fríggjadagur 3. mai 1991síða 19
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 82 — 3. maí 1991
I
Føroyar hava vunnið, 1-
Í móti norðurírum. Ein
sigur, sum er uppaftur
stórri enn bragdið í
Landskrona. Í miðbý-
num í Havn er eins nógv
fólk á gøtunum sum á
Olavsøku, kanska meira.
Hetta er um midnáttina.
Men stemningurin er ein
heilt annar, her er talan
um ein sannan gleðisrús.
Róp, geyl, málageipan,
flenn og fnis. Fólk sum
annars ikki kenna hvgnn
annan ynskja hvgrjum
ødrum tillukku.
Tað eitur ikki longur tú
og eg, nú verður sagt vit.
Føroyska fólkið stendur
saman. Gloymt er gamalt
agg, gloymdir eru sam-
felagstrupuleikar. Nú snýr
tað seg um eitt, vit hava
vunnið, tí javnleikur er ein
sigur fyri okkum.
Undirlutakenslan av at
vera ein lítil tjóð er
horvin, vit hava skakað
alheimin. Nakað soleiðis
kendist tað mikukvøldid
aftaná at Føroyar høvdu
spælt javnleik móti
norðurírum.
Ein lastbilur koyrdi
gjøgnum býin. Á lastini
stóð ein luftkompressari
og til hendan var settur ein
risastórur lúður. Stóðst tú
tætt við lúðurin skakaðist
hoyrnin. Lúðurin hoyrdist
um allan býin og gjørdi
rómin enn stýrri.
Veðrið var sera gott, turt
og lotið svalligt. Fólk vóru
ílatin soleiðis, at ein var
ikki í iva um, hví tey vóru
úti. Jens Martin húgvan
sást allastaðni, og fløgg
bleiktraðu og á náttar-
himinum sóðust litfagran
rakettir.
Mikudagin áðrenn dyst--
in varð ikki tosað hart um
úrslitið, mong trúu uppá
landsliðið, men eins nógv
ivaðust og heldur ikki
uttan orsøk. Tá dysturin
var av var tað sum at seta
eld í krút, manntómu
gøturnar fyltust og uttan
nakra almenna fyrireiking
stuttleikadu øll sær.
Og ungdómurin, sum
fær mangt skotið fyri
ólevna skikkaði sær væl,
onkur brotin fløska, tað
var alt ein sá.
Eitt tílíkt kvold er deiligt
at vera føroyingur.
orð: Jústinus
Myndir: Kalmar
og Torfinn