mikudagur 24. apríl 1991síða 14
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14 -
De Klerk vitjar
Danmark í dag
Suðurafrikanski forsætis-
ráðharrin, F.W. de Klerk
kemur í dag á vitjan í
Danmark. Vitjanin er lið-
ur í eini ferð til fleiri lond í
Europa, eitt nú Irland og
Bretland.
Tað er kanska ikki heilt
av tilvild, at hvíti suður-
afrikanski leiðarin júst
hevur valt at vitja Dan-
mark á hesi Europaferð
síni. Danmark er
liga tað einasta landið í
EF, sum greitt er ímóti at
seta sanktiónirnar úr gildi
móti Suðurafrika. Hetta
hevur annars verið eitt
ynski frá EF, og tá at-
kvødast skuldi um málið í
EF fyri stuttum, var Dan-
mark tað einasta landið,
sum atkveddi ímóti og
harvið fall tað. Tað krevst
nevniliga full semja um at
avtaka sanktiónirnar. Tí-
skil standa EF-sanktiónir-
nar við.
Tað er annars ikki
danska stjórnin sum so, ið
er ímóti at seta sank-
tiónirnar úr gildi. Hon er
tverturímóti samd við
hinum EF-londunum, men
danska stjórnin er noydd
til at boyggja seg fyri ein-
um meiriluta í marknaðar-
nevndini og harvið fólka-
tinginum. Her hava bæði
SF, javnaðarflokkurin og
teir radikalu gjert greitt,
at teir í letuni ikki síggja
nakra orsek til at avtaka
sanktiónirnar. Víst verður
á, at enn hava tey svertu
ikki fingið javnrættindi og
harafturat er tað ynskið
hjá tí stersta bólkinum
millum tey svertu, ANC,
at sanktiónirnar skulu
standa við til ein nýggj
nevni
grundlóg tryggjar teimum
svertu javnbjóðis
indi.
Aðrenn hann fór úr Suð-
urafrika til Onglands
segði de Klerk, at sank-
tiónspolitikkurin verður
ikki eitt av hevuðsevnun-
um á fundunum í Dan-
mark. Hann ynskir har-
ifturímóti at greiða
lonskum politikarum frá
aldsgerðunum millum
eir svertu bólkarnar í
'uðurafrika
Stríðið = millum
vertu bólkarnar, ANC og
ncatha, hevur higartil
r kostað 500 fólkum lívið
g hesi seinastu 5 árini
ru meira enn 6000 svert
eyð í samanbrestum.
Júst hesin spurningurin
m samanbrestir millum
ey svertu hevur sett
oyndirnar at finna eina
oysn á trupulleikunum í
Sudurafrika í vanda.
rætt-
teir
ANC-rerslan, sum hev-
ur undirteku frá stersta
partinum av teimum
svertu, hevur átalað hvítu
myndugleikarnar at taka
steðu fyri Inkatha-rersl-
uni og birta bæði beinleið-
is og óbeinleiðis uppundir
valdsgerðirnar við at
hjálpa og eggja Inkatha-
fólki móti ANC.
Herfyri kravdi leiðarin í
ANC, Nelson Mandela, at
hvíta stjórnin skal gevast
við at stuðla Inkatha og
sett eina freist til tann 9.
mai, tá stjórnin skal hava
gingið nekrum treytum á
meti, m.a. henni at siga
tveimum av sínum ráð-
harrum úr starvi, sum
ANC skuldsetir fyri at
stuðla Inkatha og harvið
seta enn sterri split mill-
um tey svertu.
Gongur de Klerk og
stjórn hansara ikki hesum
krevum á meti, fer ANC
at gevast við samráðing-
unum og kann hetta fáa
álvarsligar avleiðingar
fyri bæði hvít og svert og
fyri alt tað suðurafri-
kanska samfelagið. Hetta
veit de Klerk, og tí hevur
hann eisini svarað ANC
aftur við at bjóða seg fram
at skipa fyri eini ráð-
stevnu 24. mai, sum skal
royna at fáa ein enda á
samanbrestunum millum
tey svertu. ANC hevur
svarað aftur, at hetta er
bert eitt propaganda-
nummar og einki hald í
veruleikanum. Inkatha —
harafturímóti, hevur tikið
væl ímóti uppskotinum.
Við hesum er skapt enn
eitt slit og ósemja millum
teir svertu bólkarnar.
Eisini í eðrum spurning-
um eru tey svertu ósamd.
ANC vil hava vesturheim-
in at varðveita sanktión-
irnar til demokrati er
veruleiki, meðan Inkatha
vil hava umheimin at gev-
ast við sanktiónunum, tí
tær skaða tey svertu
meira enn tey hvítu,
verður sagt.
