Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-04-30, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. apríl 1991síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Dánjal av Rana: Fólkið eigur virkið Tað er heilagt fyri mær Tí kemur tað ikki upp á tal at lata P/f Eurofisk fáa partabróv í virkinum Nr. 79 — 30. apríl 1991 Síða 9 Tað hevur áður verið frammi, at partur av leigu- gjaldinum frá P/f Eurofisk til P/f Tvøroyrar Flaka- virki skal umsetast - ella konverterast, sum tad eis- ini eitur - partapening i virkinum. Sambært galdandi leigu- såttmåla rindar P/f Euro- fisk eina krónu fyri hvort kilo, ið verður landað. Eurofisk hevur í sínu upp- leggi skotið upp, at leigan verður sett niður í 70 oyru fyri kilo, og at leigan verður umsett til parta- pening, tá tonsatalið er komið upp um 7000 tons (Sos. 10. apríl s. 8). Stendur tað til Dánjal av Rana, býráðsformann og formann í nevndini fyri Tvøroyrar Flakavirki, so verdur tad av ongum. Hann vísir til tær stóru, positivu broytingar, sum hendar eru síðstu tíðina, m.a. hægri fiskaprísir og betri fiskiskapur. - Vit fara ikki at gera eitt leigumál, sum er verri enn tað núverandi, sigur Dánjal av Rana, og vit fara als ikki at seta í sáttmálan, at ognarviður- skiftini skulu broytast. Dánjal av Rana leggur aftrat, at hesa stóðu hevur hann av hugsjónarligum grundum: - Hetta er heilagt fyri meg og mong við mær, sigur hann og vísir til, at kommunan og harvið bý- urin, sum hann er, eigur 84% av partapeninginum í virkinum. Sáttmálin millum P/f Tveroyarar Flakavirki og P/f Eurofisk gongur út 1. juni. Tað er Tvøroyrar Flakavirki, ið hevur sagt hann upp. Dånjal av Rana er væl nøgdur við sáumál- an higartil, men hann heldur, at tey broyttu við- urskiftini mugu takast við í einum møguligum kom- andi sáttmála. ówh Tv. Flakavirki Fundurin útsettur Aðalfundurin hjá P/f Tvøroyrar Flakavirki, sum skuldi vera i gjårkvøldid klokkan 20.00, er útsettur. Orsøkin er, at roknskap- urin er ikki klårur at leggja fyri partaeigarar- nar; sambært vidtøkunum skal hann vera tøkur åtta dagar fyri aðalfundin. Aðalfundurin skal lýsast við minst 14 daga ávaring. - Fundurin verður í staðin 15. mai. ówh tað. Tlf. 16190 Vit hava eitt stórt úrval av brúktum eykalutum til bilar. Er tað okkurt, vit ikki hava á goymslu, so útvega vit á Heygnum Mikla annusnnun I se Ein nyggj Idé Næstingar - leggja navn til á - men fyrrverandi Idé-stjørin skal dríva verkið í nýggja Idé- handlinum, sum letur upp á Hálsi í bygninginum, ið Johs. Berg átti. Johs. Berg, ið fór av knóranum herfyri, keypti stóra Idé-bygningin fyri 17 milliónir krónur í fútarættinum Í blaðnum leygardagin bóru vit tey tíðindi, at handil við Idé-møblum letur upp aftur. Tað ger hann eisini. Bilasølan hjá Johs. Berz fór av knóranum herfyri. Nú leigar Birgir Andr- easen (myndin) seg inn í bygningin, sum BRF eigur. Birgir Andreasen fór av knóranum hefyri vid Idé-bygninginum Hann eigur Jóhannes Berg í dag Sosialurin og undirritaði noyðast at ganga undir eina journalistiska um- møblering: Møblarnir koma ikki at standa úti á Velbastaðvegnum í bygn- inginum, sum Bilfridkan átti til fyri kortum. Hand- ilin við Idé-mgblum verð- ur uppi á Hálsi í bygning- inum, har Jóhannes Berg seldi Mazda-bilar til hann fór av knóranum. Byggeriets Realkredit- fond ella BRF eigur bygn- ingin, sum P/f Føroya Møblasøla skal leiga. Partafelagið verður lyst fyrsta dagin. Eftir ti vit hava fingið uppspurt, er Birgir Andr- easen ikki partaeigari, men skal dríva verkið. Partaeigararnir eru triggir og sita allir í nevndini, - ávikavist kona, pápi og mostur fyrrverandi Idé- stjóran. I nevndini sita Elisabeth Andreasen, Tórshavn, ið er nevndarformadur og stjóri, Jóan Petur Andrea- sen og Mary Jacobsen, bæði Oyrabakki. Parta- peningurin, sum er 300.000 krónur, er inn- goldin kontant. ówh