fríggjadagur 3. mai 1991síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
„Nr. 82 — 3. maí 1991
Magnum P.I.
Ongantíð aftur
Lena og Saul Greenberg eru eini gomul
jedisk hjún, sum livdu eftir aftan á
seinna heimsbardaga. Tey hava búsett
seg á Hawaii og hava ein handil har. Men
ein dagin umbroytist tilvera teirra. Onk-
ur er eftir teimum, júst sum fyrr í tíðini.
Stutt eftir verður Saul rændur og Magn-
um fer at leita eftir honum.
Fríggjadagin kl. 22.03:
Caught in The Draft
Amerikanskur filmur frá 1941. Bob Hope
er sjónleikari og er nú í herinum. Hetta
elvdi ein skemtiframfersla hjá honum til.
Hann er bangin fyri skotum og kemur al-
tíð í trupulleikar, og oman á alt er hann
vorðin forelskaður uppi í dóttir herovast-
an. Hon er eisini góð við hann, men kundi
ikki hugsað sær at gift seg við nekrum,
sum ikki er ein hetja. Tí fer hon í holt við
ætlanir at gera hann til hetju.
Leygardagin kl. 13.55:
Lívið um tey 30
Hope og Michael verða ólukkulig, tá ið
barnið, tey skulu fáa, doyr. Hope verður
heima og letur sum alt gongur, sum tað
eigur. Men Michael fær sær nýtt starv.
Ellyn og Elliot royna eftir ferimuni at
hjálpa teimum, men tað er torfert, tí tey
vilja ikki tosa um sorgina.
Leygardagin kl. 23.45:
Alfred Hitchcock
Ray og Meg eru nygift og á veg til hotell-
ið, tá ið bilurin hjá teimum verður í ólagi.
Ein fremmandur kemur og bjóðar sær at
gera bilin aftur, men tá ið klæðini hjá
honum dálkast, verður hann í eðini og
lovar at drepa tey. Tey skunda sær hig-
ani og fara á hotellið, men har er tann
fremmandi eisini
Sunnudagin kl. 16.25:
Robinson í Roslagen
Svenskur filmur frá 1948. Alfred er báta-
byggjari á eini oyggj í Roslagen og giftur
við Katrinu, sum eigur ein lítlan handil.
Alfred sníkir seg at gera sær eitt heima-
bryggjari, men hetta spreingist í luftina
og við hesum eisini úthúsið. Katrina
gerst í eðini, og Alfred ger av at rýma á
eina óbygda oyggj, júst sum Robinson
Cruse, at liva í friði. Hann fer avstað við
fullum báti av
mati og nekrum
Sunnudagin kl. 18.30:
The Golden Girls
Fyrri maður Dorothy, Stan, skal giftast
fyri triðju ferð. Samstundis verður
Sophia ógvuliga sjúk og fer á sjúkra-
húsið. Har hittir Dorothy Stan í bíðirúm
inum. Eftir eina langa óróliga nátt saman
uppdagar Dorothy, at hon framvegis
elskar Stan og vil hava hann aftur. Men
tað er lættari sagt enn gjert, tí hann skal
giftast um fáar dagar
Sunnudagin kl. 19.00:
Mr. Roberts
Amerikanskur filmur frá 1955. Segan er
frá seinna heimsbardaga, umborð á
handilsskipinum U.S.S. Reluctant, sum
liggur fyri akkeri við eina lítla suður-
havsoygg), meðan onnur skip eru í
kríggi. Ein umborð, Roberts, tímir illa at
liggja stillur. Hann vil hava okkurt at
gera, men skiparin vil ikki. Ein dagin fáa
teir boð um at fara til oynna Elysium í
Polynesien eftir einari last, og manningin
gleðir seg
Mánadagin kl. 20.03:
Paradise Alley
Sylvester Stallone
Amerikanskur filmur frá 1978. Segan er
frá 1946 í einum fátækum býarparti í
New York. Cosmo Carboni er sum van-
ligt úti eftir at fáa pengar — heiðurliga
ella við sviki — og endar í klubbanum
Paradise Alley, har altíð er sera lívligt.
