hósdagur 2. mai 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 81 — 2. mai 1991
Síða 7
Rættartrygdin
hjá løntakarunum
Illa stendur til við rættartrygdini hjá føroysku løntakarunum
Vanligt hevur verið, at
tegn skal valda meðan
rætturin situr, og hóast
vit í fakfelagsrersluni ofta
hava verið illa nøgd við
avgerðir, sum rætturin
ella gerðarættarnir hava
tikið, við grundarlag í so-
kallaðum »donskum ar-
beidsrættarreglum«, = so
hava vit vanliga valt at
tagt.
Nú er tó ovboðið.
Herfyri var avgerð tikin
av åstødumanninum í
gerðarætti, sum settur
varð at døma um spurn-
ingin um gjald fyri tíman
millum 07 og 08.
Málið byrjaði sum
kunnugt við trætuni mill-
um limir Havnar Arbeiðs-
kvinnufelags og Bacalao.
Fyri at greiða Feroya
fólki eitt sindur frá mál-
inum, so sigur $ 8 í sått-
málanum hjá Havnar Ar-
beiðskvinnufelag:
Normalarbeiðstíðin skal
vera 8 tímar um dagin frá
mánadegi til og við
fríggjadag...
Spurningurin í gerða-
rættarmálinum var hvat
len arbeiðsfólkið skal
hava fyri tíman millum 07
og 08 á morgni, um so er
at partarnir gera semju
um at byrja arbeiði kl. 07.
Havnar Arbeiðskvinnu-
felag, og øll onnur feløg í
landinum, hava víst á $ 7 í
sáttmálanum sum púra
greitt sigur:
Yvirtíðarlenin verður
fyri ell arbeiði roknað av
fullari normallen soleiðis:
Fra kl. 1721 ......35%
Frá kl. 21-08 ......60%
Week-end lønin
kl. 08-12 ........35%
Week-end lønin
kl. 13-24 ........65%
Sunnu- og halgid.
frá kl. 24-24 .... 100%
Her verður beinleiðis
ásett, at fyri tíman mill-
um kl. 07 og 08 skal gjald-
ast vanlig løn + 60%.
Eingin ivi skuldi verið
um henda spurning, og ein
og hver, ið dugir at lesa
foroyskt, má koma til
hetta úrslit.
Hóast hesa greiðu sátt-
málaorðing, so hendir tað
løgna, at ásteðumaðurin
kemur til ta niðursteðu, at
sáttmálapartarnir eftir
øllum at dema hava
gloymt at broyta áseting-
arnar í $ 7 og kemur til tað
úrslit, at $ 7 ikki skal vera
galdandi.
Hendan avgerð vísir,
hvussu illa stendur til við
rættartrygdini hjá løntak-
arunum í Feroyum.
At hugsa sær, at
åstødumadurin í gerða-
rættinum uttan víðari
setir til viks eina púra
greiða sáttmálaorðing har
ein av tydningarmestu
rættindum lentakaranna
— nevniliga yvirtidarlønin
er stadfest.
Her er talan um bata i
Ingeborg Vinther, 7
forkvinna i
Føroya
Arbeidarafelag
korum løntakaranna, sum
vit við tungum samráð-
ingum hava stríðst okkum
til.
Er tað veruliga rætt, at
slík rættindi kunnu strik-
ast við tí grundgeving, at
partarnir nokk hava
gloymt at strika hesi rætt-
indi.
Nei, arbeiðarafelegini
ætla ikki at góðtaka at
vunnin rættindi verða
strikað í sáttmálanum við
grundarlagi tikið í donsk-
um arbeiðsrættarreglum.
Tað eru føroysk viður-
skifti talan er um, ikki
donsk.
