Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-04-20, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. apríl 1991síða 16

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

20. apríl 1991 em ET —r Rekar i alkoholstreyminum Av og å hevur hetta i longri tíð prutlad undir lokinum á rúsdrekka- pottinum, men nú hatta uppskotið hjá Maritu Pet- ersen er komið fyri tingið, kom rættiliga upp á kók. Fólk ruku í blekkhúsið og tingmenn á reðarapallin. Men tað var kanska eisini tí, at Útvarpið var til staðar. Hetta málið um at gera eina nýggja rúsdrekkalóg, er ikki nakað, nakar núsit- andi landsstýrismaður/k hevur uppfunnið. Hetta er eitt elligamalt mál, sum er sera viðbrekið, og sum eingin hevur torað at nort- ið við. Nú er so onkur kortini, sum líkasum skal »demonstrera« eina ávísa styrki og loysa tað í eini handavending. At tað hevði verið loyst soleiðis, at tað betti um okkara nú- verandi steðu, hevði verið ófert. Men at tað bara so- leiðis splatt skal ristast úr ermuni, verður helst ein ivasom loysn. Tað koma nógv sjónar- mið fram í einum slíkum kjaki. Nógv góð og saklig. Onnur herm og demandi. Og so eisini onkur »Å so romantisk« um tad »naturliga forholdið<, vit eiga at læra okkara bern at hava til fría rúsdrekka- selu og alt hatta har. Tað er einki at ivast í, at partar av ellum hesum meiningum kunnu brúk- ast til at gera eina skila- góða loysn av málinum. Men tað er bara soleiðis, at hevur fyrst einhver sett sær fyri, at nú skal »EG« seta mær ein varða sum tann, sum avgreiddi tað og tað málið, verður mangan tunnligt við ødr- um meiningum sum koma til orðanna. Tíverri hoyrdu vit eisini i Utvarpinum undir við- gerðini av rúsdrekkaupp- skoti landsstýrisins, at summir tingmenn vóru misnøgdir við, at teir ikki høvdu havt høvi at við- gera og koma við viðmerk- ingum til uppskotið, áð- renn tað kom í tingið. Tað er ongantíð gott, at so er, og als ikki í einum so fínt- følandi máli sum hesum. Grundgevingar hinveg- in hava verið at hoyrt so sum, at um vit nú geva ávísum bólkum hevi at viðgera hetta mál, verður tað bara gjørt til eitt rumbulsmál, og so enda vit við ongum. Kanska tað. Men er ikki meiri kjøt á tí enn so, at ávísir áhugabólkar I] tað sundur til egnan vinn- ing, so er tað ikki búgvið at leggja á tingborð. Tað KUNNU DIika má og skal vera so væl fyrireikað, at tað kann standa ímóti slíkum — sum onkur óttast fyri — ósakligum álopum. Tá tingmenn gremja seg um, at teir ikki hava hevi at síggja málið, fyrr enn tað kemur til viðgerðar í tinginum, er ikki vænt- andi, at onnur fáa tær nógvu stundirnar til at síggja og viðgera tað held- ur. Havi tó — eftir at mál- ið varð framlagt — havt hevi at lesa uppskotið igjøgnum, og fari at koma við nøkrum persónligum viðmerkingum. Ikki tí eg vænti, at tað fer at hava ta stóru ávirkanina á tess lagnu, men kortini. Fyrst er at siga, at summar av greinunum í uppskotinum eru ásann- anir og samandreg av ver- andi lógum og kunngerð- um. Einasta broyting í so máta er, at nú er alt í eini lóg, og tí lættari at finna. Í uppskotinum verður sagt, at...: >Einkarrætt til innflutning av rús- drekka hevur stovnur nevndur »Rusdrekkasøla Landsins«. Vidari stendur: »Lands- styrinum er heimilad at áseta i hvønn mun ferð- andi, sum koma til Føroya við skipi og flogfari, kunnu taka við sær rús- drekka«. Tá so spurt verður, hvat rúsdrekka er, sigur lógar- uppskotið i $ | soleidis »Sum rús- drekka eftir hesi løg er at skilja allur løgum, sum hevur minst 2% vektpro- sent av alkoholi i sær«. Herundir koma so bædi øl og vin. Sostatt er ikki loyvt