mikudagur 24. apríl 1991síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
24. apríl 1991
—.
til sjukraflutning
- við útbúnum fólki kundu tey sam-
stundis gjórt so nógva annað ar-
beiði, sum Tyrlan røkir, sigur Johan
Ziskason, leiðari á V&B tænastuni
Í farnu viku mótmælti fólk
á Eiði og í Eysturoy, at
sjúkraflutningurin í Skála-
botni verður lagdur niður í
summar.
Meirt enn 1100 fólk
skrivaðu undir mótmæli,
sum varð handað tinginum
og Jóannes Eidesgaard,
landsstýrismanninum í
heilsumálum.
Høgni Joensen, sjúkra-
hússtjóri, sigur við Sosial-
in, at hann ikki hevur hoyrt
frá landsstýrismanninum í
heilsumálum, síðani mót-
mælisskrivið varð handað.
Høgni Joensen: - Tað, at
ambulansutænastan verdur
løgd nidur um summarid,
kemst av, at vit ikki seta
frítíðaravloysarar. Hetta er
lið í spariætlan okkara,
sum ikki bert er rakar
sjúkraflutningin í Eystur-
Oy.
Sparitiltøk
- Landssjúkrahúsið letur
aftur 1/3 av virkseminum í
summarfrítíðini, og eisini
portørar og ambulansufør-
arar koma undir hesa skip-
an. Ti megna vit ikki at
hava ambilansutænastuna i
Skálabotni um summarið.
- Vit hava gjørt kann-
ingar, sum prógva, at mill-
um fimm og 10 álvarsligir
sjúkraflutningar eru árliga
úr Eysturoy. Vit hava stutt
sagt ikki pening at røkja
hesa vaktarskipan, tá tað
so sjáldan er ålvarsliga
brúk fyri henni.
Vit hava arbeitt við
ætlanum at fáa eina bílig-
ari skipan í Eysturoy, eitt
nú um hon kundi verið
løgd saman við aðra skip-
an, sum frammanundan er
har. T.d. um portgrarnir á
Røktarheiminum í Runa-
vik kundu røkt flutningin,
men higartil er einki spurt
burturúr.
Best hevði verið um vit
høvdu tyrlutænastu, sum
kundi verid tøk i slikum
ålvarsligum førum.
Er tyrla ikki tøk, um å
stendur?
- Jú, tað ber til at nýta
føroysku tyrluna ella hana
hjá danska verjuskipinum,
men okkum tørva yrkis-
lærd fålk at åtaka sær slikt
bjargingararbeiði.
Álit um bráfengis
sjukraflutning
Sum ni er, kann tyrlan
bert koma uppá tal, tá tað
er Ogjørligt at koma til
neydstødd fólk.
Jóhan Ziskason, leiðari á
Vaktar- á Bjargingartæn-
astuni, sigur við Sosialin,
at Landsstýrið í1986 setti
ein arbeiðsbólk at kanna
bráfengis sjúkrafluting í
Føroyum.
I bólkinum vóru Jóhan
Restorff Jacobsen fyri
Strandferðsluna, Kartni
Højgaard fyri Landssjúkra-
húsið og Jóhan Ziskason
fyri Vaktar & Bjarging-
artænastuna.
Jóhan Ziskason: - Áltið
var handað Landsstýrinum
25. februar 1987, men
meira er ikki frætt um tað.
- Vit hava annars avtalu
við Tyrlutænastuna um
samstarv, tá tað er neyðugt
á okkara gki, eisini til
sjúkrafluting millum bygd-
ir. Hevur tað ikki borið til,
so hevur danska tyrlan
eisini verið tøk.
Ein fortreyt er tó, at lækni
sendir boð eftir hjálp, eitt
nú um okkurt er áfatt,
sendir Landssjúkrahúsið
okkum eftir sjúklingi, ella
lækni er á vanlukkustað,
sum hevur brúk fyri okk-
um ella tyrluni
- Annars hevði tað verið
best at tyrlutænastan rgkti
sjúkraflutningin í Før-
oyum. Tað hevði íkki
verið dýrari at havt fýra
yrkislærdar mans til hetta
arbeiðið, enn at fleiri vakt-
arskipanir eru kring landið,
sum nú er.
