Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-05-03, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. mai 1991síða 16

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ws Síða 16 Dummdjarvir vinnulivsmenn! Ikki minst vinna okkara knógvar undir Jante-lógini OVSKa | at møguleikarnir fyri at skapa nyggjar vinnuvegir eru loknir — tað verða teir ongantíð (!), men ti tú ert valla komin rættiliga í gongd, fyrr enn tú verður í vanda fyri at verða bú- skaparliga kroystur í ein krók av einhverjari nýggj- ari lóg ella reglugerð, sum ger tað ógjerligt hjá tær at reka fyritøkuna so end- arnir metast. Ert tú afturat so >ó- heppin«, at tú kanst sýna, at tú als ikki hevur fingið og ei heldur tervar al- menna hjálp at reka fyri- tøkuna, ja, so bendir nógv á, at Stóribeiggjarnir úti í Tinganesi og aðrastaðni kring landið heilt vist finna onkran útveg at basa tær. Neyvan nakrantíð í segu okkara hevur tað so hegt prísaða frælsa vinnu- lívið verið so skert, yvir- styrt og åfrælst sum tað er júst nú. Demið Heri Hjelm er hættisligt. Madurin verð- ur hongdur út í fjølmidlun- um, sum hin stóri ljóti úlv- urin, ið selir sin laks á uppboðsselu til ógagns fyri allar hinar alararnar í Føroyum, ið selja til »fast- ar« laksagrossistar í EF. Hóast tað er próvfast, at tað í dag er Ogjørligt at selja størri nøgdir av laksi til hægri pris enn hann, ið fæst å uppbodssøluni (tad er jú eisini galdandi marknadarprisur nærm- ast brúkaranum), so held- ur landsstýrið fast um at vit áframt skulu ríka upp onkrar laksagrossistar í EF. Heitur tú so á fjølmidl- arnar — nú sipi eg til út- varpið — um at upplýsa tær, hverjir teir grossistar eru, ið rinda meira fyri laksin í dag, enn tað sum fæst á uppboðsseluni, ja, so verður hetta sýtt tær! Hvat er tað fyri eitt land vit liva í, sum loyvir almennum fjølmiðli at hanga út< annan partin í einum trætumáli og krógva hin sum mans- morð? Nógv hin stersti fasti keypari av alifiski í Fer- oyum í dag er Feroya Fiskasela, men nýggi stjórin har hevur sum kunnugt alment úttalað, at Fiskasølan ikki stendur aftanfyri åheitanina til landsstýrið um at banna laksaselu á uppboðsselu. Sostatt má avgerðin vera reint politisk, og so leingi eingin vil upplýsa hverjir teir grossistar eru, ið rinda hægri prís fyri laks- in, so loyvi eg mær (og eg vei at ein stór fjøld av Før- oya fólki hugsar tað sama!) at pástanda, at talan tá einans kann vera um franska svikaran, ið Interpol nú leitar eftir og sum hevur kostað fer- oyskum laksaútflytarum milliónatals krónur. Heri Hjelm og aðrir hava sjálvandi ikki selt laks á uppboðsselu síðani bannið varð kunngjert, men hin vegin vita vit, at feroyskur laksur áframt verður useldur á uppboðs- selu í Hirtshals. Tað er tí lætt at gita, at her er talan um ein ella fleiri (ikki for- oyskir) „fastir keyparar«, ið senda í hvussu so er ein part av foroyska laksinum inn á uppboðsseluna í vón um at fáa hægri prís fyri hann har, enn teir hava rindað feroyska alaranum fyri hann. Danir eru ikki búskaparligir byttlingar! Landsstýrið heitir nú á fútan, men hann noktar at fara upp í leikin — tað vildi jú verið at leggja seg út í innanhýsis viðurskifti í einum eðrum landi. Men landsstýrið