mikudagur 1. mai 1991síða 14
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Leingi livi dupultmoralurin
ella fornminnisfólk!!
Nr. 80 — 1. mai 1991
Nú hevur aftur ein nortið
við rúsdrekkalógina,
BRAVO!!
Flokkarnir bara toga i
land og eingin torir beint
ut at siga, hvat tey øll
meina og vita. HETTA
RIGGAR IKKI. Men
harra mín , at tað
skuldi taka so langa tíð.
Men nú sær út til at tað
endiliga verður tosað um
tað. Hvat nøkur ikki skilja
er, hvat er galið við lógini,
su er, sí Dimmalætt
ing hósdagur 18. apríl
Hilmar Jan Hansen
viðkomandi er at spyrja,
vat er i vegin við verandi
hon nú
1 +
longur skal eitast at
Er
maður blindur ella hvat?
Um nakað skapar yvir-
nýtslu er tað núverandi
lóg!
rúsdrekkalóg, tå
ikki
vera nog góðÉ< hesin
Fyrimynd:
Frøken Jensen hevur
bjóðað fólki til degurða.
Hon hevur sæð eina
lekkra uppskrift Í
»FAMMMILIE JOUR-
NALEN«, sum hon ætlar
sær at royna. Men hvat
nú, har skal vín í sósina
(fyri so vítt einki
problem), tað kann hon be-
stilla niðri frá, uttan nak-
að fjas. So hon bestillir 1
kassa av víni (6 fløskur).
Víðari sær hon í uppskrift-
ini, at har skal rom í
dessertina. Fín, tonkir
hon; so má eg bestilla eina
flesku av rom og sam-
stundis eina fløsku av
whisky, so kunnu vit fáa
IRISH COFFE omaná.
Men åhh har eru 6
fløskur i einum kassa, nå,
so må eg bestilla 4 afturat.
Men hvat hoyrir meira til
eitt hugnaligt kveld? Tá
man hevur etið, situr man
og hugnar sær við eini øl,
men Føroya Bjór vil helst
hava, at man keypir ein
kassa. OK, so må eg
keypa 24 øl eisini. Hetta
verður ein dyrur degurði,
men ja, tå alt hetta skal
til, ja, so må man.
Fyristilla tykkum, at
frøken Jensen hevði kunn-
nel,
ad fingid hetta i handlin-
um í Havn. Hevði hon
kunnað keypt bara 1]
fløsku av víni, 1 fløsku av
rom og nakrar ei. Hon sit-
ur nú við einum yvirskoti
uppá nógv meira enn hon
upprunaliga hevði ætlað.
Og hver tjenar so uppá alt
hetta. Jú, jú, ein tjúkkur
danskari, sum flennir í
køki, »hvor er de færinger
dog dumme med deres
spirituslov — jeg håber, at
frøken Jensen snart skal
hava gæster igen!«
Hvi ikki koyra alla søl-
una å føroyskar hendur,
fyristilla tykkum, hvussu
nogv arbeidsplåss hetta
hevdi verid vid til at
skapt!
Eisini ein viðmerking til
Hilmar Jan Jansen. Tu
sigur, at útlendingar
skulu drekka heima hjá
sær sjálvum (eg helt, at
eisini politikararnir
skuldu hava nes fyri for-
rætning, men kanska teir
bara duga at brúka pening
og ána ikki, hvussu teir
skulu fáa teir inn aftur,
uttan bert at leggja fleiri
gjøld á teir frammanund-
an »Uthungradu« fer-
oyingar). Um man t.d.
kundi keypt rúsdrekka
fleiri staðni í landinum og
tit logdu eitt fast gjald
omaná. Hvussu nógvar
krónur hevdu so ikki farið
í kassan bara av >turist-
um«. Tað er nú einaferð
vanligt hjá teim flestu út-
lendingunum (ella hevur
tú kanska ongantíð verið
uttanlands) at smakka
sær á.