- Høvdu vit útbúgvið
bjargingarfólk til tyrslu-
tæanstuna, kundu tey eisini
gjørt annað arbeiðið, sum
tyrlan rgkir, sigur Jóhan
Ziskason.
Dagny
Rættarnevndin
neyvan liðug
HEE. hesi tingsetu
Nýtið tyrlutænastuna
Arbeiðið við rúsdrekka-
lógaruppskotinum í rættar-
nevndini er nú rættiliga
komið í gongd, men hóast
tað varð sagt, at tingið skal
fara heim mikudagin, so
eru útlit ul, at tað helst ikki
er so einfalt, at rúsdrekka-
málið kann avgreiðast eftir
einari viku.
Jóannes Dalsgaard, for-
maður í rættarnevndini,
sigur við Sosialin, at hann
ikki kann úttala seg um
lað, sum fer fram í nevnd-
ini, so leingi sum arbeitt
verður.
Higartil hevur rættar-
nevndin havt fundir við
Maritu Petersen, lands-
stýriskvinnu, sum legði
rúsdrekkauppskotið fram á
lingi og Jalgrim Hildu-
berg, skrivstovustjóra.
Mánadagin hevði nevnd-
in fund við fútan og rús-
drekkaráðið.
I gjár vóru umboð fyri
fråhaldsrørslurnar og Blá-
krossfelagið á fundi í
rættarneyndini, og í morg-
in hava viðgerðarstovnar-
nir fingið fundarboð. Hetta
eru Heilbrigdi og Blá-
krossheimið og Árni Ol-
sen, yvirlækni á psykiat-
risku deild á Landssjúkra-
húsinum.
Hóast mikudagurin er
seinasti dagur tingið er
saman, er neyvan hugs-
andi at rættarnevndin
verður liðug við arbeiðið
at viðgera rúsdrekkaupp-
skotið, av ti at eisini Tórs-
havnar Býráð, Kommunuf-
elagið, Postverkið, Krimi-
nalforsorgin, Barnaverndin
og mong onnur eisini
skulu siga sína hugsan fyri
rættarneyndini um rús-
drekkamålid.
Tå allir hesir strovnar
hava sagt sina hugsan, skal
ein fundur verða aftrat vid
Maritu Petersen, lands-
styriskvinnu og møguliga
eisini við fútan, sigur
Jóannes Dalsgaard at enda.
Um so er, at rættar-
nevndin ikki verður liðug
at arbeiða rúsdrekkaupp-
skotið, fer formaðurin
helst at mæla til, at rættar-
nevndin verður millum-
linganevnd, sum kann
leggja rúsdrekkauppskotið
fram í ólavsgkutingsetuni.
Dagny
Bárður í Listaskálanum
Mikudagin kl. 15 letur
Bárður Jákupsson, lista-
maður upp framsýning í
Listaskálanum.
Bárður Jákupsson hevur
verið við á fleiri listafram-
sýningum í ár, og skal í
mái mánaða til Finnlands
við verkum sínum.
Kalmar tók myndina, tá Bárður Jákupsson setti framsýningina upp í Listaskålanum. Ein
Bárður Jákupsson var eis-
ini umboðaður á várfram-
sýningini, men við sýning-
ini í dag, eru bert nýggjari
verk, sum eru gjørd í ár.
Bárður Jákupsson sýnir
fram rúgvusmikið arbeiði í
Listaskálanum, einar 20
vatnlitsmyndir, 20 mál-
æ
ningar og 10 steinprent,
umframt ymiskt annað.
Framsýningin í Lista-
skálanum er opin 24. - 28.
april og 3. - 5. mai, allar
dagar frá kl. 15 til 18.
Dagny
æ
stuttligur partur av framsýngini eru verkini "úr dvørgasmidjuni” sum listamaðurin
kallar hesar smålutir, ið liggja og rekast, men sum væl kunnu setast saman og mynda
okkurt stuttligt. Tað er kortini ikki til sólu.
Sosialurin — tímm ferðir um vikuna!