mikudagur 1. mai 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 80 — 1. maí 1991
Fiskirannsóknarstovan
Kannar alguvandan
reyluliga
--Tað er næstan ómóguligt at siga frá frammanundan nær
algurnar gerast vandamiklar, tí kanna vit regluliga firðirnar
um summarið, sigur Eilif Gaard, fiskifróðingur
Nú nærkast summarið og
tíðin, tá eitrandi algur, ella
gróður í sjónum kann gera
seg inná alifisk. Fiski-
rannsóknarstovan ger
regluligar kanningar frá tí
gróður kemur í sjógvin
um hesa tíðina og út á
heystið.
-Tað er ómeguligt
frammanundan at siga nær
eitrandi algur fáa so góð
nøringarkor, at tær kunnu
gerast vandamiklar fyri
fisk. Algur er ikki annað
enn gróður í sjónum og
finst alt árið. Men vetrar-
hálvárið er somikið myrkt,
ai tær hava ikki møguleika
til at nøra seg so mikið, at
tær kunnu gerast vanda-
miklar, sigur Eilif Gaard.
Men um summarið, tá
heitari veðurlag er, kann
tað koma fyri, at tær
nørast somikið, at tær
kunnu gerast vandamiklar.
Eitt nú er tað hent á
Skålafjørdinum og á Tron-
gisvågsfirdi, sigur hann.
-Einasti máti vit kunnu
verja okkum móti alguni
er at gera regluliga kann-
ingar. Tað er serliga á ali-
økjunum at vandin er stór-
ur, tí her eru pengar uppí.
Er ov nógv alga í sjónum,
ber til at flyta aliringarnar
á rakta staðnum, sigur
hann.
Aigurnar
toknurnar á fiskinum. Tað
kann eisini verða vanda
mikið at eta skeljafisk, er
oyðileggja
ov nógv eitrandi alga á
staðnum. Skeljafiskur livir
av algum og tekur ikki
sjålvur skada av hesum
Men konsentratiónin i
honum kann gerast so
stór, at fiskurin er
vandamikil at eta ávís
tíðarskeið. Men einar 14-
18 dagar aftaná at
algublómanin er av, kann
fiskurin etast aftur, sigur
Eilif Gaard,
fiskifrødingur.
jústinus
13 ær 27 lomb
Hjá Øyvind Lutzen í Havn er sjálsama væl lambað í ár. Í
fyrradagin høvdu 13 ær lembt og tær høvdu 27 lomb.
Á Gráasteini er væl lambað í ár. Mynd Kalmar
Vanliga verður latið væl
at tá ein seyðaeigari fær
lamb uppá seyðin. Men
eitt tílíkt úrslit hevði
Øyvind Lutzen ikki verið
nøgdur við.
A eimi trød åti á
Gráasteini ganga 13
erpnar ær. 12 av hesum
eru tvílembur og ein er
trylemba.
--Tað er heilt óvanliga
gott lambað í ár. Í fjør
lembdu níggju ær tvey.
Og tvær ferðir fyr er tað
komið fyri, at eg havi
fingið trýlembur, sigur
Øyvind Lutzen
-Í mong ár havi eg lagt
meg eftir at fáa tvílembur
Eg havi nýtt brundar und-
an tvílembum, slept undan
tvílembum og havi tuikid
ær, sum bert hava lemt eitt
lamb. Hetta er nokk or-
søkin til at eg havi fingið
so gott úrslit í år, sigur
Øyvind Lutzen.
Øyvind hevur seydahald
sum fritidaritriv burturav
og hann ger nógv burturúr
at fáa so góðan seyð sum
møguligt. Í fjør lá miðal-
vektin á lombunum um 34
pund.
-Eg haldi sjálvur, at vit
eiga sera vakran seyð.
Talan er í høvudsheitinum
um føroyskan seyð. Og
slagið stavar millum
annað frá Kjalnesbónd-
anum. Hansara seyður er
eyðkendur vakra og langa
ull, sigur Øyvind Lutzen.
Øyvind Lutzen hevur
seyð á fleiri trødum i
Havn. Eisini i Hoydølum
við Studentaskúlan
Eg havi áhuga fyri
aliukd
hesum og eri so heppin, at
familjan eisini er áhugað
og lættari er, tá vit eru
fleiri um at passa seyðin,
sigur Øyvind Lutzen
jústinus