Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-04-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. apríl 1991síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 78 — 27. apríl 1991 Leygardagin kl. 22.35: Julio lglesias í Las Vegas Fyri stuttum hevði spanski sangarin Julio Iglesias framíerslu í Las Vegas í tí víðakenda Caesars Palace, og hópurin av fólki var og lurtaði. „Hetta er fyrsta sjónvarpskonsertin, Iglesias hevur verið við í tey seinastu ár- ini — og tann stersta higartil. Millum legini, vit skulu hoyra, eru: »Amor, Amor«, >To All the Girls«, »Mona Lisa«, »Too Many Women“, »Bambaleo«, »When I Fall in Love« og »Moonlight Lady«. Sunnudagin kl. 22.15: Tað hvíta snittið Ein sjúklingur Av tilvild komu neurokirurgarnir fram á, at við at oyðileggja partar av heilanum, broyttist = viðkomandi fullkomiliga. Henda uppdagingin førdi til heila-skurð- viðgerðina >tað hvíta snittið<, ella »Lobotomi«, sum frá 1940-unum gjørdist viðgerðarháttur hjá sjúklingum við álvarsomum sálarligum sjúkum, sum ikki kundu viðgerast á annan hátt. Men ein donsk kanning, sum varð gjørd í 1982, visti, at skadarnir av hesum vóru so umfatandi, at viðgerðin varð steðgað í Danmark. Og so er tað spurningurin: var tað nakrantíð »etiskt forsvarligt« at fremja hesa viðgerð? Hvussu bar tað til, at við- gerðin varð brúkt í so mong ár? osfr. Í sendingini verður tosað við sálarfreð- ingar, neurokirurgar, sjúklingar, avvarð- andi og viðgerðarar. Alex Frank Larsen hevur lagt sending- ina til rættis. Týsdagin kl. 21.10: Fyri Grand Prix Carole Haggkvist úr Sveríki Sjónvarp Føroya Fyrivarni verður tikið fyri broytingum Tað er Camilla Miehe-Renard, sum vísir okkum tey, sum skulu luttaka í Rom tann 4. mai i Grand Prix kappingini. Tey fyrstu 11 eru frá Jugoslavia, Íslandi, Malta, Grikkalandi, Sveits, Eysturríki, Luxembourg, Sveríki, Fraklandi, Turkí- num og Ítalia. Týsdagin kl. 22.40: Horvnir danir FE FP Í Myndir år »Horvnir danir A hverjum ári hverva 9.000 danir. Meira enn helvtin kemur afturíaftur innan fyri ein mánaða, men á hverjum ári eru tað seks, sum ongantíð verða funnin. Henda sendirødin snýr seg um hesi seks. Ein myrkan septembermorgun í 1976 fóru tann 19 ára gamla Susanne Wich- mann Christensen og tann 28 ára gamli Niels Bjorn Engbæk umborð í ein stóran stuttleikabát í Lundeborg Havn. Eingin hevur hoyrt frá teimum síðani. Soleiðis byrjar Lundeborg-sakin, sum Mogens Rasmussen, tíðindamaður, greiðir frá. Hesi ungu hava verið burturi í 15 ár, og tað einasta, ið er funnið, er koyrikortið hjá Niels. Tað varð funnið á einari strond í Fraklandi ein mánaða eftir, tey vóru horvin. Stutt áðrenn tey hvurvu, hevði Su- sanne sagt við vinkonu sína, at hon fór ikki at síggja hana — leingi. Seinni hevur mamma Susanne fingið fleiri rykkjarar frá bókasavninum eftir bókum, sum Su- sanne hevur lænt. Tær eru um sigling og ein eitur »Den store Kinarejse«. Havna- myndugleikarnir í Onglandi og Frak- landi hava havt vitjan av hesum báðum ungu. Men legreglan í Fraklandi ivast ikki í, at tey eru druknað í ódnarveðrin- um 14. og 15. okt. 1976. Men