Mánadagin kl. 22.13:
Callan
Janet Lewis, einkja eftir fyrra uttanrikis-
ráðharran, verður biðin at vera við i ein-
ari sjónvarpssending um lívið hjá manni
hennara. Tað er Rene, sum ger hesa
dokumentarsendingina. Callan fær boð
um at steðga hesum, tí kanska kemur
hon við onkrum loyniligum upplýsing-
um. Eftir at synir hennara eru hóttir við
lívinum, ger Janet av ikki at luttaka í
sendingini, men Rene gevur seg ikki
Tysdagin kl. 19.03: |
Chato's Land
Charles Bronson
Amerikanskur western frá 1972. Chato
er ein erpin og djarvur apachekrígs-
maður, sum roynir at tillaga seg eftir
løgna lívinum, tann hvíti maðurin noyðir
hann at liva seinast í 1870. So drepur
Chato sheriffin, eftir at hava verið upp-
østur av honum, og flýggjar. Saman við
einum »squaw« fer hann, men hann verð-
ur jagstraður
Týsdagin kl. 22.03:
Mike Hammer
Mike verður biðin at finna sjefarhundin
Max, sum er horvin á gátuferan hátt.
Max, sum er vandur blindhundur, er
hundurin hjá tí 12 ára gomlu, blindu
Jennifer Decker, sum er hjálparleys við
ongum hundi. Mike roynir at finna hund-
in skjótast gjerligt, men so hvervur
Jennifer eisini, meðan hon er í skúla —
rænd av sama manni, sum tók Max. Pápi
Jennifer, sum er ríkur, frætti skjótt um
loysigjaldið, 500 antitankmissilir — hann
er vápnasmiður. Men FBI noktar honum
at lata ránsmonnunum hetta, men Deck-
er ger alt fyri at fáa dóttrina aftur á lívi.
Mikudagin kl. 16.00:
Skippy
Systir Matt, Evelyn, kemur at vitja — at
tosa um skúlagongdina hjá Sonny. Hon
heldur, at hann lærir ov lítið á Waratah
og at Matt átti at latið hann farið á ein
kostskúla. Í eini roynd at fáa hana upp á
aðrar tankar, bjóðar Matt henni ein ríði-
túr saman við Sonny, ein túr, sum verður
eðrvísi, enn nakar hevði væntað.
Mikudagin kl. 19.00:
Por í hjórtum
Góði vinur Jonathans, Walter Kiley, hev-
ur alment ákært politikaran Adbury at
hava tikið ímóti mutri, og hesin lovar at
hevna seg. Kiley verður skotin á getuni
og síðani fer drápsmaðurin í ein bil, sum
hann heldur koyrir hann haðani. Men tað
er Jonathan Hart, sum koyrir. Hann bíð-
ar eftir at Max skal koma aftur, hann
hevur verið erindi. Jonathan letst sum
einki og koyrir drápsmannin heim. Í bil-
inum letur drápsmaðurin seg úr skortin-
um og Jonathan sær, at tað er ein kvinna.
Hon fær illgruna um, at alt er ikki sum
ætlað, tá ið tey steðga uttan fyri hjá
Jonathan, har stendur Jennifer
Mikudagin kl. 21.30:
Marilyn
Marilyn Monroe
Marilyn Monoe doyði í 1962, og seinastu
tíðina gekk ikki so væl hjá henni. At enda
varð hon koyrd úr filminum »Something'
s Got To Give«. Hesin filmurin snyr seg
um lív hennara teir seinastu mánaðirnar.
Mikudagin kl. 22.33:
Benson
Øll hjá Gattlings guvernøri eru við í fyri-
reikingunum til brúdleypið hjá Marcy og
Dan, og alt gongur væl, til mamma
Marcy kemur. Hon hevur sínar ætlanir
og veit altíð best.
Hósdagin kl. 20.00:
21 Jump Street
Hetta er ein partur av sendirødini »21
Jump Street<, sum verður sýnd í heyst.
Sendireðin byggir á veruleikan. Hon er
um nakrar ungar politistar í USA, sum
geva seg út at vera studentar fyri at
finna útav ymiskum, sum gongur fyri
seg innan skúlagátt. Har teir halda til,
eitur 21 Jump Street, og leiðari teirra er
Kaptein Fuller.
Hósdagin kl. 22.03:
Mike Hammer
Rocksangarinnan Jaime Jinx kemur í
livsvanda, tå ið hon syngur til jarðarferð-
ina hjá einum góðum vini og starvsfe-
laga, tí fleiri halda hana hava okkurt við
tað gátufora andlátið at gera. Hon verður
bangin og loypir í ein bil og fer beinleiðis
á skrivstovuna hjá Mike Hammer — við
tveimum byrsumonnum í hølunum. Mike
verjir hana, men skrivarin hjá Mike
verður skotin.
Eftir at hava hoyrt seguna hjá henni,
lovar Mike at hjálpa Jaime. Men hann
hugsar eðrvísi, tá ið hann uppdagar, at
hon hevur logið fyri honum, hvussu hon
kendi bústaðin hjá honum. Men sann-
leikin er meira ótrúligur enn lygnin, tí
Jaime er dóttir Mike.