gevst ikki so, og verður tí nú hótt við (soleiðis má tað skiljast) at senda njósnar- ar til Hirtshals, fyri á tann hátt at koma fram á hverj- ir teir alarar í Feroyum eru, ið upprunaliga áttu henda vælsignaða laksin. Fæst vissa fyri tí, er ætl- anin at nokta »syndarun- um« at útflyta laks! Russar hava Sibirien — vit hava Koltur — hví ikki beinan vegin byrja at senda tílíkar »syndarar« út á hesa í dag oyði oynna? Men enn meira yvirstýr- ing skal fremjast: Ætlanin er nú at banna ellum fyri- tekum, ið ikki hava ein partapening uppá minst 100.000 krónur, at útflyta føroyskar fiskavørur. Sjålv grundgevingin/ hugsanin aftanfyri eina ti- lika log kann møguliga vera skilagóð í åvisum før- um, men hvørja vissu hev- ur tå fyri at eitt parta- felag, ið hevur 90.000 krónur meira í parta- peningi enn eitt annað »dugir« betri at selja fisk enn hitt? Og hvat so við teimum fyritekum, ið ikki eru partafeløg, men hava havt stóran vinning av seluni (t.d. Heri Hjelm) til gagns fyri landið, ella tí stóru einkarselufyritek- uni (Føroya Fiskasøla) sum nú hevur milliónahall til ógagns fyri landið? — Afturat partapenings- kravinum verður kravt løggilding, t.v.s. selumað- ur skal inn til Marjun Hanusardéttir at »g6dskuvigast« og >stemplast<, áðrenn hon- um verður veitt loyvi at selja feroyskar fiskaver- ur. Hvat so við teimum, ið verða »vigadir og funnir ov lættir?« — Skulu teir brennimerkjast, so øll kunnu siggja hvørjir teir eru? Grundgevingin/hug- skotid aftanfyri hesa løg- gilding er helst eisini skilagott, men tað er eftir mínari áskoðan heilt burturvið at sleggja eitt tílíkt uppskot igjøgnum við lóg eins og Stalin við kommunismuni. — Hevdi tað ikki verið nógvar ferð- ir skilabetri, meira náttúr- ligt, positivt og rætt, um Heilsufreðiliga = Starvs- stovan skipaði fyri einum seluskeiði um fiskaverur, har allir seljarar fingu gjølla kunning um hverji krev (altjóða og egnu) fiskaútflytarin má lúka, og har teir m.a. fingu »pro- fessionella« vegleiðing um hvussu sølusåttmålar skulu orðast, so ikki »fidusmakarar« taka teir á bóli. Peningur til tílíkt enda- mál hevði í hvussu so er verið nógvar ferðir betri nýttur, enn tær millión- upphæddir (?) úr »Vest- norden-grunninum«, id Starvsstovan nu brukar til at uppfinna hjólið av nyggjum (t.e. at tad er sunnari at eta fisk enn tálgafiti!). Annars eru tær fiskakanningar, ið Starvs- stovan her ger yvirhevur allar framdar fyri langari tíð síðani (sjá m.a. >Norg- es offentlige utredninger< nr. 23, 1978). Alt í lagi at nýklaktir >freðingar< fáa loyvi at sýna at teir duga sitt »pensum«, men so kann Starvsstovan heldur ikki loyva sær stødugt at grenja um, at stovnurin hevur tørv á meiri fólki fyri at klára at rekja sínar uppgávur. Vit frætta at unga ættarliðið — Feroya fram- tíð — í hópatali flýggjar av landinum, samstundis sum landsstýrið nú skal seta enn fleiri pantifútar at taka teir seinastu mol- arnar frá teimum, ið eru ov veik at flýggja. Eftir verður skjótt bert alment settir pedagogar, bú- skaparfreðingar og fiski- frødingar, og so sjálvandi allir = soldátar Torden- skjolds í legtinginum, landsstýrinum og ikki at gloyma soldátarnir í teim- um »feitu« og »finu« al- mennu og