tað veit eingin við vissu. Hósdagin kl. 22.25: Ársins bestu filmar Eitt veitslukveld í Hollywood nýliga varð ein nýggjur »prisur«, »Movie Awards< latin teimum filmum og film- stjórnum, sum fólk hava valt sum ársins besta. Millum teir er »Godfather III« og »Pretty Women« og millum stjørnurnar eru Richard Gere, Julia Roberts og Clint Eastwood. Og leikstjórin Steven Spiel- berg fær eisini heidurspris. Leygardagin 15.15: Livid um tey 30 Michael og Nancy koma å sama rithøv- undaskeið. Michael hevur nógv at hugsa um, tí hann og Elliot vóna at fáa nýtt ar- beiði. Eftir at hava hitt nýggja vinmann- in hjá Nancy ge: Michael av at skriva um Nancy. Hon fær varhugan av hesum, og steðan gerst spent Leygardagin kl. 19.00: V Hetta er nyggj amerikonsk science fic- tion sendireð í 5 pørtum. Menniskju fáa fyri fyrstu ferå samband vid verur frå einari aðrari gongustjørnu, tå ið rúmdar- farið hjá teimum kemur niður á jørdina. Hesi líkjast vanligum menniskjum og vilja gerast vinir teirra. Men alt er ikki, sum tað sær út at vera. 1. partur Fólk verða ræðslusligin, tá rúmdarfarið „Vitjandi 31« lendir á jørdini, men tey sissast, tá ið tey síggja tey vitjandi í sjónvarpinum. Tey líkjast teimum sjálv- um. Leiðarin hjá teimum vitjandi er John, og hann greiðir frá, at tey eru kom- in á jerðina eftir kemiskum ráverum, sum skulu bjarga gongustjernu teirra. Afturfyri skulu hini fáa aðra vitan frá teimum. Men tíðindamaðurin Mike Donovan ivast, um hesi eru vinir kortini. So við og við hverva fleiri vísindamenn av jørdini, og Mike fer við einum video- upptekutóli til tey vitjandi at kanna, hvat gongur fyri seg. Hann verður skelk- aður Leygardagin kl. 22.00: A Masterpiece of Murder Amerikanskur sjónvarpsfilmur frå 1986. Fráfarni løgreglumadurin i Beverly Hill, Dan Dolan, verður settur at ansa eftir einum húsum hjá listasavnaranum Jonathon Hire, meðan veitsla er. Tá ið hann kemur, uppdagar hann, at hann skal samstarva við fyrrverandi tjóvin og Bob Hope og Don Ameche millióningin Frank Aherne, og sjálvur hevur hann sett hann í fongsul í sínari tíð. Men hesir báðir noyðast at gloyma tað farna, tá ið ein virðismikil málningur verður stolin, og hetta er bara byrjanin Sunnudagin kl. 19.30: Rio Bravo Amerikanskur western frá 1959 við John Wayne í hevuðsleiklutinum. John Chance, sheriffur í Rio Bravo, kemur illa fyri, tá ið hann hevur handtikið Joe Bur- dette fyri morð. Beiggi Joe, tann ríki ranch-eigarin Nathan Burdette, hýrir ein byrsumann at ansa eftir John Chance og meguliga skjóta hann. Men tann brekaði Stumpy heldur við sheriffinum og tað ger eisini tann gamli sheriffurin Dude Sunnudagin kl. 22.10: Remington Steele Ein listakvinna doyr, eftir øllum at døma myrd. Alt bendir á, at tað er maður henn- ara, Teddy, sum er tann seki, m.a. tí hann hevur fjeppast uppi í einari aðrari ungari gentu, Marion Travis. Men Teddy hevur sjálvur illgruna til onkran annan og setir privatdetektivir Leo Blitzman at kanna, um Marion hevði nakað við morðið at gera. Samstundis biður Marion Reming- ton Steele gera kanningar at prógva, at Teddy er ósekur. A