fólki, sum búgva uttanlands, fyritøkum, sum hava føroyskar kund- ar o.t. at senda skyldfølki ella viðskiftafólki eina vín- fløsku í jólagávu. Eina- rættin til innflutningin eigur Einkarselan. Púra krystallgreið tala. Menn. sum hava verið uttan- lands við skipi, hava bert loyvi at hava ta av Lands- stýrinum ásettu negdina, og null meira, við sær, tá teir koma aftur. Og so er líkamikið, hvussu fegnir teir vilja sleppa at gjalda fyri meira. Eisini púra klárt. Tað ger tað ógvu- liga nógv lættari hjá teim- um, sum skulu umsita lóg- ina dagliga. Men tað krev- ur »Konsekvens«. Ongar skinklandi rossleypar her takk, sum okkurt av les- arabrøvunum um dagar- kann, eftir reglum, sum Landsstyrid åsetur, geva bryggjarium loyvi at ut- flýggja egna framleiðslu. Her koma vit beinanvegin í eina tvistødu, tá farið verður undir at geva undantaksloyvi frá einkarsølu Einkarsølunn- ar. Rættari hevði helst verið, at eisini lið kom undir somu skipan við Rúsdrekkaselu Landsins, sum innflutta rúsdrekkað. Tí skal tosast um eftirlit og hagtøl við, hvat drukk- ið verður, verður hetta lættari, um alt er á einum staði. Tað hevur verið frammi í kjakinum, sum fylgir við uppskotinum, at t.d. veik- ara ølid, og kanska vín eis- ini, átti at komið á hand- ilshillarnar. Hetta fyri at venja fólk at drekka veik- ari, sum so aftur skal virka til, at minni verður drukkið av sterkari legi. Kanska. Men venda vit okkum so til annað rús- evni, nevniliga narkotika, so síggja vit, at tey, sum koma út í harða narko- nýtslu, eru byrjað við veikum »Oskyldugum« evnum sum hash o.t., sum løtt vóru at fáa fatur á. Her eiga vit at vera varin, ti tad velst ikki um, hvat slag drukkið verður, men um hvussu nógv negdin av reinum alkoholi er, tá talan verður um mis- nýtslu. Um ein persónur verður hongdur ella skot- in, gerst úrslitið oftast tað sama. Hann doyr. Og um hann doyr av at drekka fáa floskur av »Slavu- cognac« ella nógvar flosk- ur av dýrum reyðvíni, kann gera tað sama. Kanska tað seinna er »fin- aris, men endin verður tann sami. So hatta sjón- armiðið er helst ikki so snilt kortini. Kapittul 3 um útskeink- ing í uppskotinum átti eftir míni metan at bíða, alt sum tað er, eftir eini matstovulóg, sum helst skuldi fylgst við hesum lógaruppskotinum. Tó fari eg at koma við einum litl- um herðaklappi til upp- skotið, um eina grein í júst hesum kapitli. $ 12 stk. 4 sigur. ..: »Å stødum við útskeinkingarloyvi, hevur loyvishavarin skyldu at ansa eftir, at tað eisini ber til at fáa annað at drekka, sum ikki er rúsandi. Tað skal framganga av prís- listum, vínkorti ella lætt lesiligum uppslagi, at tí- líkt drekka fæst«. Oført, rætt ri enn og rímiligt. Tað er al- ment kent millum fólk, sum ikki nýta rúsandi leg- ir, at tey í veitslum og samkomum ikki hava somu meguleikar sum onnur, tá um drykkju- verur ræður. Og tá ikki ell eru eins framlig og ósmæðin, endar tað meira enn so við, at tey heldur enn at koma sær at spyrja — og soleiðis skilja seg úr fjøldini — taka tað vínið, ella øliå, sum á borðinum stendur. Og hetta kann so verða byrjanin til rús- drekkanýtslu hjá einum, sum kanska ikki annars hevði gjørt tað. Og eitt er heilt vist: Tað finst ein ør- grynna av bæði væl- smakkandi og spennandi og vekrum pyntaðum »drinks« uttan alkohol. So at smæða seg burtur við eini reyðari sodavatn er als ikki neyðugt. Hartil kemur, at teir kosta bert ein part av tí, hitt kostar, og geva onga hundasjúku. Í uppskotinum stendur eisini, at Landsstýri ásetir nærri reglur um skipan og rakstur av Rúsdrekkaselu Landsins. Her eigur at verða tikið við, at