Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-04-30, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. apríl 1991síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

MD Da — — — (ne S0sialurin NORBURIRLAND-FØROYAR Belfast. Tá landsliðið fríggjakveldið fór úr Fer- oyum við flogfarinum hjá Atlantic Airways, vóru longu tvær broytingar at síggja í hópinum, sum fór avstað. Gunnar Mohr, ið hevði drigist við ein skaða frá indskappingardystinum móti sumbingum fyri tveimum vikum síðani, kundi ikki gerast klárur til landsdystin í morgin, og varð tí Jens Erik Rasmus- sen tikin út í hansara stað. Hetta var ikki eitt legið val, tí seinastu tíðina hevur Jens Erik rættiliga gjørt um seg — bæði á landsliðnum og í heimliga fótbóltinum. Magni Jarnskor Tað, sum kom meira óvæntað á, var at Magni Jarnskor varð skaddur í steypadystinum á Tver- oyri fríggjadagin móti TB, og at hann tí ikki heldur kundi koma við til Norðurírlands. Magni hevur annars eis- ini bitið seg rættiliga fast- an á landsliðnum í dyst- Lagið er gott á ollum unum í Portugal og venj- ingardystunum móti ís- lendska U21-liånum her- fyri. Vónirnar til, at hann nú kundi umseta hetta góða spæl í EM-hepi, hava ikki verið so smáar, men nú má hetta so bíða til eina aðra ferð. Í hansara stað kom so Jákup Símun Simonsen í evstu letu Hýrurin er annars sum heild góður á teimum spælarunum, sum eru til staðar á besta hotellinum í Norðurírlandi, The Duna- drey Inn. Sum at vera heima Tað tykist, sum teir kenna seg rættiliga heima her, og útsendi blaðmaður Sosialisins kann heldur ikki klaga um blíðskapin á „bed and breckfast<- býlinum, hann heldur til í, bert fáar metrar frá lands- liðshotellinum. Staðið kallast >The Beeches«, og her er sum at vera heima. The Dunadrey Inn er annars sama hotell, sum eitt nú danir hava brúkt, tá teir hava verið og spælt í Norðurírlandi. Hvert kveld skulu spæl- ararnir í býlið kl. 23 og flestu morgnarnar er út- purring kl. 9. Venjingar eru bæði fyrrapart og seinnapart, og umframt tær ásettu venjingarnar gera teir eisini brúk av eðrum heilsufremjandi tilboðum, sum hotellið bjóðar teim- um, so sum svimjing, turkiskt bað, gosbað og annað gott. Lúrin taktikkur Einasti kuril, ið hevur verið, var nú sunnumorg- unin, tá landsliðið noydd- ist at venja á einum heilt eðrum velli, enn teir annars hava vant fast á á ferðini. Óivað var hetta tak- tikkur frá írskari síðu, at noyða teir at flyta venj- ingarstað ta einu ferðina, men tað hevur tó ikki ávirkað stórvegis. Lagið er gott, og teir tykjast allir at ganga høgt uppí fyrireikingarnar. Leygarkveldið var brúdleypsveitsla á hotell- inum, og tí nakað ófriðar- ligari enn vanligt, men heldur ikki hetta hevur havt nakra vánaliga ávirkan á liðið. hj. TURN" ILL 080 RA NU NU Jens Erik Rasmussen (myndin vinstrumegin) varð ikki tíkin út til landsliðshópin, ið skuldi til Norður- írlands. Men Gunnar Mohr (omanfyri) gav avboð orsakað av skaða, og harvið var pláss fyri tí driblisterka MB-leikararnum. Hann fór í flogfarið saman við Jákup Símuni Simonsen, ið loysti Magna Jarnskor, av; eisini hann noyddist at senda avboð vegna skaða Norðurirski 4-2-4 taktikkurin: Passar landsliðnum væl Belfast. Síðani komið varð higar til Norðurír- lands, hevur alla tíðina á ymsan hátt og við ymisk hevi verið roynt at fáa fatur á norðurírska lands- liðsvenjaranum Billy Bingham, men alt til fánýtis. Tað vildi nevniliga so illa itl, at um vikuskiftið doyði svágur hansara, so av góðum grundum hevur hann ikki havt stundir at práta við fer- oysku pressuna. Ikki fyrrenn seinnapartin í gjár kom norður- írski landsliðshópurin saman til venjingar og fyrireikingar, og tá skuldi verða gjerligt at fáa eitt prát við hann, og um so verður, kemur tað í blaðið í morgin. Undirmetir føroyingar Men hóast Sosialurin enn ikki hevur hitt venjaran persónliga, so vita vit, at hann í pressuni sum heild hevur undirmett Feroyar uppá tað allar- grovasta, og hevur millum annað samanborið okkum við Falklandsoyggjarnar. Somuleiðis hevur hann í onkrum blaði frábiðið sær at skula gera viðmerkingar til ein >hóp av fiskimonnum«. So ikki sær mætari út, enn at hann hevur hug at undirmeta feroyska landsliðið, og vónandi ger hann eisini tað í annaðkveld! Í hvussu er tykist hansara almannakunngjørdi taktikkur at bera á tann bógvin. Hann hevur sagt, at lið hansara móti feroyingum fer at spæla við fýra monnum í verjuni, tveimum á miðjuni og fýra har frammi. Passar føroyingum sera væl Hesin taktikkur, ið fullkomiliga útiletur alt spæl á miðjum velli, kann í seinasta enda koma at passa føroyska landsliðnum sera væl, tí spælir føroyska liðið við einum mani heilt frammi og einum álopskendum miðvelli, tá spælið loyvir tí, skuldi ikki verið ógjerligt at loypt hvekk á norðurírsku verjuna, sum er sett saman av fýra spælarum, ið allir spæla á einari linju. Við eðrum orðum kann tað koma at geva bæði eitt og annað av sær, um feroyingar bert duga at sleppa sær inn um hesa stívu verjuna. Men hetta kann lesarin í blaðnum í morgin fáa meira at vita um, tá vit prenta eina samreðu við foroyska venjaran, Páll Guðlaugsson. hj.