fríggjadagur 19. apríl 1991síða 19
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 73 — 19. april 1991
= *
tíð nd a ÁA |
|
Av tingi
Klandrið millum Lassa
og Tord kostaði 2 mió.
Hetta vildi Heini O. Heinesen vera vid. Tordur Niclasen: Tyrlan
varð keypt í dundrandi heimildarloysi, og hetta kostaði lands-
kassanum tvær milliónir ov nógv. Lasse Klein: Keypið var í lagi
Landsstýrið hevur skotið
upp, at tyrlan, sum Strand-
ferðslan higartil hevur
langtíðarleiga, verður
keypt fyri 663.600 krónur.
Talan er um Vípuna -
eisini kallað LISA - sum
mikið politiskt rok stóðst
av tá hon skuldi keypast
fyri trimum árum síðani.
Orðaskifti á tingi var
eisini tíðiligt merkt av
politisku umstødunum tá
trylan vard keypt.
Tordur Niclasen, sum
var landsstyrismadur tå
tyrlan varð keypt segði, at
Lasse Klein, sum tá hevði
samferðslumál um hendi í
landsstýrinum, keypti tyrl-
una í dundrandi heimild-
arloysi. Hvørki landsstýrið
ella løgting høvdu avgjørt
at keypa tyrluna, men
kortini varð hon keypt.
Sum ein politiskt neyð-
loysn varð tyrlan langtíð-
arleigað, ella leasa (harav
navnið) og hetta kostaði
landskassanum tvær milli-
ónir eyka, sum Lasse
Klein hevði ábyrgdina av,
segði Tordur Niclasen.
Lasse Klein vildi hin-
vegin vera við, at keypið
var í lagi, og legði skjal á
borið, sum skuldi prógva,
at hann talaði satt. Men
Tordur helt ikki hetta skjal
styrkja um trúvirði hjá
Lassa Klein.
lvaðust
Birgir Danielsen og
Flemming Mikkelsen ivad-
ust i, um rætt var at keypa
hent
tyrluna nú. teir hildu, at
Samferdslunevndin eigur
at kanna eftir hvat tyrlan
kostar at reka og um vit
yvirhøvur hava brúk fyri
tveimum tyrlum.
Hesum ivadist Svend
Aage Ellefsen, landsstyris-
maður ikki í. Hann segði,
at tað bert kundi vera
skilagott at keypa tyrluna
nú fyri stívliga 600.000
krónur, tí søluvirdi liggur
um níggju milliónir.
Landsstýrismaðurin vísti á,
at tað koma mangan væl
við at hava eina eyka tyrlu
at taka til. Millum annað
til arbeiði hjá SEV,
Telefonverkinum eins og
at flyta smolt við. Eisini
ber ul at leiga tyrluna út, tá
ikki brúk er fyri henni.
Svend Aage Ellefsen
helt, at landsstýrið átti at
umhugsa at privatisera
tyrlutænastuna.
Heini O. Heinesen helt
tað vera nógv fyri at
klandrið millum Tord og
Lassa skuldi kosta skatt-
gjaldaranum tvær millión-
ir, men nú var lítið at gera
við tað. Hann tók undir
við, at landið nú keypir
tyrluna.
tór.-
Lasse Klein keypti tyrluni í dundrandi heimildarloysi, vildi Tordur Niclasen vera við. Skjalið, sum Lasse Klein
legði fram, fekk ikki Tord at broyta hugsan
Síða 19
Ilt er at vita hvat Sambandsflokkurin meinar við
síu egna uppskot. Jógvan I. Olsen skeyt upp at
avtaka fóroysku veddingina. Heðin Mortensen
mælir frá.
Føroysk/donsk
ítróttarvedding
i Feroyum
Sambandstingmaðurin Heðin
Mortensen heldur ikki tað vera
beint at avtaka fóroysku ítrótt-
arveddingina, sum Sambands-
flokkurin annars hevur skotið
upp
Heðin Mortensen heldur tað ikki vera beint at
avtaka føroysku ítróttarveddingina. Hetta hevur
partamaður hansara annars skotið upp fyri minni
enn viku síðani.
Jógvan I. Olsen legði uppskot á ting um at
avtaka lógina um føroyska ítróttarvedding ti lógin
forðaði fyri, at føroyingar kundu fáa studning úr
donsku veddingini, har nógvir føroyingar spæla
við í.
Tá málið var til viðgerðar á tingi fyrr í vikuna
mælu Heðin Mortensen frá, at taka undir við
uppskotinum frá flokki sínum. Hann helt, at um
rætt var atborið, kundi ein føroysk ítróttarvedding
givið einar 15 miljónir um árið, og hevði hetta
verið ríkiligt at fíggja alt føroyskt ítróttararbeiði.
Hann helt tað vera skilagott, at føroyska vedd-
ingin hevði samstarv við hina donsku um veturin.
Eisini mælti hann til, at ÍSF fekk loyvi til at fara
undir sokallað LOTTO-spæl.
Undir orðaskiftinum vísti Vilhelm Johannesen á,
at lítil meining var í at varðveita lógina um før-
oyska ítróttarvedding soleingi hon bert var til bága
fyri føroyingar. Javnaðartingmaðurin minti á, at
sjálvur legði hann uppskot á ting í heyst um at
avtaka føroysku vedingina.
tór.-
Gomlu posthúsini
verða helst seld
Landsstýrið hevur skotið upp, at gomlu posthúsini
í Vági verða seld.
Í viðmerkingunum sigur landsstýrið m.a., at
húsini standa tóm, og fyri stuttum fór ketilin, so
har er eingin hiti. Av tí at hvørki Postverkið ella
annar stovnur hevur brúk fyri húsunum, og at
húsini eru í ringum standi heldur landsstýrið vera
frægast at selja tey, ístaðin fyri at bríka pengar til
umvælingar.
Tingmenn tóku væl undir við uppskotinum.
Hergeir Nielsen og Henrik Old mæltu til at lands-
stýrið bjóðaði Vágs Kommunu húsini fyri lítið og
lætt. Næsti granni er kommunuskrivstovan.
Henrik Old legði skemtandi aftrat, at hetta var
fyrstu ferð hann visti um, at eitt mál var komið á
tingi m.a. orsaka av at ein hitaketil var farin.
Landsstýrið vil selja Gomlu Posthúsini í Vági