hálvalmennu makt- og samsynings- nevndunum (td. fyri SEV, IRF, Menningar- grunnin, Tryggingarsam- bandið o.s.fr.) Eru fráflytingartelini fyri 1990 hættislig, so verða tey enn meira skelk- andi næstu árini, nú landsstýrið hevur boðað frá ætlanum at fremja fiskibann stórar partar av árinum. Við eðrum orðum: Enn meiri yvirstýring. — Og vinnan sjálv, hvat sig- ur hon? — Hon verður als ikki eftirspurd, líka lítið sum Fiskivinnustovan hirðir at upplýsa Feroya fólki um hverjar kanning- ar, »hypotesur« og giting- ar hesar ætlanir eru grundaðar á og ikki minst: hvussu eftirfarandi pá- standirnir eru um at okk- ara fiskastovnar eru niðurfiskaðir. Vit eru eitt upplýst fólk, og stórur partur av í hvussu so er tí unga ættarliðinum, vildi uttan trupulleikar megn- að at sett seg inn í tann „vísinda um stovnsmet- ing, ið fiskifrødingurin heldur seg hava einkar- rætt uppá at skilja. Tað snýr seg í dag um Feroya fólks verða ella ikki verða á hesum klett- um, og eru tí tílíkar stór- látnar einavaldsavgerðir, ið vit uppliva í hesum døg- um, mest at sammeta við at verða spýttur í andlitið. Ongantíð áður hava landsins myndugleikar so dyggiliga sleggjað vinnu- lívsferoyingin í hevdið við Jante-lóg Aksel Sande- moses: 1. Tú skalt ikki trúgva at tú ert nakað. 2. Tú skalt ikki trúgva at tú ert líka nógu sum vit. 3. Tú skalt ikki trúgva at tú ert klókari enn vit. 4. Tú skalt ikki billa tær inn at tú ert betri enn vit. 5. Tú skalt ikki trúgva at tú veitst meira enn vit. 6. Tú skalt ikki trúgva at tú ert meira enn vit. 7. Tú skalt ikki trúgva at tú dugir nakað. 8. Tú skalt ikki flenna at okkum. 9. Tú skalt ikki halda at nakar dámar teg. 10. Tú skalt ikki trúgva at tú kanst læra okkum nak- að. Eitt undrar meg nógv í ollum ti, ið nu fer fram: Eru hesir stórlátnu eina- valdsstóribeiggjarnir so stórir í egnum eygu, at teir heilt hava gloymt, at teirra feitu lenir verða goldnar av tí framleiðandi vinnulívinu, og at tað tí í veruleikanum eru teirra egnu løngevarar, teir nú sparka av landinum? Lógir, ið á einhvenn hátt skerja rásarúm vinnulívsins, eru tíverri enn neyðugar í dagsins samfelag. Men verða hes- ar lógir settar í verk uttan at tey menniskju, ið verða meinast rakt av teimum, fáa loyvi at siga sína hugsan um málið ella helst: Verða biðin um at koma við einum uppskoti til loysn av málinum, ja, so svitast ikki at skaptur verður ein dekkur, kev- andi dámur, ið breiðir seg um alt okkara samfelag. Endin av ellum verður, at tilætlaðu positivu árinini av lógunum í staðin fyri at verða beinleiðis negativ — ja, oyðileggjandi fyri alla samfelagsmenningina. Jú — okkara Berlinmúr- ur er í støðugum vekstri! Tormóður Dahl Ljóðslóð »Rimsins haft: halt kjaft!« ókendur $ Tað er bannað at yrkja uttan rim har úti á endanum. Sekt: 100 fjórðingar av fermingarsangi yrktum á spískasteini, síðani skulu hendurnar heggast av og neglast á dyrnar á Landsbókasavninum sum eina lítla áminning til aðrar fjákutar droymarar; verður hetta ikki at hjálpa er eingin onnur bót enn bót: 2 milliónir dagbetur á 23 rímorð uppá J ákup sum ikki læt sín gák upp; og hjálpir ikki tað: einvegis ferðaseðil til Teheran við 12 kilo av heroini. Tórshavn 30. apríl 1991 Alvur Olsen