At enda, vælsignaðu
politikarar, tosið ikki um
fyri 100 árum síðani, men
latið eyguni upp og hygg-
ið at, hvat ið fyrigongur
nú. Lat okkum endiliga
fáa eina rúsdrekkalóg, ið
er tíðarhóskandi, og á fer-
oyskum hondum, so ikki
aðrir sita og flenna tjúkt
og koyra føroyskan pen-
ing í lumman.
Heilsan
Turið Dam Joensen
Eitt væl fyrireikað uppskot!
Uppskotið til samtyktar
um ikki at skerja Skála-
fjarðarsiglingina, er helst
eitt av teimum best fyri-
reikaðu í hesi tingsetuni.
Nú er nýggja ferðaætlanin
komin í gildi, og vit kenna
avleiðingarnar av henni,
so kennist tað sum um ein
knívur er stungin í ryggin
á eysturoyingum, og sum
hevur bumbað Skálafjarð-
arsiglingina fimtan ár aft-
ur í tíðina.
Longu mánadagin var
stór minking í ferðafólka-
talinum, og somuleiðis eis-
ini bilflutningurin.
Umframt at tríggir túr-
ar eru tiknir burtur mána-
dag til fríggjadag, er sigl-
ingin um Vvikuskiftini
leygardagar og sunnu-
dagar heilt tikin burtur.
Í prosentum er niður-
skurðurin uppá 44,4%.
Eingin onnur ruta hevur
verið fyri tílíkari van-
lagnu, og eg má persón-
liga siga, at hesar broyt-
ignar komu mær dátt við,
og sigur mær í hvussu er
so mikið, at tey, sum hava
staðið á odda fyri hesum
skerjingum, á ongan hátt
kenna hesa farleið
Tá ið M/F Dúgvan bleiv
keypt í 1985, segði lands-
stýrið eftir upplýsingum
frá Strandferðsluni, at
væntast kundi at ferjan
kemur at hava eina inn-
teku uppá umleið 7 mið.
kr. Tey tel, sum nú eru
komin fram, og tann øk-
ing, sum hevur verið í
ferðafólkatalinum, bil-
flutninginum og frakt øk-
ingini, svara heilt væl til
inntøkuvøksturin = uppá
12,5 mió. kr. í 1990.
Hagtelini í sambandi
við M/F Dúgvuna kann
eingin sníkja seg undan,
tey eru har og tey kunnu
ikki broytast, hverki av
løgtingi ella landsstýri, og
tí ber ikki til at siga sum
Thomas Arabo, lands-
stýrismaður, at »påstand-
urin er púra villur«, og at
„lítið hald er í hasum tøl-
unum«.
Tad ber heldur ikki til at
siga sum Svend Åge Ellef-
sen, landsstyrismadur,
hetta skuldi
verda »nokk so undarligt,
átaluvert og ikki borð-
segði, at
bart«.
Tad er tyduligt, at teir
vóru skelkaðir, á ein hátt
sum ikki átti at semt seg
fyri ábyrgdarmenn.
Tað sum undirritaði
førdi fram undir viðgerð-
ini av hesum máli, tað var
tað, at undirritaði hevði
einki ímóti at umreða
meðalprísirnar á bilflutn-
inginum, ferðafólkaprís-
unum og fyri SL bilarnar.
Um meðalprísurin á bilum
skuldi verða kr. 120,00
ella kr. 100,00 ella fyri alt
tað kr. 80,00, tað merkti
ikki ta stóru broytingina
tá id prísurin liggur mill-
um kr. 60,00 og kr. 390,00.
Undirritaði hevði heldur
einki ímóti um meðalprís-
urin á ferðafólkum var
umreddur. Um meðalprís-
urin skuldi verða kr.
25,00, kr. 18,00 ella kr.
15,00 pr. ferðafólk, tað
hevði heldur ikki fert ta
stóru broytingina við sær.