Eisini må vísast á
skeivu frágreiðingarnar,
ið givnar vórðu í gerðar-
rættinum frá mótpartin-
um. Ásteðumaðurin í
gerðarrættinum vísir í
dóminum á, at síðani
1975, tá áðurnevnda
broyting kom í sáttmálan,
hava limir Havnar Ar-
beiðsmannafelag arbeitt
fyri vanliga normallen
millum kl. 07-08 á morgni.
Hetta er beinleiðis lygn,
hava bæði undirritaða og
nevndarlimir í eðrum ar-
beidarafeløgum fingið at
vitað frá nevndini í Havn-
ar Arbeiðsmannafelag á
fundi millum felegini 17.
apríl. Tað hevur verið
goldin 60% yvirtíð fyri
henda tíman líka til áður-
nevnda broyting kom í á
Bacalao á heysti 1990.
Ein onnur frágreiðing,
ið eisini telur við í dóm-
inum, kom frá einum eðr-
um vitni frá arbeiðsgev-
arasíðu. Hesin greiddi frá,
at innan øki hjá Føroya
Arbeidarafelag varð á
fleiri arbeiðsplássum ar-
beitt millum kl. 07 og 08 á
morgni fyri normal len
síðan 1977. Hetta er eisini
lygn. Vitnið gjørdi sær
ikki tann ómak, at greiða
frá, hvat lá til grund fyri
broytingarnar á tveimum
av arbeiðsplássum innan
okkara eki, sjálvt um
hann væl visti tað. Men
tað skal eg nú greiða frá.
Á tí eina arbeiðsplássin-
um bóðu kvinnurnar um
at sleppa at byrja kl. 07 á
morgni í summarfrítíðini,
so tær kundu vera lidnar
kl. 16 um dagin, meðan
skúlabernini vóru í summ-
arfrí, so tær vóru meira
saman við bernunum um
dagin. Henda skipanin
vardi í 6 vikur, so byrjaðu
tær arbeiðsdagin aftur
vanliga tíð kl. 08 á
morgni.
Arbeiðspláss á bygd í
norðstreymoy hevur eina
gamla avtalu, ið er 30 ára
gomul. Har arbeiðsfólkið
ell hesi árini er byrjað at
arbeiða kl. 07.30 á morgni,
fyri at kunna fara heim til
degurða kl. 11.30. Hetta
kom í sínari tíð av, at
nógv hevdu langan veg til
hús, og nakrar av kvinn-
unum vildu sleppa heim at
gera degurða. Sostatt er
hetta ein lokalavtala, ið
hevur verið galdandi langt
áðrenn umstrídda gr. 8 í
sáttmálanum.
Annað arbeiðspláss, ið
varð nevnt innan ekið hjá
F.A. við arbeiðstíð, ið
byrjaði kl. 07 við normal
løn, var heldur ikki rætt.
Hetta vísti undirritaða á
undir dómsviðgerðini,
men bleiv hetta íkki tikið
til eftirtektar.
Niðursteðan aftan á
henda gerðarrættardóm-
in, ið er heilt burturvið, er
henda.
Danskur embætismaður
hevur í sínum dómi lagt
upp til at legtings lóg nr.
37 frá 1/6-1978 um 40 tím-
ars arbeiðsviku ikki nýtist
at vera galdandi fyri part-
arnar á arbeiðsmarknað-
inum. Nú kann 50 tímars
arbeiðsvika koma aftur í
gildi, og vit eru av áður-
nevnda embætismanni
sett 50 år aftur i tiåina.
Hetta er rættartrygdin
hjá ti føroyska verkafólk-
inum i 1991.
Og løntakarar skulu so
liva undir hesum gerðar-
rættarúrskurðum, sum
uttan at hava minsta vet
av kunnleika um førcysk
arbeiðsviðurskifti, taka
avgerð, sum teir sjálvir
siga út frá vanligum
donskum arbeiðsrættar-
reglum, og enntá, sum í
hesum feri, uttan víðari
strika sáttmálasettu rætt-
indi okkara.
Tórshavn, 29. april 1991
Ingeborg Vinther
TUNNU