngvnini, sig- ur Eivind Weyhe. Heim til Føroya -Fyri góðum ári sidan varð farið undir at royna at fáa alt føroyskt staða- navnatilfar, sum finst á vísundaligum søvnum uttanlands, flutt heim á Fróðskaparsetur Føroya. Frammanundan hevði Fróðskaparfelag Føroya sjálvsagt nógv av hesum tilfari í fotokopium, men verri enn so alt, og tað skerst heldur ikki burtur, at tað mangan er trupult at arbeiða við hálvvánaligum og ófullfíggjaðum kopi- um. Besta loysnin er sjálvsagt at fáa upp- runatilfarið savnað her heima, sigur Eivind Weyhe. Heim í mei I Keypmannahavn á lærda háskúlanum finst eitt stórt savn av før- oyskum- stadanøvnum. Hetta savn er fingið til vega við innsavningum gjøgnum tíðina. Tað er altíð ringt at fáa søvn at lata upprunatilfar frá sær serliga frá vísundaligum stovnum. -Men tå Fróðskaparsetur Føroya fylti 25 år i mai i fjør, nýtti universitetid í Keypmannahavn høvi til at heidra henda unga stovn. Ove Nathan, rektari å Keypmannahavnar Uni- versiteti, gav á hátíðar- haldinum í Norðurlanda- húsinum lyfti um at lata Fróðskaparsetri Føroya hetta virðismikla savn av føroyskum stadarnøvnum, sigur Eivind Weyhe. —I mai i år er so tilfarið so væntandi heim til Føroya. Har verdur tad innlima i tey søvn, id frammanundan eru å Fróðskaparsetrinum, sigur hann. --Av søvnum, sum vit eiga frammanundan er serliga at nevna savnið, sum ungmannafelagið Sólarmagn fekk í lag í síni tíð, og tilfarið frá inn- savningini, sum Staða- nevnd Føroya Løgting skipadi fyri i 1940-unum og 50-unum, sigur Eivind Weyhe. Geodætisk cg Generálstaburin -Eisini Geodætisk Institut, i Keypmanna- havn, tað sum nú eitur Kort og Matrikelstyrelsen, hevur ligið inni við virðismiklum skjalatilfar, ið viðvíkur føroysku staðangvnum. Hetta er tilfar, ið stavar frá arbeiðinum at gera kort yvir Føroyar, tað elsta frá 1890-unum, tá íð tann sonevndi Generálstaburin var i Føroyum og måldi upp og teknadi kort, sigur Eivind Weyhe. --Tá var eisini roynt at fáa fitt av nøvnum skrásett, sum kundu koma við á kortini. Ikki minst forvitnisligar eru tær royndir, sum vórðu gjørd- ar at týða nøvnini og uppruna teirra. Her vóru menn sum V. U. Ham- mershaimb, Jacob Jacob- sen, Fríðrikur Petersen og aðrir uppí. Og millum tilfarid eru upprunahandrit frå teirra hond vid vid- merkingum til nøvnini, eins og annad tilfar av søguligum tydningi, sigur Eivind Weyhe. Lánt tilfar Um somu tíð, sum arbeitt varð við at fáa tilfarið frá Keypmanna- havnar Universiteti higar, varð eisini farið undir at fáa hetta tilfar heim. Tað eydnaðist eisini og í farnu viku var umboð frá Kort og matrikelstyrelsen her og handaði Fróðskapar- setrinum hetta for- vitnisliga skjalasavn. Vit hava lánt savnið í óavmarkaða tíð. Hetta varð gjørt fyri at sleppa undan torførum og fløkjasligum løgfrødis- ligum togtuganum. Nýggj kort --Kort og Matrikelstyr- Staðarngvnini NAT elsen arbeiðir við at gera tey gomlu Føroyakortini av nýggjum í støddini 1:20.000. Hetta arbeiði verður, sum áður nevnt, vantandi liðugt í 1995 og her er gott samstarv mill- um nevnda stovn, Fróð- skaparsetrið og Matrikul- stovuna um navnatilfarið á kortunum. Og tað tilfar, sum á hendan hátt kemur inn við nýinnsavning, fer eisini inní søvnini á Fróðskaparsetrinum, sigur Eivind Weyhe. --Við ti tilfari, ið nú er komið higar frá Kort og Matrikelstyrelsen, og tí ið kemur í næsta mánaði frá Keypmannahavnar Uni- versiteti, og somuleiðis tí ið nú verður fingið til vega við kortarbeiðinum, aftur at øllum tíð, id fram- manundan er her, er alt føroyskt stadanavnatilfar savnað á staðanavna- savninum á Feroya- málsdeildini á Fróðskap- arsetrinum, sigur Eivind Weyhe. justinus Her sæst Eivind Weyhe, målfrødingur við tilfarinum, sum Kort og Mairikelstyrelsen hevur lånt staðanavna- savninum hjå Fróðskaparsetrinum í óavmarkaða tíð. Komandi mánað er alt utlendskt tilfar um føroysk staðarngvn savnað i Føroyum. Mynd: Kalmar. "Eg gerist haldari av Tidinda- a blaðnum Sosialinum og fái # blaðið 5 ferðir um vikuna. Haldaragjaldið er kr. 200,- fyri ársfj. Haldarar uttanlands gjalda kr. 235.-Jársfj. Goldið verður ongantíð fyri fleiri blød enn tey, ið eru eftir at koma í einum árs- fjórðingi. Navn: Bústaður: Bygd/býur: - Kannað postverkinum sosialurin - sosialurin - sosialurin - sosialurin - sosialurin - sosialurin - — 8 S. 2 = =- = £ S. 2 S = 8 3 - = 8 2. >. S = 8 S. >. = =- = v -) S. 2 R = 110 Tórshavn