Men hevuðsspurningur-
in í letuni er at steðga
valdsgerðunum millum
tey svertu, og hetta tykj-
ast allir partar vera samd-
ir um, við undantaki av
teimum hvítu, sum fyri alt
í verðini ikki ynskja at
geva nakað av valdinum
til tey svertu.
Nú vitjar de Klerk so í
Danmark, tí landinum,
sum kanska meira enn
nakað hevur stuðlað ANC
og sjónarmiðum tess. Tað
er greitt, at de Klerk við
hesi vitjan vil royna at
sannfera donsku stjórnina
um, at hvíta minniluta-
stjórnin ynskir broytingar
í Suðurafrika, men at hon
eisini fegin sær, at Dan-
mark gongur við til at
seta sanktiónirnar úr
gildi, tí hetta kann fáa
stóran týdning fyri suður-
afrikanska búskapin.
Eygleiðarar eru á einum
máli um, at tað longu eru
hendar týðandi broyting-
ar í Suðurafrika til tað
betra síðani de Klerk kom
til valdið. Hann ynskir
meira enn nakar av sínum
undangongumonnum at
betra umsteðurnar hjá
teimum svertu, men
spurningurin er so hvussu
langt hann sleppur fyri
sínum egnu. Higartil eru
nógvar av teimum gomlu
apartheidlógunum strik-
aðar í lógarbókunum, men
eitt er so tað, sum ikki
stendur á pappírinum
longur, men sum kortini
livir uppá sítt besta í
veruleikanum.
Og so leingi Suðurafrika
ikki hevur fingið eina
nýggja grundlóg, sum
Konservativir kommunistar:
Jan Miller skrivar
tryggjar teimum svertu
javnbjóðis rættindi, so
leingi kenna tey svertu
seg ikki trygg. Alt annað
vil vera lapparí. Núver-
andi grundlógin góðtekur
apartheid sum prinsipp og
útilokar harvið ikki minni
enn 75% av suðurafrikan-
arunum frá tí mest
heilaga rættinum í einum
demokratii, valrættinum.
Men eisini á hesum eki
hevur de Klerk sagt
skuldu henda broytingar.
Hann sær fegin at allir
suðurafrikanarar hava at-
kvødurætt, eisini tey
svertu.
Men so leingi ein stórur
aprtur av teimum svertu
livir í stersta fátækra-
demi, verður tað torført at
fáa bilbugt við teimum
veruligu trupulleikunum í
Suðurafrika. Og fyri at
broyta hesi viðurskifti er
Nr. 76 — 24. apríl 1991
neyðugt at avtaka apart-
heid, sum í veruleikanum
hevur ábyrgdina av, at so
stórur partur av suður-
afrikanarum livir í stersta
fåtækradømi.
Hesa tekningina av de
Klerk hevur heimskendi
teknari David Levines
gjørt. Hon er frå 1989.
Krevja at Gorbatjov
lýsir Sovjetsamveldið
i undantaksstødu£
Michail Gorbatjov er i
trongum skóm. Hann
verður kroystur frá ellum
síðum. Teir radikalu vilja
hava hann at fremja sterri
broytingar í sovjettiska
samfelagnum og skunda
undir demokratiið við re-
formum, meðan teir meira
ortodoksu, teir sokallaðu
konservativu kommunist-
arnir krevja av Gorbatjov,
at hann brúkar alt sítt
vald til at mótarbeiða
verkfellum og sjálvstýris-
royndunum hjá fleiri av
republikkunum.
Nú hevur tann sonevndi
Sojus-bólkurin av kon-
servativum kommunist-
um kravt, at undantaks-
steða verður sett í gildi í
ellum Sovjetsamveldin-
um.
Bólkurin krevur, at
Fólkakongressin, sum er
ovasti myndugleiki í land-
inum, verður innkallað
fyri at samtykkja eina
undantakssteðu.
Umboð á tí uttasta
hegravonginum halda
ikki, at Gorbatjov hevur
gjørt brúk av meguleik-
unum, hann hevur fingið
fyri at fáa fólk at halda lóg
og landaskil.
Serliga verður tað funn-
ist at Gorbatjov fyri, at
hann ikki hevur sett hart
móti herðum móti teimum
mongu verkfellunum, sum
nærum hava lagt tann
sovjettiska ídnaðin lamn-
an.
Ein av fremstu tals-
monnunum
fyri
bólkin segði sunnudagin,
at hann vónaði, at Gorba-
tjov fór at lýsa landið í
Sojus-
undantakssteðu, tí gjørdi
hann tað ikki, so var tað
meguliga onkur
sum vildi gera tað.
annar,