Undirritaði hevði heldur
ikki nakað sum helst ímóti
at umreða fraktinntekur-
nar hjá M/F Dúgvuni.
Hetta var eisini orsekin
til, at undirritaði einki
hevði ímóti at luttaka í
nevndararbeiðinum í sam-
ferðslunevndini í sam-
bandi við hetta mál, júst
av teirri orsek, at eg ikki
eri limur í hesi nevnd.
Spurningurin kemur so at
standa opin um teir hava
dirvið til tað.
Framhald á síðu 19
Tað fall ikki í góða jørð, at
undirritaði setti eitt spur-
nartekin við habilitetin hjá
Heðini Mortensen, býráðs-
limi, í samband við at
Lions-felagsskapurin nú er
vorðin uppsitari av Heine-
sens húsi við Tinghúsveg-
in.
Býráðsformaðurin, Poul
Michelsen roynir í Dag-
blaðnum at vísa aftur, at
Heðin Mortensen var in-
habilur og leggur aftrat, at
tosið um inhabilitet bert
skaðar almenna holdning
býráðsins mótvegis Lions.
Hvgnn almennan hold-
ning býráðið hevur til
Lions kenni eg ikki. Kann
bert síga, at eg havi einki
ímóti hesum felagsskapi,
og havi onga orsøk at
skaða nakran sum helst.
Hinvegin helt eg tað vera
løgid, at Mentamålanevnd-
arformadurin Hedin Mor-
dú.
valdast
tensen kundi viðgera eitt
tílíkt mál frá Lions-pre-
sidentinum, Heðini Mor-
tensen. Eftir viðgerðina í
Mentamålanevndini hevur
so Mentaformaðurin at-
kvøtt fyri málinum hjá
Lionspresidentinum. Hetta
endurtekur seg á býráðs-
fundi. Hetta helt eg vera
eitt sindur ósmæðið, og tí
loyvdi eg mær at taka tað
fram á býráðsfundinum.
Eg haldi enn, at hetta er
ósmæðið, og á markinum
til tað ólógliga. Og tað
loyvi eg mær at halda um
Poul Michelsen er samdur
við mær ella ikki.
Hugflogið er so av-
markað, at undirritaði er
fyrigivin uppá forhond,
sigur býráðsformaðurin.
Eitt sindur hástórur, men
hann um tað. Tað skal vera
honum fyrigivið.
Tórfinn Smith
I
Eitt posthús — ella eini
posthús?
a —
Herfyri skrivaði Sosial-
urin um »gomlu posthus-
ini« i Vågi.
Av hesum gjørdist eg
forvitin. Í Havn hevur al-
tíð verið sagt »posthusid«
(men annars eini hús um
sethús, handilsbygningar,
felagshøli 0.1). Verður
sagt »posthusini« aðra-
staðni í landinumn?
Ymiskt er við hesum
fyribrigdi. Uppi í Sortu-
díki standa Norðurlanda-
húsið og Útvarpshúsini lið
um lið.
Fyrr segði Útvarpið
Hvítu Húsini (í Washing-
ton) — men so knappliga
varð skift til Hvít Húsið.
Marius Johannesen, sáli,
vildi eisini, at vit seta slík-
ar bygningar í eintal.
Fyri nekrum árum síð-
ani royndi eitt blað at >nú-
timansgera« málið og
nevndi vanlig sethús í ein-
tali (eitt hús) — gamli
hugsunnarhátturin, at
»nutidar«-føroyskt eigur
at liggja so nær donskum
sum gjerligt. Tíbetur
vann hetta ikki frama, og
oll seta vanlig hus í fleir-
tal.
Men, góðu málfreðing-
ar! Hver er reglan fyri
posthús, útvarpshús,
norðurlandahús, Hvítu
Húsini o.t.? Eiga vit at
seta hesi hús í ein- ella
fleirtal — ella kunnu vit
blanda, sum okkum lyst-
ir?
Við vón um svar.
Forvitin útiseti