Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-04-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. apríl 1991síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 74 — 20. apríl 1991 | N ({ ill hr ll Sunnudagin skipar Filmsf- elagið í Havn fyri seinastu sýning, fyri summarfrítíð- ina. Sosialurin hevur skift orð við Birgir Kruse, for- mann í Filmsfelagnum, um tey viðurskifti sum nevnd- in virkar undir, og um út- litini hjá hesum serliga felag. Umleið 500 limir eru Filmsfelagnum, og eisini 300 teirra eru virknir limir. Birgir Kruse: - Tað er kanska so nógv sagt. Alt ov lítil undirtøka er, tá vit sýna filmar. Bert sunnudag seinnapart Umstødurnar hjá okkum eru heldur ikki so góðar, sum tær vóru fyri nøkrum árum síðani, men kortini hava vit sýnt 21 filmar í hesum skeiðnum, umframt at vit skipaðu filmsdag- arnar "Vetrarsól" í Norður- landahúsinum, har umleið 800 børn sónu filmarnar. Tilsamans eini 1800 fólk leitaðu sær í biohgllini í ár. Tá hava vit sýnt film í Havnar Bio annan hvgnn sunnudag og leygardag seinnapart. Ikki bert fyri gomul - Í fjór varð filmur sýn- dur hvgnn sunnudag, men kortini er talið av filmum tað sam í år, sum í fjør. Hvat stendur Filmsfelagið fyri, og hvgji fólk eru limir har? - Endamálið hjá Films- felagnum er at gkja um kunnleikan og áhugan fyri filmi sum listargrein, við at syna filmar, sum nevnd- in metir hevur listarligt virði. Hvørji tey eru, sum koma til sýningarnar? - Eg havi varhugan av, at ungfólk halda, at tað bert eru tilkomin fólk í Films- felagnum, sum ynskja at síggja gamlar filmar, men soleiðis er tað als ikki. Vit senda nógvar góðar nýggjari filmar, sum ung- fólk kundu hugsast at hava áhuga fyri. - Tað er at vóna, at ung- fólk eisini gjørdust limir hjá okkum, sum so aftur eisini fingu møguleika at siga sína hugsan um, hvat tey kundu hugsa sær at sæð í biohgllini. Hvussu velja tit filmarnar? - Vit velja fyrst og fremst út frá teimum áheit- anum, sum vit fáa frá lim- unum. Harnæst halda vit øll filmstidarrit og fylgja við í tí, sum hendir á films- økinum, eitt nú hvørjir filmar verða gjørdir, hvør stjórnar, hvussu ummælini annars hava verið 0.s.fr. Hvar umbiða tit filmar- nar? - Vit leiga allar filmar um filmsútleigarar í Dan- mark, undantikið tå tiltøk eru í Norðurlandahúsinum. Har fáa vit teir beinleiðis frá filmsfeløgunum. Hvussu nógv kostar tað at sýna ein film? - Við gllum útreiðslum, sum leigu av filmi og biohøllini, filmsfyrivísara og fólki at sleja atgongu- merki o.s.fr., kostar tað umleið 4.000 fyri hvørja ferð, fólk fara á bio hjá Filmsfelagnum. Hvussu nógv fólk vitja Foto Kalmar hvørja ferð? - Tað er frá eini 17 fólkum og upp til eini 80, so tað er geritt, at vit ikki fáa útreiðslurnar aftur, tá bert fá fólk gjalda 40 krónur fyri at sleppa á bio. Limirnir fáa tað, sum teir hava uppiborið - Av ti at vit bert fáa innivist í Leikhús Bio sunnudag seinnapart kl. 15, er tað avmarkað, hvus- su nógv fólk koma til sýn- ingarnar. Vit hava tó roynt at fáa innivist aðrar tíðir, men higartil hevur tað ikki eydnast. Er brúk fyri Filmsfel- agnum? - Tað velst um, men limirnir fáa tað í felagnum, sum teir hava uppiborið. Koma teir ikki til sýning- arnar, verður torført hjá okkum at skapa virksemi, og so fellur felagið niður- fyri. - Vit ætla okkum tó ikki at gevast kortini, sigur Birgir Kruse. - Er spurningurin, um brúk er fyri felagnum, so haldi eg avgjørt, at vit hava brúk fyri einum stað at sýna serigsar, nýggjari filmar, og tað hava vit ikki um almennu filmssýning- ina, sum er bundin at sersurnevnd, og har hand- ilslig endamál liggja til grund fyri virksemi. - Tað er avgjørt eisini neyðugt at sýna serigsar filmar - serliga nú tað al- menna (SvF) og fylgi- sveinasjónvarpið fyri al- mennan pening sendir 6- sensurerað tilfar, sum eing- in hevur møguleika at tidindabladid S0Sjalurin ávirka. Filmsúrvalið Hóast alt tos um vána- ligar filmar í Leikhús Bio, so er her at siga, at góð- skan í filmsúrvalinum er vorðið nógv hægri seinastu árini, men tað er hóast alt bert tilfar, sum er ætlað sum ífylla at stytta sær stundir. Filmsfelagið er fyri til- komin fólk, men tað er at vóna, at eisini ungfólk fáa áhuga fyri hesum. Nú havi eg sitið sum for- maður í Filmsfelagnum síðani 1984, so tað hevði verið gagnligt, um onnur yngri fólk komu til. Sunnudagin er aðalfundur í Filmsfelag- num, har fýra nevndarlimir standa fyri vali. Vónandi fer nýggja nevndin at finna uppá nýggj tiltók, sum ska- pa áhuga millum ungfólk, sigur Birgir Kruse at enda, ikki stendur fyri vali hesa- ferð. Dagny G'al- ) Ng NAS AÐ viku- SKITTIO >» Birgir Kruse, formaður i Filmfelagnum: - Tad er ikki altid, at limirnir taka undir vid sýningunum, og alt ov fáir áskoðarar eru, men kortini haldi eg at vit hava brúk fyri Filmsfelagnum, sum sýnir nýggjar, seriøsar filamr. Filmsfelagid er ikki