út- flýggjast kann bert í ávís- ari fyrisettari tíð. Og ikki skal bera til at ringja til ein automatsvarara held- ur alt samdøgrid. Hetta kundi verið medvirkandi til, at fólk, sum keyptu sær rúsdrekka vistu, hvat tey gjørdu, og ikki í einum »Skitara« mitt á nátt kundu bíleggja verur, tey seinni, so ella so, komu í neyð av. Soleiðis eisini ein háttur at minka um mis- nýtsluna. Eitt annað, sum frammi er, er fullukoyringin. Summi vilja vera við, at ávísar liberaliseringar í rúsdrekkalógini fara at steðga rúsdrekkakoyring- ini. Her fari eg at ivast. Vit hoyra dagliga um slíka koyring í eðrum londum, sum hava linari rúsdrekkalóg enn okkara. So hetta er neyvan nakað argument fyri fríari selu. Nei, tá er heldur leiðin hjá Ráðnum fyri Ferðslu- trygd við sjónvarpslýs- ingunum tann betra. Upp- lýsing og aftur upplýsing má til. Annað hjálpir ikki. Javnan verður ført fram í sambandi við dansiviður- skifti hjá ungdóminum, at dansast må til tann ljósa morgun, og drekkast afturvið, soleiðis at tey eru útlúgvað, tá dansurin endar. Annars kunnu tey ikki fara heim í song, men noyðast út at gera her- verk fyri at »avreagera«. Her loyvi eg mær at halda uppá, at hetta er ein »myta«, sum skapt er av einumhverjum snillingi við vinnuligum áhugamál- um í náttarlívi. Tí legið tykist tað, at tað einans í Føroyum av øllum heim- sins londum skal vera neyðugt at fara í dans eft- ir midnátt, fyri at vera móður, tá klokkan er fýra- fimm á morgni. Nei, her má sinnalags- og ikki lógarbroyting til fyri at fáa skil á. Og soleiðis er tað so mangt. Hildið kundi verið fram at drigið mangt og mikið upp í kjakið, men verður tað ikki á hesum sinni. Hetta vóru bert nakrir leysir tankar, sum lógu og rókust í kjakinum, nú gjørdist um hetta málið. Men víst er tað, at broyting má koma. Um tað so verður við nýggjari lóg, ella við at gjørt verður nakað munagott til tess at halda ta gomlu, kundi kanska ein loysn fingist á, um fleiri partar vístu áhuga og fingu hevi at taka lut í kjakinum. Edvard í Skorðini Joensen Fría sólu — kortanei Tað er nógv fyri at hoyra, at menn og kvinnur í Fer- oya Legtingi nú av álvara eru farin at tosa um at broyta núverandi rús- drekka-lóg. Tað tað verða sagt bein- anvegin, at eg eri ein av teimum, sum fyri nærum tveimum árum síðani misti arbeiði mítt. Konan rýmdi eisini frá mær hetta sama árið, so tit skilja væl oll, at eg knappliga stóð á púrasta berum. Eg fann so uppá at tosa við Almannastovuna, og tíanbetur skiltu tey mína stødu, og eg fekk tær fyrstu 7000,- kr. í hondina. Men sjálvandi vildi eg ikki liva av Almu, so eg tók annað skinn um bak. Eg bestilti ein konteynara vid sterkari drykkjum, og so byrjadi eg at »handla« i smáum. Summi 'rópa hetta at selja svart, men hetta er bara tí, tey eru evundsjúk. Eg foli, at eg virkuliga geri eitt sosialt arbeiði, nú eg soleiðis kann hjálpa nekrum tyst- um sálum fyri ein rímilig- an prís. Skal nú alt hetta, sum eg í allari stillheit havi uppbygt, takast frá mær aftur — ja, so fari eg í hundarnar og fleiri við mær. Eg havi nú í nakrar mánaðar havt tveir ungar menn í arbeiði hjá mær, tí teir hevdu trupulleikar við at finna arbeiði. Teir hava báðir nýliga bygt nýggj og stór hús, sum teir ætla at leiga út til onnur ung fyri ein sámu- ligan prís — gera hesir báðir ikki eisini eitt stórt sosialt arbeiði? Nei, Marit aog øll tit, sum gnaga viðið hesum ervitistonkum. Tað verð- ur mangur smáhandils- maður arbeiðsleysur í Før- oyum, um henda lóg kem- ur igjøgnum. Hvi ikki geva okkum frið? Skulu vit allir fara á almanna- stovuna? »Svartur« Annaðhvort -