Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-04-30, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. apríl 1991síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 79 — 30. apríl 1991 Dávur Jacobsen, byggifelagið Dekkon Prislagid ikki * lækkað Síða 7 --Tað er ikki rætt sum byggifróðingar siga, at príslagið er lækkað. Í hvussu er ikki fyri tey stóru arbeiðini, sigur hann Byggifeløgini verða i blødunum løgd undir at hava okra vid prisunum tey góðu árini seinast í áttatiárunum. Nú er prisstødid nógv lægri. --Hetta haldi eg er skeivt framført, í hvussu er, tá talan er um størri arbeiði. Um vit hyggja eftir teimum tilboðum sum koma inn í dag í mun til gulltíðina, so er prísmun- urin ikki stórur fyri sama arbeiði. Vit kunnu rokna við, at hann veksur við 2- 3 prosent um árið, sigur Dávur Jacobsen, stjóri á Dekkon. --Er talan um stórri ar- beiði, eitt nú SEV-bygn- ingurin í Havn, so gera tey feløg sum veruliga vilja hava hetta arbeiði neyvan útrokningar, tað verður gjørt í dag eins og í gulltíðini. Og príslagið er ikki lækkað nakað mun- andi nú, sigur hann. --Tey størru feløgini royna altid at vera vid at bjóða, men er talan um eitt arbeiði, sum ikki er so lokkandi, so verður bert bjóðað so høgt, at vit vita, at vit ikki hava nakran møguleika, sigur Dávur Jacobsen. Smærri arbeiði --Men tað er nakað um tosið, at príslagið, tá talan er um smærri arbeiði er lækkað. Er talan um ar- beiði undir eina ella tvær milliónir, eitt nú sethús, so eru einir 30 sum bjóðað uppá hvørt húsið og tå kann prísurin fáast niður. Men tá má tann sum hevur lægsta boðið eisini gjalda fyri at fáa arbeiði, sigur Dávur Jacobsen. Lítið arbeiði Dekkon hevði í góðu tíðini 60 mans í arbeiði, nú er bert 30-40 eftir. --Vit hava arbeiði árið út, men tað sum er so Ó- hugaligt nú er, at onki er í væntu. Fyrr hgvdu vit altíð okkurt tilboð, vit kundu rokna uppá, men nú er einki, sigur Dávur Jacobsen. --Annars er tað ikki vánaligt fyri eitt byggi- felag at hava arbeiði sjey mánaðar fram í tíðina, og kanska okkurt tekur seg upp næstu mánaðarnar, sigur hann. --Nógv er broytt seinasta árið. Fyrr var tað soleiðis, at vit máttu siga arbeiði frå okkum, tí vit høvdu ovlitid av fólki. Og fólki hevdi eisini friar teymar og styrdu arbeidunum. Gjørdu vit ikki sum kravt, varð bert hótt við, at farið BILRØKT Plåtu- og Sproytuverkstadur Ger bil fyri fólk úr bygd og í bý Pf. BILRØKT Pe ! 4 15556 OKKARA GÓÐSKA - TIN TRYGD Dåvur Jacobsen, Dekkon varð til onkran annan at arbeiða. --Nú er vent í holuni og tað er ikki dagur, at fólk ikki ringja til okkara og spyrja um arbeiði, sigur Dávur Jacobsen, byggi- meistari jústinus Fýra manns uppsagdir Dekkon verdur lidugt vid arbeiði uppá leguhúsið i Nesvík. Har hevur De- kkon havt 12 mans í arbeiði, men nú eru bert seks eftir. --Vit hava ikki arbeiði til allar hesar mennirnar, tå teir eru lidnir í Nesvík um einar 14 dagar. For- maðurin og ein lærlingur halda fram, men eg rokni við, at neyðugt verður at siga fýra monnum upp, sigur Dávur Jacobsen jústinus Vikan ið fór var ikki sera heppin fyri blødini. Fyrst kom flaggdagurin, hós- dagin og síðan Dýri Bidudagur, fríggjadagin og hesir dagar gjørdu blaðútgávuna óregluliga. Blødini mistu eitt ella fleiri blød. Tað er ikki lætt hjá føroysku blaðútgevar- unum, at kappast við almennu fjølmiðlarnar, tå halgidagar ella aðrir almennir fríðagar eru fyri. Hetta er stórt spell, tí tað er júst tílíkar dagar at fólk hava tíð at seta seg niður við einum blaðið. Deyðin skal hava eina orsøk, sigst og tað er ikki ringt hjá bløðunum at finna ein syndabukk, tá tað snýr seg um óregluliga blaðútgávu. Sosialurin misti í seinastu viku tvey blød og hetta er í hvussu so er eitt Ov nógv. Syndabukkurin er postverkid og tad er ein stórur spurningur, um tað er rætt av bløðunum í framtíðini at lata post- verkið bera blødini út. Fríggjadagurin var halgidagur og ein kann kanska bera yvir við, at onki blað kom út hendan dagin, men bert kanska. Flaggdagin var als ongin umbering fyri. Sjálvsagt áttu øll blød, sum høvdu útgávudag hendan dagin, at verið útborðin. Hvussu nógvar blað- útgávur sum lókaðar bur- tur aftur í ári, orsakað av dólskni postverksins, havi eg ikki rættuliga tal á, men tær eru ikki fáar. Onki blað verður útborið eina einastu aftan, tað verið seg jóla, páska, hvítusunnu og ólavsgku aftan. Umframt hesar eru nógvir dagar, har postverkið liggur stilt orsakað av mishalgidøg- um ella halgum og frí- døgum sum heild. Í Danmark samskipa blaðútgevararnir utgåv- una. Teir hava egin felgg, eitt nú Bladkompagniet, sum syrgja fyri, at lesarin fær blødini regluliga hvønn einasta dag i åri- num. Serliga halgidagar gera blødini nógv burturúr vid øktum sidutali og tad er lítil ivi um, at føroyski lesarin hevði dámt, eitt nú Olavsøkuaftan at lisið um tað seinasta nýggja áðrenn tjóðarhátíðina. Eg haldi at postverkið átti at gjørt alt fyri at hækkað tænastustødid. Serliga tá ein hugsar um hverja kapping postverkið hevur fingið seinastu tíðina. Vit kunnu taka privatar og almennar fyritøkur, sum flyta pakkar og ikki at gloyma telefaksin, sum hevur minkað munandi um brævsendingar gjøgnum postverkið. Tað er ikki óhugsandi, at blaðútberingin í fram- tíðini fer á privatar hend- ur og tað átti postverkið at hugsað um. Vikan í fór var merkt av fótbóltstosið og poliuskum kegli. Tingið fór heim og kemur ikki saman aftur fyrr enn á Olavsøku. Nú eru teir ymisku nevndarsessirnir valdir, og nøvn ganga aftur. Ein nevnd situr fyri hvgnn av teimum almennu fjølmiðlunum. Her skal ikki takast dagar ímillum kvalifika- tién ella ikki, men bert ásannast, at fólk sum hevur við journalistiska fakið at gera, er sera illa umboðað. Av teimum 19 nøvnunum, nevndar og tiltakslimir, sum manna hesar bådar nevndir. er bert ein journalistur. Og tað er Beata L. Jensen, blaðkvinna á Dimma- lætting. Hon situr sum tiltakslimur í útvarps- nevndini.