mikudagur 17. apríl 1991síða 14
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
- -
Tað verða tvær
standmyndir
Omanfyri Sjónleikar-
húsið, yvir móti húsu-
num, Hans Andreas
Djurhuus búði í, gera
teir fyrireikingarnar til,
at standmyndin av
skaldinum skal setast
upp
Við Sjónleikarhúsið verður í heyst sett upp ein standmynd av Hans
Andreasi Djurhuus, men fyrst kemur upp í ánni ein standmynd,
sum TróndurPatursson er við at gera
Tórshavnar byråd fer á
fundi í morgir at taka støðu
til eina ætlan um at seta upp
standmynd og gosverk í
Havnará - nakað niðanfyri
skótahúsið.
Tað er neyvan nakað at
vast i, at ætlanin verður
samtykt, tí arbeiðið er longu
fyrireikað.
Mentanarnevndin heitti á
Trónd Patursson um at gera
verkið. Fyrst verður gjørt
eitt gosverk við ljósum og
seinni kemur so ein stand-
mynd, sum skal ímynda
bardaga Sjúrðs við ormin.
Ormurin fer at liggja í hyl-
inum og vil saman við gos-
vatninum, rennandi vatni og
teimum litum, glasskulp-
turin hevur, geva eina mynd
úr søguni. Standmyndin
verður úr glasi. Hesi lista-
verk skulu standa mitt í
ánni, í nidasti dammi við
Stórustovu, tey siga.
Gosverkið er ætlað at
verða liðugt á ólavsgku.
Helgi Debess hevur saman
við Tróndi Paturssyni staðið
fyri hesum fyrsta stigi, ið er
mett at kosta umleið
350.000 krónur.
Samanlagt fer alt at kosta
umleið hálva mió. krónur.
Standmyndin kemur
væntandi upp fyrst í oktober
mánaði, tá ætlanin r eisini at
avdúka standmyndina av
Hans Andreasi Djurhuus.
randi
I farnu viku skifti 14. Sep-
tember blaðstjóra, tá Vil-
mund Jacobsen, blaðstjóri
f + * annað starv.
13 er Aki Bertholsen,
b .ymadur á Fjúrtanda síð-
ar 1977, sum fyribils er
sestur blaðstjóri ul 1. juni í
Áki Bertholsen hevur
seinastu 2 1/2 árini verið
blaðmaður fyri Fjúrtanda í
Suðuroy. Hann býr í Sand-
vík, og hevur rgkt blað-
mannaarbeiðið haðani.
Aki Bertholsen, blað-
stjóri er 34 ára gamal.
Hann hevur arbeitt sum
blaðmaður síðani 1977, tá
hann fekk starv á Fjúrt-
anda á fyrsta sinni.
Eitt skifti - í árunum
1979/80 var Aki blað-
maður á Oyggjatíðindum,
men fór síðani aftur á
Fjúrtanda at arbeiða, har
hann hevur starvast síðani.
Hvussu nógvir umsøk-
jarar vóru til blaðsjóra-
starvið á Fjúrtanda, og
Nýggjur hlaðstjóri
á 14. september
hvussu vidurskiftini fara at
mynda seg á blaðnum eftir
1. juni, var ikki møguligt
at fáa upplýst, áðrenn blað-
ið fór ul prentingar.
Dagny
17. apríl 1991
,
Tin hugur
(lag: Little fish (vid Rabbits)
Tin hugur hann sveimar helst burtur í lond,
og gloymt er alt heimligt, og slitin øll bond;
tú droymir um pálmar so langt handan hav
og sær ei tað vakra, ið kvið tær gav.
Og lívið tær tykist so keðsamt og grátt,
tú ótolin leitar og stundar so trátt —
tá aldrin tú unnir tær hvíld her á jorð,
tá avtoftast alt, einki blómar og grer.
Kom fylg mær á fjallið, nýt útsýnið vitt,
hoyr náttúrukvæðið, tað ljóðar so blítt,
hoyr líðir og dalar, hoyr dir og hav,
tað ljóðið var í tær frá barnsbeini av.
Tann eydna, tú sekir so langt, langt av leið,
hon var kanska ogn tín, tú visti tað ei;
lat hugin ei villast í orvitsku burt,
men gleð teg við grasið, ta sigandi urt.
A.G. Krogh
Landssjúkrahúsið
100 Tórshavn
Pleygarar!
Á psyk. deild D2 eru størv leys til pleyg-
arar til setan sum skjótast.
Deild 2 er ein akutt måttøkudeild vid
plåssi til 12 sjuklingar.
Nærri fæst at vita um deildina/størvini
vid at venda sær til Hensiu Einarsson,
deildarsjukrasystir, tlf. 13540 lokal 422.
Skrivlig umsókn vid avriti av prógvi
verður at senda til: Umsjónarmannin,
Landssjúkrahúsið, 100 Tórshavn, innan
30.4.91.
Aki Bertholsen,
blaðstjóri á Fjúrtanda,
skal fyribils rókja hetta
starv til 1. juní í ár
10 ár
Jógvan Poulsen, bóndi á
Kirkju, fylti 70 ár í gjár.